hósdagur 11. desember 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Noregi er eitt av okkara nærmastu grannalondum, ikki bara
landafrøðiliga, men eisini málsliga og mentanarliga. Vit smílast at
teirra syngjandi tónalagi, elska teirra skiferiuøkir, øvunda teimum
teirra oljupengar og ilskast inn á bastantu politisku linjuna í
fiskisamráðingum. Um Ísland er okkara stuttligi stóribeiggi fyri
eystan er Noregi okkara mæta stórasystir fyri vestan. Men hvat vita
vit í veruleikanum um samtíðarlistina og listafólkini, sum virka í
Noregi í dag?
Norðurlandahúsið setur sjóneykuna á Noregi eina heila viku og
bjóðar fleiri av mætastu listaprofilunum higar at framføra og sýna
fram sína list.
Livandi list - Lars Kjemphol
Lars Kjemphol fer alla vikuna at skapa eina framsýning úr
alskyns tilfari, sum er til taks hjá honum, meðan hann arbeiðir, og
áskoðarar síggja listaverkið vaksa fram úr ongum. Sostatt verða
áskoðarar vitni til listarligu tilgongdina og ein part av tí gransking,
teimum royndum og tankum, sum eru við til at skapa listaverkið.
Konsert - Føroya Symfoniorkestur og Tine Thing Helseth
Norska Tine Thing Helseth er ein av heimsins bestu trompet
leikarum og hevur vunnið nógva viðurkenning og virðislønir fyri
sínar virtuosu framførslur. Hon útgav sína fyrstu solofløgu í 2012
hjá útgávufelagnum EMI. Tine er nógv umbiðin sum solistur men
hevur eisini tveir bólkar, sum hon hevur stovnað, og sum hon
framførir javnan saman við. Til hesa konsertina saman við Føroya
Symfoniorkestri, fara vit at uppliva tí klassisku síðuna av Tine og
hennara trompet.
Konsert - Tine Thing Helseth Quintet / TTHQ
Tine Thing Helseth kvintettin varð stovnað í 2010 sum ein jazz/
tango/fusión bólkur við trompetini sum soloinstrumenti og
fylgispæli av guitar, kontrabassi, trummum og klaveri. Heimspekin
handan TTHQ er at bert spæla tónleik, ið teimum dáma, og tað
kann vera alt frá Piazzolla tango, írskum fólkatónum, kabaret
sangum til nútímans fusiónstónleik. Við hesi heimspekini er
kvintettin kend fyri sína spæligleði, sum smittar av á áhoyrara
fjøldina.
Dansisýning - Grænsen / Markið
- Jo Strømgren Kompani
Ein maður og ein kona deila skrivstovu. Tey sýnast hava virðing
fyri hvør øðrum, men undir yvirflatuni herjar ein økisbardagi. Við
eitt sindur av hugflogi kann áskoðarin tulka kynskamp, kensluligt
ósjálvbjargni og politiskar trætur um landamørk.
Framførslan hevur síðan 2011 turnerað í Danmark, Finnlandi,
Makedonia, Noregi, Russlandi, Suðurafrika, Svalbard og Kina.
Konsert - Tini
Tini er nýgg stjørna á norska tónleikapallinum og ein av hennara
lærumeistarum, ið fekk eyga á hennara stóra talent, er eingin
minni enn AHA sangarin Morten Harket. Í oktober í fjør útgav hon
sína fyrstu fløgu “Undo my heart”, sum er framleidd í London.
Tónleikastílurin er eitt bland av melodiøsum singer-songwriter
poppi við einum serligum norskum kryddi og vøkru røddini hjá Tini
í sentrum.
LAND Í EYGSJÓN