hósdagur 11. desember 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
19
Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til
ein gleðileik sannførir meg um, at ein
týðandi fyrimynd í tí, sum Carl Jóhan
Jensen skrivar, má vera Ulysses (1922)
eftir írska høvundin James Joyce.
Søgugongdin er fløkt, frásagnarháttur
skiftandi, málsliga er hon ein spennandi
avbjóðing, á- og tilvísingarnar til
heimspeki, mytologi og aðrar bókmentir
í samtíð og fortíð tróta ikki eins og
hjá Joyce. Tað, sum Jensen leggur
afturat, er metastigið, t.v.s. eksplisittar
hugsanir um frásøgnina sjálva og
viðurskifti millum hana og søguna.
Sum Joyce soleiðis eisini Jensen. Teir
siga ikki frá, hvat slag av bók hetta er.
Gaman í, Joyce setur bara orðið Ulysses
á tittulblaðið, hjá Jensen er bæði
høvuðs- og undirtittul, har undirtittulin
í senn sipar til seksuell forspøl og
til hendingar framman undan eini
høvuðshending. Gleðileikur kann vera
komedia (sum Jensen sjálvur hevur
bent á) og so sjálvandi okkurt gleðiligt,
at bókin er gleðilig. Komediuleikrit er
bókin ikki, skemtilig er hon viðhvørt,
men eg havi lisið hana á sama hátt sum
Ulysses, við Móðurmálsorðabókini og
Google við hondina.
Søgugongd
Eg síggi teg betur í myrkri byrjar sum
so mangar skaldsøgur nær við endan
á søgugongdini, og meinlíkt hinum
báðum stóru prosabókunum eftir Carl
Jóhan Jensen (og Ulysses) er tíðarraðið
í henni rætt og øvut hvørt um annað.
Gongdin er annars í heilt stuttum tann,
at íslendingurin Benedikt Einarsson
verður boðsendur til Berlin, har hann
verður biðin at fara til Føroya fyri at
endurreisa bústaðin Breiðablik hjá
Balduri í norrønu gudalæruni. Hetta
nýggja Breiðablik skal hava ein týðandi
leiklut í nýggja andliga Evropa, sum
tjóðskapar-javnaðarstjórnin (t.e.
nasistastjórnin) í Týsklandi fyrireikaði í
1930-árunum.
Bókin lýsir hesa og aðrar ferðir
hjá Benedikti, lív og vinnuvirksemi
hansara, fólk hann hittir, kvinnur og
børn. Í høvuðsheitum afturlítandi
sum hann situr á dekkinum umborð
á ferðamannaskipinum Lyru tann 25.
august 1939. Eingin keðilig søga, men
krevjandi at lesa. Um avbjóðingin er
ov stór at fáa skil á gongdini, er hjálp
at fáa. Alt í søguni er væl og virðiliga
tíðar- og staðfest, og aftast í bókini er
eitt innihaldsyvirlit. Soleiðis ber til at
fáa sær gongdina í tíðarrað, antin frá
tí, at høvuðspersónurin var føddur,
ella frá hann var gitin í móðurlívi ella
við foreldrunum. Navnaskráin aftast
í bókini ger tað møguligt at finna teir
mongu søgupersónarnar aftur.
Lýsingar-
kynstrið
Tað er beinleiðis orðað í bókini, at
lesarin skal ikki identifisera seg við
søgupersónarnar og hendingarnar.
Hinvegin er Carl Jóhan tikin úr leikum
at lýsa umhvørvi og innbúgv, at gera
tað so væl, at lutir og umhvørvi liva
– ein sær tað fyri sær. Longu á fyrstu
síðuni eru dømi at finna um kynstrið,
sum gjørdi vart við seg longu í Rúm og
Ó-.
Eitt, sum eyðkennir hesar
lýsningarnar, er dvøljandi og
nágreiniligi dámurin. Lutirnir
verða navnnevndir og útgjørdir við
merkingarsterkum orðingum, ið rína við
soleiðis at “allir lutir strongdu fastari á”.
Vanlig, ovurnýtt lýsingarorð sum lítil,
stórur, vakur, ljótur o.t. eru fá í Eg síggi
teg.... sum eitt nú:
Skriðdunið av skipsmotorinum
leggur kvirruna undir seg, hurrar
í misblonkum útsíðum, í fyllingum
á bróstum og undir loftinum,
í lampuskermum, rútarglasi
og borðflatum. Ein sinniliga
innfjarur bassljómur. Hvisjið av
sveiggjhurðunum tekur langliga
undir, eins og lágligt trummuskav,
letisliga stevjavnt.
Út frá “at leggja undir seg” og við
ljóðhermandi navnorðinum “hvisjið”
breiðir myndburðurin seg út og
endar við at samanbera rútmuna í
ganginum og trummutónleik. Henda
samanbering gongur í sínum lagi sum
eitt leiðarmotiv gjøgnum bókina. Men
orðingin “eins og” kemur øgiliga ofta
fyri og verður ein heldur tónadeyv
endurtøka í tí annars sera fjølbroytta
tekstinum. Minnir í so máta um
skrivikynstrið hjá Kristiani O. Viderø.
Viderø skrivaði bronglað føroysk,
ið hevur sína merking í høpinum,
endurgevur m.a. eina kenslu av ikki
at eiga heima ella innivist í vanligum
gerandislívi og samskifti.
Hjá Carl Jóhan er tann serligi stílurin
vørumerki – tað carl jóhanska brandið
– tann listaliga tilevningin av føroyska
málinum, sum hann vil hava. Eitt nú
nýtir hann sjáldan tey mest vanligu
orðini, men tekur heldur ‘grannaorðið’,
“smámunaligur” fyri “týdningarleysur”,
“sjálvvissur” fyri “sjálvtryggur” o.t. Við
onkrum einstøkum undantøkum (m.a.
sitatini á øðrum málum) stendur alt í
Eg síggi teg ... í Móðurmálsorðabókini.
Í sambandi við seksualitet setur bókin
á skrift í verk forvitnisligar og lítið
brúktar partar av orðfeinginum.
Viðhvørt eru setningarnir avbera
stuttir, bara eitt orð, viðhvørt eru teir
langar endurgávur av hugarensli hjá
søgupersónum eitt nú undir samlegu
(tó ikki so long petti uttan punktum
sum tilvitskustreymur Molly í Ulysses).
Summi samansett orð hava
bindistriku, viðhvørt standa tey við
skákskrift sum whiskey-fløska, musikk-
kærur, opiums-toka, verts-skyldu.
Hinvegin hevur viskyfløska hvørki
bindistriku ella skákskrift, heldur
ikki svávulpinnur, hvørvingarkensla,
ófrættaeingil o.fl. Og nú eg eri í holt
við tað, sum argar. Øll fólkanøvn
uttan Benedikt (haldi eg) standa við
skákskrift, summi staðarnøvn og
Guð. Tey flestu sitatini á fronskum og
týskum, ið kundu givið bókini altjóða
dám, eru fongd við prentvillum, og
verða tí bara ókunnar royndir at erpa
sær. Tað eru eisini nakað nógvar
prentvillur í bókini sum heild, og tað er,
Forlagið Sprotin, ikki nóg gott!
Joyce og Jensen
James Joyce hevur einaferð sagt, at
hann hevði lagt so nógvar gátur og so
nógv dulsmál í skaldsøguna Ulysses,
at tað fór at geva professarunum
ovmikið at gera í fleiri hundrað ár.
Hetta var einasti mátin at tryggja
sær ódeyðileika, legði hann afturat.
Kanska er nakað tað sama galdandi
fyri Carl Jóhan Jensen. Ið hvussu er
longu ivaleyst av søgur og mytologiur
til um tað, ið Carl Jóhan skrivar, men
so ringur at lesa, sum sagt verður, er
hann avgjørt ikki. Tað er mennandi at
gera tað.
ES: Meira um bókina er at lesa á
www.setur.fo....
Eg síggi teg betur í myrkri
Forspæl til ein gleðileik
Malan Marnersdóttir
UMMÆLI
SØGUR
FRAM ÚR
MYRKRI