Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 8 • 12. desember 2014 18 pinju­skóg­urin, veldugar angandi grøn­ veiftr­ur, í myrkrinum. Sum hann plagdi, um­røddi Thomas kvøldsins avrik, sigrar sum ósigrar, Thomas strálaði, men Mir­ anda var meira kvirr, og við eitt hugdi hon upp á hann og segði: – Eg havi altíð havt eitt ynski um at for­telja fyri tær, hvat hendi hina ferðina, eg havi ikki kunnað gjørt tað fyrr, men um tú tímir at lurta, fari eg at gera tað nú. Hon hoyrdi sína egnu rødd, ein løgnan tóna av høgtíð, um at støkka. Thomas hugdi upp á hana, alt í einum ógvuliga still­ur, sum var brádliga øll hansara orka savn­að í tí eina eygnabragdinum. Hann fekk sær av víninum, setti glasið frá sær, bíð­aði. So bleiv tjaldið drigið frá, og tey vórðu sigin niður við tí himmalhøgu skips­síðuni, tey vóru eini 30 fólk, mest kvinn­ur og børn, umframt tað einir átta skipsmenn, kyndarar, kokkar, matr­ós­ ar, summir í snjóhvítum búnum, skip­ið helti eitt sindur, og tey sóu, fáar favn­ar burturi, inn á salongirnar og inn á vind­ eygu og kúgveygu, lýsandi í náttini av øll­um dekkum. Meðan boð vórðu rópt mill­um bjargingarbátin og menninar í erva á skipinum, kvinkaðu stevnið og rong­in niðureftir, skiftivís, í rykkingum, djúpt niðri undir teimum var tað svarta hav­ið, nú sást ein annar bátur uppi yvir teimum, hann varð loraður niður við eitt sindur meiri ferð, so tey skjótt næst­an fingu toygt seg upp og nortið við botn­ in á honum, skipsmenninir góvu boð um at lata síga nakað skjótari, og nið­ ur­eftir komu tey, og inni í salongum og kahúttum sóu tey fólk tuska aftur og fram, sum leiktu tey við í onkrari und­ar­ lig­ari pantomimu, andlitini vóru ikki for­ fard, men líkasum ovfarin av onkrum, ið sýnt­ist óskiljandi, og longur niður komu tey, og nú komu róp úr erva um at loysa tog­ini, so skjótt báturin bar við sjógv, men eingin sá teir spíkarar, har togini vórðu bundin, so skipsmenninir, ein har afturi og ein annar fremst, kvettu skund­ is­liga togini, so tey ikki blivu kroyst, men róku við ferð út undan tí ovara bátinum. Tað var stutt eftir midnátt, tað var mitt í apríl, og har var bítandi kalt, hóast tað var so stilt, at ikki ein ond føldist, hes­in kuldin var naskur, var ikki nøgdur við hamin, men leitaði inneftir, inn um húð­ina, inn at holdinum, inn í bein og inn­vøl­ir, summi vóru í frakkum, onkur hevði eina troyggju, men mong vóru far­in umborð sum tey stóðu, í tunnum buks­um, kjólum og skjúrtum, hon hevði ein frakka, sum hon legði niður yvir trý børn har afturi í rong, tey vóru longu gjøgnumfryst. Hon hugdi upp og varnaðist alt í einum náttina, tað var stjørnu­klárt, men ongin máni sást, og ikki eitt skýggj var á himlinum, og sum hon hugdi, var tað sum alt kom nærri, hin­ir bátarnir, rekandi ísfjøll, tað var alt so trølsliga týðiligt og so nær, so ein næst­an kundi toygt seg og nortið við tað, og serliga stjørnurnar, hon visti seg ong­ an­tíð hava sæð tær so nær og so klárar og so nógvar, tað var, sum goymdu tær at øllum skepnum, við umsorgan, tað var næstan, sum hon hoyrdi tær ljóma í náttini. Og har, at síggja til stutt frá teim­ um, var skipið, við lýsandi kúgv­eyg­um og salongvindeygum, teir fýra skor­stein­ ar­nir rættu seg móti himli, sum vóru teir svørt, vindeygaleys torn á onkrari døkk­ ari risaborg, ímut og hóttandi, skip­ið var at síggja til óskatt, bara eitt var und­ ar­ligt, skipsdekkið og havið áttu í hesi kyrr­uni at verið javnfjar, og hon hevði lært í skúlanum, at javnfjarar linjur ong­ an­tíð, heldur ikki um framhaldið var óenda­ligt, kundu umskarast, men her var henda alheimliga meginreglan, á onkr­an næstan gudleysan hátt, brotin, tí skips­dekkið hallaði, og onkustaðni inni í skrokk­inum, ella kanska hinumegin, máttu linj­urnar umskarast, henda mynd­ in var høpisleys, og ófatiliga ræðandi, sum kom hon úr barnsins marruverð. Men so var tað, sum sá hon alt eitt sindur burt­ur­frá, og við eitt barst tað henni fyri, sum var alt náttarbílætið, stjørnurnar, hinir bátarnir, tann myrka, oljubleyta vatn­skorpan, tað døkka og samstundis glógv­andi meginskipið, fermt við ein­um vakurleika so fremmandum og stór­bær­ um og háleittum, at hann gjørdi kuldan til einkis. Men nú ansaði hon eftir, at summi á tí lítla bátinum fóru at hyggja burt­ur, og tá hon aftur hugdi, sá hon, at tann veldugi skrokkurin spakuliga snar­ aði sær á við hekkuni upp í rógv, sum mól hetta øgiliga djórið um onkran ósædd­ an ás beint aftan fyri mjødnina, til tað næstan stóð uppeftir enda, og tá hoyrd­ ist eitt ljóð, sum bæði var ýl, stynjan, skramb­ul og sorl, alt í senn, hetta sorilsið vardi kanska ein hálvan minutt, øll ljós slokn­aðu, tendraðust aftur sum í einum blunki, men sloknaðu so aftur med alla, eina løtu varð skipið standandi í sjónum, næstan beint upp eftir enda, so líkasum datt tað eitt kvink aftureftir, og so gleið risa­skrokkurin við javnari ferð niður í dýp­ið og varð burtur. Skipsmenninir høvdu sagt, at skuldi skip­ið sokkið, fór ein stór alda at reisa seg, og ein sterkur súgur at koma, teir róðu tí alt teir vóru mentir, men teir vóru ikki royndir róðrarmenn og áralag høvdu teir ikki, har hoyrdust í heilum brest­ir av árum, sum bórust saman. Tað gjørdi tað sama, tí av onkrari grund reist­ist ongin alda, og har kom ongin súg­ur. Men har kom nakað annað. Nú skip­ið var horvið, hoyrdu tey brádliga, í nátt­ar­innar einsemi, róp, og tað var teim­um við eitt greitt, at har úti á tí svart glins­andi vatn­ skorp­uni flutu menn­iskju í hundraðatali, summi við ein­um bjargingarbelti ella hald­andi um eitt sprek, onnur við ongum at halda í, oyggjar av einsemi, neyð og kulda, og frá hesum skara reis eitt neyðarróp so ræðuligt, so hjartanemandi ønskri­ligt, at mong rættu hendunar upp og hildu fyri oyruni. Men skipsmenninir søgdu, at har var onki at gera, tí báturin var søkklaðin, og teir róðu og róðu, við lók­ut­um áralag, undir klárum stjørnum burt­ur frá tí vað, sum hevði gloypt teirra fari. Her endaði søgan, tí so langt hevði tað hvíta tjaldið rokkið, og tað sum kom aft­aná, frásøgnina um bjargingina, sum kom fáar tímar seinni, hana kendi hon, og hana kendi Thomas. – Og Ralph? segði Thomas spakuliga. – Um Ralph visti eg onki, bara, at manna­múgvan brádliga og óstortsliga skilti okkum sundur. Men ... Hon steðgaði á, og so hugdi hon beint upp á Thomas. – ... nú veit eg, at Ralph fór ikki til botns við skipinum og fleyt heldur ikki úti á tí kalda náttarhavinum. Ralph er á lívi og kemur higar við tokinum í ann­að­ kvøld. Og hon tók uppaftur, við næstan ljóð­ leys­ari rødd, ta stuttu søguna um meira enn fýra ára óminni og brádliga vaknan, á ein­um sjúkrahúsi handan hav. Klokkan var sjey minuttir yvir ellivu, har sótu tvey fólk og tosaðu friðarliga, eitt leygarkvøld á heysti í einum mið­al­ stór­um býi, miðskeiðis í einum risa­stór­ um landi, sum var girt inni, í eystri og vestri, av meginhøvum, hvørs forseti æt Wood­row Wilson, og sum sá tann gamla heim­in liggja og bløða burtur. Gjøgnum vind­eygað sást mánin, rundur og gulur, inni angaði av sápu, og hugaliga av furu úr nýsmíðjaðum innbúgvi, ein á fór fossandi framvið uttanfyri, pinjur hóm­ að­ust á tí handara áarbakkanum. – Tað vóru telefonboðini. – Ja, segði hon. Tøgn var eina løtu. Thomas skonkti uppí­aftur, og so segði hann: – Eg haldi, vit skulu sita eina løtu, og tøma gløsini. Í grundini lá einki longur í teirra hond­ um, tí fyrrapartin tann dagin tey giftust høvdu tey avrátt, í einum blandingi av ovfarakæti og køldum álvara, hvør pall­ myndin fór at vera, um tað skuldi hent, at ein so fjarur møguleiki fekk hold, ella, hugsaði hon nú, at javnfjarar linjur skuldu umskarast. Tá ið gløsini vórðu tømd, fór Thomas yv­ir, tók violinina og spældi sálmalagið, Fað­ir Mackenzie hevði lært hana, sum barn í sunnudagsskúlanum, og sum hon ong­an­tíð seinni hevði kunnað hoyrt, uttan at føla kylingar niður eftir bak­ inum. Meðan hann spældi, sá Miranda fyri sær bløðini í býlisgørðunum sunnan fyri tann gamla skúlan, har komu tey, dal­andi av møkum niður úr erva, sum stór­ir pappírstunnir gullpengar, gul, reyð­brún, gylt, reyðgylt, stroydd av eini ósæddari hond, signandi, niður yvir kvøldið og skýmingina og verðina. Mir­ anda visti, at Thomas var ikki bangin, og sjálv kendi hon ongan ótta, tí hon visti, at Faðir Mac­kenzie fór at taka ímóti teim­um, hvít­hærd­ur, við eini fyrigeving so rúm­ari, at hon rakk út um alt, sum skil megn­aði at fata. Dagin eftir, út ímóti klokkan sjey á kvøldi, fór ein einsligur ferðamaður, sum mundi vera um tey fjøruti, úr tok­in­um á støðini í timburbýnum við ta breiðu ánna. Hann var í nýkeyptum svørt­um klædningi, men hann var rak, við grá­ um dæmi, tíðliga gránaðum hári, held­ur óstøðugum gongulag og flakkandi eyg- um. Hann hevði eitt tungt kuffert og fekk ein hýruvogn at koyra seg til eini hús, við ánna norðalaga í býnum, adressuna kendi hann. Tá ið teir komu fram, fór bil­stjórin, sum helt mannin vera heldur skirv­is­ligan, út og bar kuffertið fyri hann. Maðurin læt úthurðina upp, og bil­ stjór­in fór inn í gangin við kuffertinum og steðg­aði eitt bil, sum fyri at tryggja sær, at maðurin var komin á tað rætta pláss­ið. Køkurin var tómur, men tá ið teir komu inn í stovuna, stóðu á einum borði við vind­eygað ein fløska av reyðvíni við eini rest í, og tvey tóm gløs. Hurðin til sovikamarið stóð á glopp, og maðurin fór inn, við sínum fylgisneyta í hølunum. Í tí stóru dupultsongini lógu tvey fólk, ein kvinna um tey tretivu og ein maður, kanska tvey ár eldri, við blásvørtum hári og mahognilittum dæmi. Bæði vóru deyð, skotin gjøgnum hjartað, týðiliga, sum tað sýntist, av manninum, pistólin lá og var líkasum gliðin úr hansara høgra lógva. Yvir kvinnuni lá eitt tjúkt teppi, vandaliga ballað. Yvir andlitunum á báðum hvíldi eitt eygnabrá, ið kundi mint um lukku. NÆRRI MÍN GUD TIL TÍN