Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 120 - 26. juni 2004 Nr. 120 - 26. juni 2004 7 25 pisur í Suðuroy Í miðnámsskúlanum í Suðuroy hava 25 studentar tikið prógv í ár. Næsta ár er um- søkjaratalið næstan tvífaldað NÝKLAKTAR PISUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eins aðrastaðni í Føroyum, er hetta eisini tíðin, tá ið skúlarnir í Suðuroy eru lidnir. Eisini á Miðnáms- skúlanum í Suðuroy hava tey nú riggað av. Og í ár vóru tað 25 stud- entar, sum tóku prógv á miðnámsskúlanum í Suður- oy. Teir vóru í tveimum flokkum. Í øðrum flokk- inum vóru 13 studentar og í hinum vóru 12. Teir 25 nýklaktu student- arnir fingu prógvini á sam- komu í Vágs skúla seinna- partin hósdagin og í gjár- kvøldið klokkan 19 skuldi pisufundur vera á stóra fríøkinum við minnisvarð- an yvir sjólætnar í Vági. Har skuldi Jóannes Eid- esgaard, løgmaður, halda pisurøðuna. Fyri stud- entarnir skuldu Rakul Borg úr Vági, røða. Fáa serligan heiður Men gongst sum ætlað, verða tað munandi fleiri studentar, sum byrja aftur á skúlanum eftir summarfrí- tíðina. Tað vísir seg nevniliga, at áhugin fyri at fara á stud- entaskúla, er munandi vaks- in og umsóknirnar til at byrja á studentaskúla í Suð- uroy eftur summarfrítíðina í ár er næstan tvífaldað aft- urímóti tí, tað er nú. Sostatt byrja 44 næm- ingar á studentaskúlanum í Suðuroy eftir summarfrí- tíðina, soleiðis sum tað nú sær út. Tveir flokkar verða og annar flokkurin er fullur við 24 næmingum. Í hinum flokkinum eru næmingarnir 20 í tali. Men hjá teimum, sum byrja á studentaskúla í Suð- uroy eftir summarfrítíðina, eru eisini útlit til nakað heilt serligt. Og tað er at flyta í spildurnýggjan stud- entaskúla. Skúlin húsast undir sera vánaligum umstøðum í fleiri hølum í Vági. Men nú er farið undir at byggja nýggjan skúla í sera nátt- úruvøkrum staði vesturi við Vatnið í Vági. Gongst sum ætlað, verður skulin liðugur á sumri í 2006. Sostatt verða tað tey, sum nú byrja á skúlanum, sum fáa heiðurin av at vera teir fyrstu næmingarnir í nýggja skúlanum. Tey kunnu nevniliga síggja fram til at ganga tað seinasta árið í spildur- nýggja og stásiliga skúla- bygninginum tað seinasta árið. Byggingin seinkað Nýggi Studentaskúlin í Vági hevur verið eitt um- stríddur. Serliga er tað spurningurin um megin- bókasavnið, sum stríð hev- ur verið um. Ætlanin var at gera eitt meginbókasavn í sambandi við skúlan, men tað datt niðurfyri, tí kommunurnar í oynni tóku ikki undir við tí. Hvør kommuna skuldi be- tala sín part av bókasavnin- um, men Vágs Kommuna hevði átikið sær at betala tann størsta partin. Men umframt Vág, vóru tað bara fámjiningar, sum vórðu sinnaðir at betala til bókasavnið. Onkrar aðrar kommunu søgdu seg tó sinnaðar at vera við í ætlanini, um so var, at allar vóru við. Men tað eydnaðist ikki og sostatt datt ætlanin niðurfyri. Hetta er rættiliga fallið Vágs Býráð fyri bróstið og á einum býráðsfundi her- fyri, har spurningurin varð umrøddur, høvdu bý- ráðslimir á munni, at tað varð ringt at tosa um sam- starv í Suðuroynni, tá ið kommunurnar ikki so frægt sum kundi semjast um hetta. Teir vístu eisini á, at grivið var út fyri bókasavn- inum, men nú stóð bara eitt grótbrot eftir. Men hetta grótbrotið skuldi eita meg- inbókasavnið, søgdu teir. Tað varð eisini ført í gerðarbókina hjá kommun- uni, at tað bara vóru fámj- iningar, sum høvdu játtað at vera við í ætlanini. Eisini leiðarin á Mið- mámsskúlanum, Ole Laur- sen, harmast um, at megin- bókasavnið datt niðurfyri. Hann sigur, at skúlin vildi fegin havt eitt megin- bókasavn. Men tá ið ætlan- in kom upp, vóru tey meiri ivingarsom, Men tað var ikki tí, at tey vóru ímóti sjálvum bókasavninum. – Eitt meginbókasavn vildu vit fegin havt. Men tá ið hugskotið kom um at gera eitt slíkt í sambandi við nýggja skúlan, var als onki fyrireikað í sambandi við bókasavnið. Og vit stúrdu fyri, at skuldi eitt megin- bókasavn fyrireikast og tengjast upp í skúlan, fór tað at seinka byggingini, sigur hann Hann sigur, at tað hevur eisini seinkað byggingini, hóast tað nú datt niðurfyri kortini. Men eftir nýggu tíðarætl- anini, skal skúlin so verða liðugur í august í 2006. Í 3.x eru pisurnar:Aftara rað frá vinstru: Súsanna Dimon, Porkeri, Dan Veihe, Porkeri, Jan Vestergaard, Akrar, Ingun Midjord, Trongisvágur og Sára Vinther, Vágur. Í fremra raði standa frá vinstru Elisabeth Kambsgarð Sørensen, Tvøroyri, Barbara Brattalíð, Trongisvágur, Lykke Beinta Kjær Poulsen, Tvøroyri, Eyð Tausen Magnussen, Fámjin, Rakul Borg, Vágur, Herit Vivi Albinus, Øravík og Tóra Maria Hammer, Fámjin Í 3.a eru pisurnar: Aftara rað frá vinstru: Eiler Sørensen, Porkeri, Elvis Hammerfoss, Leo, Froðba, Jóan Pauli Klein Thomassen, Vágur, Hjalgrím Thór Andreasen, Vágur og Sonni Thorbjørn Petersen, Froðba. Í Fremra raði frá vinstru eru tær Alexandra Guðrið Múller, Porkeri, Sára Maria Holm, Porkeri, Annika Norðberg, Vágur, Guðrun Dimon, Trongisvágur, Yngva Ramona Vestergaard, Vágur,Eir Jógvansdóttir, Trongisvágur, Sigrid í Skemmuni, Porkeri og Charlotta Djurhuus, Porkeri Ein stór provokatión Formaðurin í ment- anarnevndini í løg- tinginum, Andrias Petersen, heldur lítið um framferðarháttin hjá leiðsluni í SVF. - Teir taka okkum til gíslar við hasum framferðarháttinum, sigur hann SAMSENDA VIÐ DR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg má siga, at eg undrist stórliga á framferðarháttin hjá teimum. Hatta er ómetaliga fantasileyst, um teir vænta at fáa fleiri peng- ar við hasum framferðar- háttinum. Við núverandi búskaparstøðu kunnu vit als ikki lova teimum eina hægri játtan. Formaðurin í mentanar- nevndini í løgtinginum, Andrias Petersen, heldur lítið um framferðarháttin hjá Sjónvarpi Føroya. Hann er sannførdur um, at talan er um eina provokatión frá leiðsluni á stovninum fyri at fáa eina hægri játtan. – Teir taka okkum til gíslar við hasum framferð- arháttinum. At markið er sett til 1. oktober er sjálv- sagt ikki tilvildarligt, tí júst tá verður farið undir at við- gera fíggjarlógina fyri 2005, vísir eysturoyarting- maðurin hjá Javnaðarflokk- inum á. Aðrar rásir Andrias Petersen sigur, at fremsta uppgávan hjá SVF er at upplýsandi og við- komandi føroyskt tilfarð. – Vit skulu sjálvsagt hava tilfar úr Danmark, men eg haldi tað er ógvuliga prim- itivt bert at velja eina rás. Normenn og sviar eru eisini stinnir til at gera sjónvarp, og hví ber ikki til at fáa tilfar frá teimum, spyr formaðurin í mentan- arnevndini. Spurdur, um hann vænt- ar, at ætlanirnar hjá leiðsl- uni í SVF gerast veruleiki, svarar Andrias Petersen, at tað er ilt at meta um. – Leiðslan í SVF hevur fullan avgerðarrætt í at leggja skránna, og tí kann politiski myndugleikin ikki ávirka raðfestingarnar hjá stovninum, sigur Andrias Petersen at enda. – Teir taka okkum til gíslar við hasum framferðarhátt- inum. At markið er sett til 1. oktober er sjálvsagt ikki tilvildarligt, tí júst tá verður farið undir at viðgera fíggjarlógina fyri 2005, vísir Andrias Petersen á Fyrrverandi lands- stýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, heldur, at Sjónvarp Føroya átti at sløkt eftir klokkan 21, um orka ikki er til at umseta útlendska tilfarið til føroyskt. - Tað er burturvið, at vit skulu rinda 2000 krónur í sjónvarps- gjaldið fyri at hyggja at óviðgjørdum út- lendskum tilfarið, sigur tjóðveldisting- kvinnan SAMSENDA VIÐ DR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í Degi og viku hóskvøldið kom undan kavi, at leiðslan í Sjónvarpi Føroya hevur ítøkiligar ætlanir um at kollvelta sendiskránna hjá stovninum. Stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal, segði í Degi og viku, at frá 1. okto- ber í ár verður føroyskt til- far at síggja millum klokk- an 18-21 hvørt kvøld, meðan restina av sendi- tíðini verður samsent við donsku sjónvarpsrásina DR. –Fíggjarligi karmurin hjá SVF er smalur, og tí hava vit heldur tikið hetta stigið, enn at siga 3-5 fólkum úr starvi. Vit hava fingið eina góða avtalu við DR, har lítil og eingin samsýning verður givin, og Sjónvarpið fer tí at spara pening, greiddi Mikkjal Helmsdal frá í Degi og viku hóskvøldið. Heldur svartan skerm Farna samgonguskeið sat tjóðveldistingkvinnan, Annita á Fríðriksmørk, eitt skiftið sum landsstýris- kvinna í mentamálum. Vit hava spurt hana, hvat hon heldur um kollveltandi stig- ið hjá leiðsluni í Sjónvarpi Føroya. – Samsendingin við DR má fyri alt ikki gerast ein koddi hjá SVF. Málsetn- ingurin má sjálvsagt vera at framleiða meira føroyskt tilfar eftir klokkan 21. held- ur Annita á Fríðriksmørk. Hon er av teirri áskoðan, at kann SVF ikki fáa út- lendsku sendingar umsettar til føroyskt, er skilabetri, at Sjónvarpið gevst at senda eftir klokkan 21. – Tað er burturvið, at vit skulu rinda 2000 krónur í sjónvarpsgjaldið fyri at hyggja at óviðgjørdum út- lendskum tilfarið. Er ikki orka til at umseta tilfarið ella fáa føroyskar røddir, átti Sjónvarpið at havt svartan skerm eftir klokkan 21. Sum fremsti mentanar- berin í føroyska samfel- agnum skulu vit sjálvsagt hava útlendska tilfarið um- sett til føroyskt, sigur tjóð- veldistingkvinnan Ikki afturstig Spurd, um talan er um eitt afturstig hjá Sjónvarpi Føroya, svarar tingkvinnan, at tað metir hon ikki. Hon vísir á, at SVF hevur sum er nógvar DR-sendingar á skránni, og einasti munurin verður, at sendingar hjá DR verða sendar feskar, heldur enn forskotnar. Ikki nøktandi Sjónvarp Føroya hevur gjørt av at samsenda við sjónvarpsrásina hjá Danmarks Radio. Sam- sendingin skal verða frá klokkan tólv á middegi hvønn dag. Nýggja skráin byrjar í heyst. Tað føroyska tilfarið, sum verður at síggja, skal verða millum klokkan seks og níggju á kvøldi. Hetta er av sjón- varpsstjóranum Mikkjali Helmsdal definera sum eitt sparitiltak. Fleiri fólk skulu ikki sigast úr starvi, sigur hann. Men fyrrverandi sjón- varpsstjórin, Tróndur Djurhuus, heldur ikki, at nýggja skráin hjá SVF er nøktandi. – Út frá einum public service sjónarmiði er tað sjálvandi ikki nøktandi. Eg ivist í, um tað er rætt at blanda eina danska public service rás og eina føroyska upp á handa mátan. Tað gjørdi eg vart við í teimum sjónvarpssendingum, sum vóru herfyri, sigur Tróndur Djurhuus. – Eg kann siga tað, sum eg segði í jubile- ums-sendingini hjá sjónvarpinum herfyri, har eg meinti, at tað er skilagott, at Sjónvarp Føroya sum stovnur framleiðir føroyskt tilfar til fleiri miðlar - bæði til sjónvarp, internet, og hvat mann annars kann hugsa sær. Og so meinti eg tað, at tann fram- leiðslan, sum sjonvarpið kemur við, liggur í primetime í einari skrá, sum annars er føroysk. Men aðrar viðmerkingar havi eg so ikki, sigur Tróndur Djurhuus, fyrr- verandi sjónvarpsstjóri. -hkm – Út frá einum public service sjónarmiði er tað sjálvandi ikki nøktandi. Eg ivist í, um tað er rætt at blanda eina danska public service rás og eina føroyska upp á handa mátan, sigur Tróndur Djurhuus, fyrrverandi sjónvarpsstjóri Gevst heldur klokkan 21 Landsstýrismaðurin í mentamál- um, Jógvan á Lakjuni, gjørdist rættiliga illa við av tíðindunum í Degi og viku um, at SVF ætlar at samsenda við DR stóran part av senditíðini SAMSENDA VIÐ DR Páll Holm Johannesen Landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni hvakk við, tá hann í Degi og viku hoyrdi sjónvarpsstjóran, Mikkjal Helmsdal greiða frá avgerðini hjá leiðsluni um at samsenda við DR í vetur. Við Útvarp Føroya sigur landsstýris- maðurin, at hann hevur ikki verið í sam- band við leiðsluna í Sjónvarpinum um ætlanina, og hann vónar, at hann fær høv- ið til at skifta orð við sjónvarpsstjórin um avgerðina. Jógvan á Lakjuni er fullgreiðir yvir, at hann ikki hevur heimildir at blanda seg í redaktionellu viðurskiftini hjá SVF, men hann ynskir kortini at tosa nærri við sjón- varpsstjóran. Í Útvarpi Føroya setti landsstýris- maðurin spurning við, um SVF ikki flytir redaktionellur ábyrgdina úr Føroyum til at Danmarkar at umsita. Spurdur um útlitini fyri eini hægri játtan til SVF, svaraði Jógvan á Lakjuni, at tað fór at verða trupult at játta fleiri pengar til SVF. Illa við C M Y K 7 6