Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 8 • 12. desember 2014 17 løg­un­um, hann hevði lært, spakuliga fall tøgn yvir tann ljóðkáta skaran, og at enda stóð hann og spældi, sum ein ganda­kallur, meðan sólin fór til viðar, og eyg­uni á teimum brúnu, holdmjúku gent­ un­um stardu út úr leyvinum, størri og størri, eygu av koli og gimsteinum. Tá ið hann at enda gavst, legði violinina í hús­ an og ætlaði at fara, varð hann forð­að­ur av kongsins varðmonnum, og tað sýnt­ ist greitt, at hann var fangi. Hann tók tá, meðan øll enn sótu kvirr, violinina úr aftur húsanum og spældi av sínum ein­ ting­um, fyri at bróta fangatøkuna inni í frumskóginum, eitt sálmalag, sum um hetta mundið var á øllum vest­ur­heims­ ins varrum. Tað var tað triðja kvøldið, Thomas gisti hjá henni, hann var enn sum eitt slag av leigara, uttanveltaður líkasum, men tað kvøldið hevði hon gjørt ein góð­ an nátturða, og, meðan tey smakkaðu á vín­ið, var hon komin, sum av tilvild, at nerta við hondina á honum. Tað var tá, hann hevði fortalt henni søguna fyrstu ferð. – Hjálpti tað? hevði hon spurt, hon var bliknað eitt sindur. – Eg veit ikki, um eg var í vanda, svar­ aði hann, kanska, kanska ikki, men lagið sýnt­ist eitt stutt bil at hava ávirkan, næst­an sum gandur, eg tók mær løgir, beyð skundisliga farvæl, smeyg avstað, og sloppið var. – Men hví, hevði hon sagt, hví akkurát tann sálmin? Hann svaraði ikki, og eina løtu var tøgn. Og í grundini var tað í hesi tøgnini, sum úr eini mark, hagar kelduvatn rann, við løgnum og sælum uppruna, at tað nýggja lívið tók við. Hon hugdi niður eina løtu, hon føldi, at hon var blivin hvít í andliti sum eitt lak, so hugdi hon upp á hann, stillisliga, og í tí barda og sól­brenda andlitinum á tí víðfarna var fyrst okkurt eygleiðandi og rannsakandi, so ein steðgur, ein dvølur sum uppi yvir onkr­um, sum kravdi hugsan, so aftur okk­urt granskandi, so ein knapplig ljós­ glæma, og so segði hann: – Tú vart við! Hon svaraði ikki, sat bara heilt still, og hevði kanska hug at blunka eitt sindur, sum skein ein bjørt sól beint á hennara and­lit. – Tú vart við! tók hann uppaftur, sum tal­aði hann líka nógv við seg sjálvan sum við hana, og tá svaraði hon, so lágmælt, at tað næstan ikki hoyrdist: – Ja. Meira segði hon ikki tann dagin. Men so við og við bleiv tað greitt, at hesin klótu­farin – sum var rikin upp á land í ein­um fiskimannabýi eystanfyri, nær norð­ur­markinum, síðani hevði reikað tvørt­ur um tað velduga ríkið og var end­ að­ur í tí einkisliga timburbýnum long­ur suðuri – fór at steðga eina tíð. Tá ið hann hevði fingið arbeiði, helt hon, at okk­urt meira mátti hon siga, og eitt leyg­ar­kvøld, aftan á nátturðan, tá tey gingu ein túr, skoytti hon nøkur fá orð upp í søg­una. Tað var rætt, at hon var við, tá ið meg­in­ skip­ið fór sína moyarferð, men hon var ikki einsamøll, við var eisini ein, hon var fest at, við halgum lyfti framman fyri halg­um altari. Havið hevði tikið hann, og við honum teirra sáttmála. Konsertin hetta kvøldið varð hildin í ein­um gomlum skúla í norðurbýnum. Mir­andi hugdi at klokkuni og sá, at har vóru tíggju minuttir eftir. Hon fór upp á súkkl­una og stýrdi spakuliga eftir gøtuni, sum buktaði seg gjøgnum eitt umráði við býl­is­gørðum og summarhúsum, utt­an um húsini lógu stáplar av brenni, rúgv­ur av loki, spakar, kvíslir, brotnar leir­krukk­ ur, onkur einstøk trillubøra. Men fram við vegnum og í brekkuni hinu­meg­in vuksu trø, mong teirra gomul og høg, og í glæm­unum frá gasslyktunum komu tey nærri, tað var, sum hevði onkur lagt litir á tey, millum dimmgrøna grann og furu sást leyvverk, ið var gulnað, brúnkað, rodn­að, einastaðni reisti ein veldug reyð­ eik sína bleikt skarlaksreyðu dýrd, og Mir­anda kom at hugsa um nakað, Faðir Mac­kenzie hevði sagt einaferð, hetta, at tann djúpasti vakurleikin verður til, í tí tað hvørvandi hvørvur. Í ganginum í tí gamla skúlanum ang­ aði nývaskað, onk­ur einstøk gloymd taska hekk á ein­um knabba. Aulan var meira enn hálv­full. Á skránni vóru verk eftir Vi­valdi, Brahms, Bach, Tsjai­ kovskij og Beet­hoven. Ta fyrstu tíðina hevði Thom­as havt teir van­ligu tekn­ isku trup­ul­leik­ar­nar hjá tí sjálv­lærda, men hann hevði gingið til und­ir­vís­ ing á tónleikaskúlanum og fingið tey flestu lýtini burtur, so at hansara styrki, tann samangreipan av ovurhuga og eg-gloymsku, sum summi róptu sál, nú kom til sín rætt, óminkað av tøkni­lig­um misljóði. Miranda hoyrdi hansara spæl, líkasum var tað loyst burtur úr heildini, og tað var fyri henni sum at fara ein túr inn í ein furuskóg á vári í løttum sirmi, fossar av grønum, við ein­um gráum farra, bórust henni fyri, og long­ur inni nýggir fossar, grøn dýpir, sum lótu upp fyri nýggjum dýpum av lætt streymandi grønsku, ein áhald­andi burður av grøn­ heim­um inni í nýggj­um grøn­heim­um, men so skifti bí­læt­ið, og ósædd og vard har hon sat, gjørdi hon hesa umaftur og um­aft­ur endurtiknu ferðina, út á hav­ ið, inn í ein, als ikki hjartkiptan, men á onkran hátt høpisleyst javnlyntan, hurli­ vasa av salongum, prýðiligum loftum, ljósa­krún­um, trappum, orkestrum, goml­ um, ungum, børnum, tænarum í hvítum búnum, men so kom hon ikki longur, tí alt í ein­um var tað har, tað stóra, hvíta tjald­ ið, og hon sá og hoyrdi ikki meira, hóm­aði bara, sum í tjúkkum mjørka, skap, um­ gerð­ir, rørslur, hon ikki skilti, og hoyrdi, sum tá makliga fallandi sirm fær ein skóg at teska, eina áhaldandi surran ella murr­an, sum fjaldi okkurt, so óhugnaligt og fremm­ant og ófrásigiliga løgið, at tað sýtti fyri at verða sætt. Og longur kom Miranda ikki. Men nøk­ ur ting, sum vóru hend framm­an­und­ an, visti hon, eitt nú tað at Ralph eina viku frammanundan hevði tikið prógv sum lækni, í landinum, haðani skip­ið sigldi út, at hann hevði fingið sín vitn­ is­burð handaðan, í skreytkappa og há­ tíð­arhúgvu, og at tey seinni henda sama dagin giftust í eini lítlari kirkju skamt frá tí lærda háskúlanum. Prógv og vígslu­ skjal vóru sjálvsagt burturmist, men iva­ leyst funnust tvítøk á onkrum skriv­stov­ um handan hav. Hennara egna prógv sum sjúkrasystir, sum hon hevði tikið ár­ið fyri, lá í skuffuni í náttborðinum heima. Men hon megnaði ikki at taka starv­ið uppaftur og var glað um arbeiðið á The River Café, hóast tað ikki var væl lønt. Í býnum vóru tað um hetta mundið bara tey múgvandi, sum høvdu tele­fon, lækn­ar, prestar, hotellini, timburkong­ur­ in Dillon og Mr Fields, sum átti sagvirkið. Hini vóru ambætað av telefonverkinum, sum stóð beint við tann gamla skúlan, og haðani boð vórðu send til fólk. Tá ið konsertin var av, fóru Thomas og Mir­anda út til súkklurnar, slík kvøld plagdu tey at eta ein lættan bita, tá ið tey komu heim, breyð og ost ella kanska ein lítlan fiskarætt, og vanliga drukku tey tá eitt glas av hvítvíni ella reyðvíni afturvið. Tey høvdu sett seg á súkklurnar, tá ið Fionna, ein av gent­ un­um á telefonstøðini, kom út og rópti á Mirandu: – Tað er telefon til tín. Tað var kanska Mr Murphy, sum átti kaffi­stovuna, sum vildi hava eina vakt broytta. Hon hevði annars frí dagin eftir. – Far tú bara undan, segði hon við Thom­as, tú kanst seta á borðið. Eg komi aft­aná. Tá ið hon kom inn í tann tronga tele­ fon­klivan, tók hornið av og hoyrdi rødd­ ina, hendu samstundis tvey ting. Tað fyrsta: at hetta, eftir at hon hevði lat­ið heim og fang upp fyri einum fremm­and­ um, og síðani fest hann, við, enn eina­ ferð, einum ævinliga bindandi skjali, var tað, hon innast inni hevði óttast meira enn deyðan sjálvan. Tað næsta: at, sum í einum sjónleikarhúsi, varð tjaldið drigið frá, brádliga og uttan fyrilit, so at hvør ein­asta stakmynd í allari gongdini, frá tí fylkingin av ferðafólkum skar seg odda­ spísk og eirindaleys inn ímillum hana og mann sín, og hon varð lyft upp í ein bjarg­ing­ar­bát av einum matrósi í hvítum búna, við eitt stóð lýsandi klár fyri henni. Hon royndi at siga okkurt við skili í. Eina løtu var steðgur, so var røddin aft­ur har, ein rødd við kantum, neyv, jarð­bund­ in, á onkran ólýsiligan hátt, hugsaði hon, avmarkandi, hansara, tað var ikki at fara skeiv av. Har kom ein frásøgn um uppi­ hald á einum sjúkrahúsi eystan hav, um minn­is­miss í fýra ár og nakrar mánar, og um hetta brádliga at vakna upp til nýtt lív. Hann var ikki lækni fyri onki, og hon hoyrdi, gjøgnum linjuna, illtung orð sum posttraumatiskt og amnesi. Men sum skilti hann, at hon var tikin á bóli, kanska blivin kløkk, segði hann so, í tí hann nevndi ein bý eystanfyri: – Ferðin við toki tekur eitt lítið sam­ døg­ur. Eg eri frammi í annaðkvøld um seks­tíð­ina. Tá ið hon kom heim, hevði Thomas borð­reitt inni í stovuni við einum vón­ grøn­um dúki, og við trimum sløgum av osti og eini fløsku av reyðvíni úr Cali­ fornia. Hon legði merki til, at víngløsini vóru nýggj, av tí rætta, stóra slagnum, Thom­as forvann væl á timburvirkinum, og hetta gjørdi hann viðhvørt, keypti nýggj­ar brúkslutir, fríðkaði um heimið. Thom­as, sum var fittur í hondunum, hevði eisini smíðað bæði klædnaskáp og eitt nýtt stovuborð umframt náttborðið, henn­ara fyrsta. Tey sótu við vindeygað, út ímóti ánni, har var altíð okkurt at eyg­ leiða, timburprámar, ein húsbátur, onkur vilst eikiklóta, hinumegin ánna hómaðist framhald