hósdagur 11. desember 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Tað hevur leingi borið til at leita eftir
bókum, bílagt og endurnýggja lán alt
samdøgrið umvegis heimasíðuna hjá
Býarbókasavninum. Fyrr í ár bleiv so
eisini møguligt at læna e-bøkur, net
ljóðbøkur og netfilmar alt samdøgrið.
So á ein hátt ber til at siga, at Býar
bókasavnið longu sum er hevur opið
alt samdøgrið.
Men frá 2. januar 2015 fer eisini at bera
til at koma á gólvið á Býarbókasavn
inum nógv longur enn nú, tí tá verða
upplatingartíðirnar munandi víðkaðar.
Mánadag-hósdag verður Býarbóka
savnið opið frá 9-21, fríggjadag frá
9-18, og í vikuskiftinum verður opið
leygardag frá 10-16 og sunnudag frá
14-17.
Hvussu nógv brúkar tú bókasavnið
og til hvat?
– Eg komi ofta á bókasavnið. Eg læni ljóð
bøkur. Eg havi altíð eina ljóðbók í kamar
inum hjá mær. Vit eru fleira heima, sum
læna, og so tosa vit um, hvat vit lesa.
Eg læni eina ljóðbók, so fortelji eg systir
Teresu um hana, og um hon heldur, tað
ljóðar áhugavert, so lænir hon hana sum
vanliga bók.
Eg læni danskar ljóðbøkur, sjálvt um eg
aldrin havi lært danskt. Eg haldi, tað er
so gott lisið inn. Tey duga so væl at lesa
upp, og so bindi ella máli eg, meðan eg
lurti.
Hvat er tað allarbesta við at koma á
Býarbókasavnið?
– Bara tað at koma inn. Her er hugnalig
atmosfera, og man fær frið. Eingin kemur
at spyrja, um man leitar eftir nøkrum
serligum.
Tað er ókeypis at læna bøkur. Eg kann
læna fleiri, og kanska er ein, sum eg
kortini ikki havi hug at lesa. So lati eg
hana bara inn aftur, sjálvt um eg ikki
havi lisið hana – uttan at gjalda.
Hvørjar bøkur lænir tú, tá tú ert her?
– Eg læni mest krimi og detektivsøgur,
men mær dámar eisini familjusøgur og
søguligar skaldsøgur, til dømis bøkur
eftir Ken Follett, Sigrid Undset og Anne
Karin Elstad.
Ert tú málrættað, tá tú kemur á bóka
savnið? Ella dettur tú framá okkurt sjálv?
– Eg havi ljóbókalistan, har eg kann lesa
eitt sindur um hvørja bók, men ofta háli
eg bara bøkur út og lesi, hvat stendur
á. Eg hoyri eisini um bøkur, ella onkur
fortelur um eina bók, sum er góð, og so
læni eg onkra av teimum.
Á
bóka
savninum
Býarbókasavnið
víðkar um
upplatingartíðina
Lánarin
hendan mánaðin
Fram til jóla er jólaklipp á barnabókasavninum. Øll eru vælkomin
inn at gera sítt egna jólaprýði, sum antin kann takast heim við ella
heingjast upp á jólatræið, sum er gjørt burtur úr grønum klistribandi.
Á Býarbókasavninum er í løtuni navnakapping fyri børn. Fiskurin á
myndini líkist einum veruligum fiski av tí slagnum, sum livir djúpt
niðri á havsins botni, men eingin hevur nakrantíð sæð akkurát
hendan fiskin, og tí hava vísindafólk ikki givið honum navn. Tí biður
Astrid Andreasen, sum hevur teknað fiskin, børnini um hjálp: Um
tað er tú, sum finnur besta navnið til fiskin, vinnur tú eina plakat
og eitt árskort til Sjósavnið á Argjum. Kom inn á bókasavnið og
síggj upprunamyndina og legg uppskot títt í kassan í avgreiðsluni í
seinasta lagi leygardagin 20. desember.
Systir Louisa Smets
Jólaklipp
á barna
bókasavninum
Hvussu skal
fiskurin eita?
Fram
til jóla
Til leygardagin
20. desember