leygardagur 26. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 120 - 26. juni 2004
Nr. 120 - 26. juni 2004
3
C
M
Y
K
3
2
Miðbýurin gerast meira livandi
Ein heildarætlan er
nú komin fyri Dr.
Jakobsensgøtu/Sverri
sgøtu í Havn, sum
skal vera við til at
gera miðbýin meira
livandi
HEILDARÆTLAN
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Miðbýurin
skal
gerast
meira livandi, er greiði
boðskapurin
frá
Jan
Christiansen, borgarstjóra í
Havn.
Og fyri at tryggja, at so
verður, er nú ein heildar-
ætlan fyri Dr. Jakobsens-
gøtu/Sverrisgøtu samtykt í
býráðnum.
– Byggisamtyktin fyri
gøturnar er broytt soleiðis,
at eigararnir kunnu fáa
loyvi at byggja út, sigur Jan
Christiansen.
Bygningarnir skulu eftir
ætlan kunna vera í trimum
hæddum. Tað vil siga kjall-
ari umframt tvær aðrar
hæddir.
Nógv virksemi
Sum er í dag, so eru nógvir
handlar,
matstovur
og
annað á hesum báðum
gøtunum. Ætlanin er eisini
at halda tað soleiðis.
Eitt av krøvunum hjá
býráðnum er, at virksemi,
sum verður í kjallaranum á
matrikulognunum á gøtun-
um báðum, hevur nakað við
gøtuna at gera. Tað vil siga,
at tað skal vera ein mat-
stova, handil, barr, frisør-
salong ella líknandi. Sostatt
verður talan ikki um skriv-
stovur, teknistovur, trygg-
ingarfeløg og so framvegis.
Tað verður eisini møgu-
ligt hjá handlunum at
byggja eitt lítið hálvtak út-
frá handlinum. Jan Christi-
ansen tekur dømi við
Thomas Dam niðri í gongu-
gøtuni.
Ikki gongugøta
Heildarætlanin er samtykt
fyri at styrkja hjartað í
býnum, sigur borgarstjórin.
Í dag koyrir ferðsla eftir
vegunum, og sum er nú, er
onki, sum leggur upp til, at
tað fer at broytast.
– Ferðslan koyrir rímiliga
væl, men við at skipa økið
betri, so vænti eg, at vit
kunnu fáa eina glíðandi
ferðslu,
sum
spakuliga
koyrir, sum hon ger í dag,
sigur Jan Christiansen.
Málið er longu samtykt í
býráðnum og liggur nú til
hoyringar, har øll kunnu
gera viðmerkingar.
Ein heildarætlan er gjørd fyri Dr. Jakobsensgøtu/Sverrisgøtu, sum skal vera við til at styrkja miðbýin
Mynd: Jens Kr. Vang