hósdagur 11. desember 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
8 • 12. desember 2014
Býarbókasavnið fór í apríl í ár undir at læna út e-bøkur gjøgnum skipanina eReolen. Higartil hava
e-bøkurnar hjá stóru donsku forløgunum sum Gyldendal, JP/Politiken og Lindhardt & Ringhof tó ikki
verið at funnið í eReolen, og tí hevur úrvalið verið heldur
avmarkað. Men nú er avtala gjørd um, at e-bøkurnar frá
teimum stóru forløgunum eisini verða við í eReolen, og við
hesum økist talið av bókartitlum í eReolen úr umleið 5.000
upp í meir enn 9.000. So teir lánarar, sum dáma at lesa
e-bøkur, hava nakað at gleða seg til. Føroyskar e-bøkur
eru ikki við í eReolen, men føroysk forløg hava møguleika
at bjóða e-bøkur sínar gjøgnum skipanina, ynskja tey
tað.Skaldsøgan F eftir Daniel Kehlmann gongur fyri seg
aftan á kreppuna í 2008. Brøðurnir Martin, Eric og Iwan
hava sum ávikavist prestur, spekulantur og listakennari
livað við sviki og falsan, men alt fær sín enda. Hetta er ein
vælskrivað skaldsøga, um hvussu alt til endans forgongur.
Tove Jansson hevði fylt 100 ár í ár, og hennara mumitrøll
sova vanliga allan veturin, men í bókini Trøllavetur
vaknar Mumitrøllið úr vetrardvala og upplivir kava og
kulda fyri fyrstu ferð.
Fyri tey eldri børnini, sum kunnu lurta eftir eini
framhaldssøgu.
Næstan tvífalt
so nógvar
e-bøkur til láns
Barnabókavørðarnir viðmæla jólasøgur
Nú
tíðliga
skýmir
er
hugna
ligt at
sita
saman
við børn
unum og
klippa
jóla
prýði
ella lesa
eina góða
bók
Astrid Lindgren hevur
skrivað, og Ilon Wikland
hevur myndprýtt
Hygg, Dikka, hygg, tað
kavar!, har lítlasysturin
hjá Dikku, Lisabeth,
kemur í vanda, tá hon
endar einsamøll mitt
í skóginum í øllum
kavanum.
Fyri 5 ár og eldri.
Mín jólabók er ikki til at koma uttanum, tí tað er her vit finna
allar tær upprunaføroysku jólasøgurnar. Hon er komin út
síðani 1950, og tað eru nú 10 ár síðani, hon skifti ham til ta
litføgru og størru útgávuna, sum vit kenna í dag, har ein søga
ella eitt ítriv er til hvønn dag fram til jóla.
Fyri 6 ár og eldri.
Ein jólaklassikari, sum vit ofta hava
leitað fram á bókasavninum millum
ár og dag, er Jólaeingilin Lítli Gutti,
um minsta eingilin Gutta, sum so
fegin vil hjálpa at heingja stjørnurnar
út. Marius Johannesen hevur umsett,
og søgan stendur í Jólabókini, 1975,
og aftur í 2007 í Míni jólabók.
Lagt til rættis:
Arnbjørn Dalsgarð, Býarbókasavnið
Bókajólatræ
á Býarbóka
savninum
Kom og síggj bókajólatræið
á Býarbókasavninum!
1
Jens Pauli Heinesen: Í Aldingarðinum. Egið forlag. 1971, s. 37
2
Tóroddur Poulsen: Villur. Fannir. 1992, s. 25
3
Hansu Kamban: Við tendraðum lyktum. Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn. 1982, s. 107
4
Jóanes Nielsen: Naglar í jarðarinnar hús. Fannir. 1987, s. 9
5
Heðin Brú: Fastatøkur. Egið forlag. 1965, s. 137
kviss
Lista
Svar til
kviss
síða 10