leygardagur 26. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 120 - 26. juni 2004
Nr. 120 - 26. juni 2004
5
Fáa dagstovn í Hósvík
Í Hósvík er farið í
gongd við at byggja
ein spildur nýggjan
dagstovn, har pláss
verður fyri beint
undir 60 børnum
DAGSTOVNUR
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Hósvík: Um hálvan sep-
tember í ár skal eftir ætlan
standa ein nýggjur dag-
stovnur í Hósvík.
Fyri
umleið
trimum
mánaðum síðani varð farið
undir at byggja ein dag-
stovn í bygdini.
–
Bygdin
stendur
í
vøkstri, so um vit skulu
tryggja okkum, at barna-
familjur skulu tíma at vera
her, so mugu allir hentleik-
ar vera í lagi, sigur Jógvan
Mørkøre, borgarstjóri í
Hósvík.
Sum er nú, hevur komm-
unan eina dagrøktaskipan.
Ætlanin er, at dagrøktar-
mammurnar, sum arbeiða í
skipanini, skulu fáa arbeiði
á stovninum.
Umleið 45 børn eru í
løtuni í dagrøktarskipanini
hjá Hósvíkar Kommunu,
men á nýggja stovninum
verður pláss fyri beint undir
60 vøggustovu- og barna-
garðsbørnum.
Á stovninum verða stov-
ur bæði í erva og í neðra, og
møguleiki verður eisini fyri
frítíðarskúla.
Tó
sigur
Jógvan Mørkøre, at tað
kann væl verða, at frítíðar-
skúlin verður onkra aðra-
staðni í bygdini.
Kostnaðurin fyri nýggja
dagstovnin í Hósvík liggur
umleið 4,5 mió krónur.
Um hálvan september í ár verður nýggi dagstovnurin í Hósvík klárur. Pláss verður fyri beint
undir 60 børnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Viðurskiftini hjá
starvsfólki í Tórs-
havnar kommunu og
millum Tórshavnar
kommunu og Starvs-
mannafelagið eru nú
so vánalig, at um alt
ikki skal syndrast, má
leiðslan í høvuðsstað-
num av álvara taka
sær annað skinn um
bak, sigur Starvs-
mannafelagið, sum í
opnum brævi til
Tórshavnar komm-
unu hvessir tónalagið
OPIÐ BRÆV
Starvsmannafelagið
- Skilið kann ikki halda
fram, her má ruddast upp
nú!
Soleiðis byrjar Starvs-
mannafelagið brævið, ið er
sent til Tórshavnar komm-
unu um viðurskiftini hjá
starvsfólkunum í komm-
ununi.
– Ferð eftir ferð vísir
landsins størsta kommuna
sínum
starvsfólki
sína
manglandi virðing. Ar-
beiðsskipanir, útrokningar-
skipanir og hvørt av sínum
verður broytt frá degi til
dags, uttan at starvsfólk
ella fakfelag vita av og enn
minni verða spurd, sigur
Starsvmannafelagið.
Sambært
teimum
fer
kommunan lætt um sátt-
málaásetingar
og
lóg.
„Gongur tað, so gongur
tað”", tykist vera aðal-
prinsippið hjá kommunalu
myndugleikinum í Tórs-
havn.
Í 2000 gav táverandi
Tórshavnar
kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag legði saman við
Starvsmannafelagnum.
Orsøkin var heilt einføld:
Felagið hevði ikki orku til
at hondheva sáttmálan við
kommununa.
– Vit tóku yvir í góðum
treysti, men tað skuldi vísa
seg, at so nógvir trupul-
leikar alla tíðina standast av
handfaring
Tórshavnar
kommunu av sáttmála, lóg,
vanligum góðum fyrisiting-
arsiði og fólkaligheit so-
leðis, at vit hava verið
noydd at brúka stóran part
av okkara orku at royna at
ansa
eftir
Tórshavnar
kommunu.
Fyrireika kæru og
rættarmál
Hóast roynt hevur verið við
góðum í langa tíð, og hóast
sáttmálaviðurskiftini nú eru
broytt soleiðis, at sáttmáli
nú verður gjørdur við
Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið, har Tórshavnar
kommuna er limur, so eru
eingi tekin til, at komm-
unan ætlar sær at vísa seg
sum loyalan samstarvspart
við
Starvsmannafelagið
ella felagsins limir.
Starvsmannafelagið hev-
ur tí gjørt av at senda øll
týðandi stríðsmál við Tórs-
havnar kommunu til Føroya
rætt, gerðarrætt, Føroya
Landsstýri ella Løgingsins
Umboðsmann, alt eftir hvat
slag av málum talan er um.
Hvussu nógv mál av hvørj-
um slagi, talan verður um,
er ikki endaliga greitt, men
Starvsmannafelagið roknar
við, at hetta verður klárt
einaferð stutt eftir summar-
frítíðina.
Felagið ásannar, at tað er
harmiligt, at hetta skal vera
neyðugt, men hinvegin má
felagið eisini ásanna, at tað
ber ikki til at fáa Tórshavn-
ar kommunu at uppføra seg
seriøst ella at taka sáttmála,
starvsfólk ella fakfelag í
álvara og við virðing, sum
sømir seg.
Nøkur mál
Upp í saman hevur Starvs-
mannafelagið verið noytt at
venda sær til kommununa,
eftir at starvsfólk hava kært
sína neyð til felagið:
Uttan orð ella eið broytti
kommunan arbeiðsskipan-
ina á skúlatannlæknastov-
uni, soleiðis at arbeiðstíðin
í veruleikanum øktist - fyri
óbroytta løn.
Uttan orð ella eið gjørdi
kommunan eina útrokning
av frítíðarløn til dagrøkt-
arar, soleiðis at hesar fingu
minni løn - ja, minni enn
sjálv lógin um frítíðarløn
ásetir. Starvsmannafelagið
kærdi til landsstýrið. Tórs-
havnar kommuna lovar bót
og bata - einki hendir.
Uttan orð ella ei broytir
kommunan útrokning av
frítíðarløn av vaktargjøld-
um frá 12% niður í 1,5%.
Ongin
verður
spurdur,
eingin verður hoyrdur og
eingin grundgeving verður
givin.
Tað stendur í sáttmála-
num, at dagrøktarar skulu
hava løn undir sjúku. „Tað
er ein feilur”, sigur komm-
unan eftir einaferð enn at
hava skrivað undir sama
sáttmála! Og dagrøktarar
fáa ikki løn undir sjúku,
hóast tað stendur í sátt-
málanum.
Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið boðaði frá longu
12. januar, at teir fyri-
reikaðu málið til gerðarætt.
Tá so einki hendi, avgjørdi
Starvsmannafelagið
23.
februar at leggja málið fyri
gerðarætt, men enn í skriv-
andi stund hevur gerðar-
rætturin ikki so frægt sum
fingið eitt svar frá hinum
partinum. Starvsmannafel-
agið hevur tí nú biðið sín
advokat um at brúka øll
amboð, sum lógin hevur,
fyri at tvinga eina avgerð
ígjøgnum, so Kommunala
Arbeiðsgev-arafelagið (tað
er í hesum føri tað sama
sum Tórshavnar kommuna)
ikki skal sleppa at halda
fram við at súlta og forhála
málið.
Í mong ár hevur stemp-
ulklokkuskipanin havt ein
knøtt, sum fólk skulu trýsta
á, tá tey fara til jarðarferð
ella lækna. Hetta hava tey
gjørt í hesi ár, uttan at tey
vórðu drigin í løn fyri hetta.
Hetta ætlaði kommunan at
broyta frá degi til dags,
uttan at hoyra ella spyrja
nakran. Hetta fingu fak-
feløgini so útsett í eina tíð.
Men at virða hesa skipan
sum part av sáttmálanum
og siga hana upp saman við
sáttmálanum, kundi ikki
fallið Tórshavnar komm-
unu inn. Tískil er felagið
tvingað at fáa rættarúrskurð
um hetta.
Avleiðingarnar
Tað, at Starvsmannafelagið
hevur gjørt av at klaga og
stevna Tórshavnar komm-
unu, merkir ikki, at felagið
hevur lagt møgulig onnur
stríðsamboð á hillina.
Starvsmannafelagið veit
væl, at Tórshavnar komm-
una hevur avgjørt at seta ta
nýggju
skipanina
fyri
læknaørindi og jarðarferð í
gildi tann 1. juli fyri at fáa
felagið at steðga arbeiðnum
í summarfrítíðini og harvið
spara pening, uttan at tað
nervar kommununa.
Men soleiðis verður ikki.
Starvsmannafelagið
fer
sjálvt at avgera, um og nær
møgulig onnur tiltøk enn
klaga og stevning skulu
setast í verk.
Brævið er undirskrivað
av Heina Joensen, virkandi
formanni í Starvsmanna-
felagnum.
Starvsmannafelagið hvessir tónan
EYGNASJÚKA
Tíðindaskriv
Í februar var ein tema-
dagur á Blindastovninum
um eygnasjúkuna Reti-
nitis Pigmentosa (kikara-
sjón), har fólk úr Dan-
mark við kunnleika til
sjúkuna hildu skeið.
Góð undirtøka var á
skeiðnum, ið gav íblástur
til at gera ein áhugabólk,
sum kundi skipa fyri
skeiðum og tiltøkum.
Tá tað óiva eru fleiri,
sum sita runt um í land-
inum og møguliga hava
eygasjúkuna, hevði tað
verið ynskiligt, at hesi
ella
teirra
avvarandi
gjørdu vart við seg, tí tá
hevði verið betur møgu-
leiki fyri at skipa fyri
størri skeiðum og tiltøk-
um - bæði fyri teimum, ið
hava
egnasjúkuna
og
teirra avvarandi.
Við í áhugabólkinum eru:
• Niels Olsen (avvarandi)
• Sólva Vang (avvarandi)
• Anna Nielsen
(hevur eygnasjúkuna)
• Ruth Thomsen
(hevur eygnasjúkuna)
Áhugað kunnu venda
sær til Ruth Thomsen
tlf. 316755
Skeið fyri fólk við
kikarasjón
KÓRVITJAN
Tíðindaskriv
Í dag, leygardagin, fær
Fuglafjarðar sangkór vitjan
av Torsdagskoret úr Suður-
slesvík. Kórið kemur til
Føroya í dag, leygardag, og
býr í skótahúsinum á
Kambsdali.
Kórleiðari tess er Aase
Pejtersen, sum er tónleika-
lærari í Gustav Johannsen-
Skolen í Flensborg, sum er
skúli fyri danska minni-
lutan í Suðurslesvík. Fugla-
fjarðar gentukór var og
vitjaði
Aase
Pejtersen
1994. Hetta var ein sera
væleydnaður túrur.
Sunnudagin
27.
juni
syngur kórið undir guðs-
tænastuni í Fuglafjarðar
kirkju kl. 11 og hevur kon-
sert í kirkjuni kl 16.
Mánadagin 28. juni kl 20
konsert í Christianskirkjuni
í Klaksvík.
Týsdagin 29. juni kl 20
konsert i Eiðis kirkju.
Mikudagin 30. juni kl.
19:30 konsert í Norður-
landahúsinum
Fríggjadgain 2. juli kl.17
konsert í Kirkjubøar kirkju.
Kórvitjan úr Suðurslesvig
C
M
Y
K
5
4
www.reproz.com