Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 8 • 12. desember 2014 Lars Kjemphol skapar flestu av sínum framsýningum improviseraðar á staðnum, meðan áskoðararnir síggja listaverkið vaksa fram úr ongum. Sostatt verða áskoðarar eygnavitni til listarligu tilgongdina og partar av tí gransking, teimum royndum og tankum, sum eru partar av listaverkinum. Í sambandi við framsýningina í Norður­ landa­húsinum fer Lars Kjamphol at skapa eina stóra installasjón í Klingruni, sum tekur áskoðaran við í verkið. Men fyri at siga okkurt um staðið har hann er staddur, um fólkið, sum býr her, og estistikkin kring okkum, fer listamaðurin eisini at brúka staðbundið tilfar í sínum verki. Tí heitir Norðurlandahúsið á øll, sum kundu hugsa sær at sæð sínar egnu gomlu lutir endurnýttar í listini, um at lata listamanninum gamlar møblar, takplátur, toyrullur, lampuskermar, ein brúktan bát ella nakrar europallir. Ella okkurt graslíkisavlop. Til ber at koma við øllum millum himmal og jørð, jú størri tess betri og eru fleiri lutir av sama slagi eru allir kærkomnir. Alt tilfarið kann latast inn í Norður­ landa­húsinum millum 26. januar og 1. feburar. Norðurlandahúsið takkar longu nú teimum, sum vilja lata lutir ella tilfar til hesa spennandi verkætlan. Øll eru vælkomin at fylgja gongdini frá tóma gólvinum til liðna listaverkið. Lars Kjemphol hevði eisini verið fegin, um onkur føroysk listafólk høvdu vilja verið við og hjálpt honum. Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Inger Smærup Sørensen, ritstjóra: inger@myndlist.net Á norsku vikuni, Land í Eygsjón, í Norður­landa­ húsinum 6.-14. februar 2015 verður ein framsýning við norska mynda­lista­manninum Lars Kjemphol (1980) Lat tínar egnu lutir umskapast til list