Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 120 - 26. juni 2004 Nr. 120 - 26. juni 2004 9 Rákið er tað sama í Føroyum, alt fleiri fyrispurningar koma um tæ nastuna Vøru- hotell. Í Vestureuropa hevur góð helvt av fyritøkunum lagt goymsluna út til triðja per- són. Hetta er fyri at brúka tíð og orku upp á tað, sum tey eru best til. Fyritøk- urnar leggja seg eftir teirra »kjarnuøki« - Core Buss- iness. Enn hava ikki so nógvar føroyskar fyritøkur útbjóðað goymsluna, men gongdin er greið: Alt fleiri fyritøkur venda sær til Eim- skip við fyrispurningi um fullfíggjaða goymslu- og logistikkloysn. Fyritøkur velja ofta at fevna ov breitt, og tí verður stundum tíð og orka brúkt upp á evni, sum ikki eru partar av málinum hjá fyri- tøkuni. Evni, sum ikki eru inntøkufremjandi. Hesi eiga at verða skild frá og løgd út til triðja mann. Hálvan mai gjørdu MBM og Eimskip avtalu um »gisting á Vøruhotelli«, sum í fyrsta umfari ber í sær ,at MBM leggur fóður og annaðí sekkjum á Vøruhotellið. MBM út- bjóðar part av goymsluni til Eimskip. Søla og flutningur av hesum vørum í Suður- streymoy, Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjum verður framyvir samskipaður gjøgnum Vøruhotellið og MBM í Hoyvík og í Kollafirði. Sambært Kim Petersen, søluleiðara á MBM, er hetta til fyrimuns fyri bæð i MBM og viðskiftafólk teirra. »Nú er meira fokus á framleiðslu og sølu, og minni orka verður nýtt upp á goymslu og logistikk. Eisini verða kostnaðirnir broytiligir so- leiðis at vit bert gjalda fyri taðvøru, vit hava á goymslu«. Í Suðurstreymoy kunnu bøndurnir avheinta fóður og annað á plattum beinleiðis á Eimskip, bert ein útflýggjan er gjørd frá MBM frammanundan. Í heimshøpi síggja vit eina miðsavnan av goymsl- um. »Logistikk-økini« verða alt størri, skjótari flutningurin fer fram. Fleiri fyritøkur hava eina ella fáar goymslur fyri alt Europa. Aðrar hava eina goymslu fyri alt Skandinavia, Før- oyar íroknaðar. Eftir at keypiorkan í eystureuro- peisku londunum er økt, flytir miðjan í Europa seg eystureftir. Somuleiðis flyta m e g i n g o y m s l u r n a r eysturyvir (kelda: Groene- wout). Tað kann merkja. at longri verður frá goymslunum til Før- oya, og harviðkann tørvur vera á størri goymslu í Føroyum. Eimskip bjóðar samlaða logistikk loysn við vøru- hotelli og »flutnings- miðdepli« - Distribution Centre. Eimskip bjóðar tænastu við flutningi frá hurð til hurð, vørugoymslu og -stýring og koyring til triðja mann. Á Vøru- hotellinum kunnu eisini virðisøkjandi framleiðslir gerast, so sum at seta deilir saman, at umpakka, at merkja og at ummerkja vøru. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út fýra bøkur. Tríggjar barnabøkur og eina smábarnabók TÍÐINDASKRIV Bókadeild Føroya Lærarafelags Ælabogadreymurin hjá Malju Hetta er heldur størri bók enn vanligt, og hon snýr seg um Malju, sum liggur í fasta svøvni í lítlu song síni. Brádliga fer hon at droyma. Malja droymir, at hon fer at ferðast, og vinir hennara koma við. Í dreyminum ferðast tey í vøkrum og litríkum um- hvørvi. Bókin, sum er væl egnað til tey 0-3 ára gomlu, er 28 síður í føgrum litum, innbundin og kostar 90 kr. í bókabúðunum. Eg skal hava ein hund Helena ynskir sær so inni- liga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie. Saman við pápa sínum finnur hon Hussie eitt stað at sova, og hann vísir henni eisini, hvat hon skal geva Hussie at eta, tí pápin er tann ein- asti, sum í fyrsta umfari kennir til loyndarmál henn- ara. Tá ið Helena hevur víst í verki, at hon dugir at ansa eftir einum hundi, gongur hennara hægsta ynski út… Bókin, sum er væl egnað til tey 4-6 ára gomlu, er 58 síður, innbundin, mynd- prýdd og kostar 120 kr. í bókabúðunum. Hennara hátign Sleikisneis Tíðrikur kongur, Aðalbjørg drotning og Petronella prinsessa búgva á slottinum. Prinsessan er ógvuliga forkelað og fær alt, sum hon vil hava. Tá ið hon fyllir átta ár, sleppur hon at velja sær okkurt, sum hon ynskir sær - og hon ynskir sær ein grís. Svínajákup verður settur at ansa grísasúnni og slots- venja hana, men tað ringasta er, at drotningin hevur lovað, at kemur súgvin inn á slottið at búgva, rýmir hon… Skattaoyggin Nú kemur sjórænarasøgan, ið ber av øllum, út á før- oyskum. Hetta er ein klassikari, ið fleiri ættarlið hava lisið, síðan bókin varð givið út á fyrsta sinni í 1883. Søgugongdin byggir á eitt kort, ið ungi Jim Hawkins undir serligum umstøðum fær hendur á. Kortið er av eini oyggj, har ein skattur er grivin niður. Fleiri vilja hava hendur á skattinum. Ikki bara skiparin, góðseigarin og læknin, ið skipa ferð til Skattaoyna við skipinum Hispniola, men eisini einbeinti kokkurin, Long John Silver og hansara harkalið. Skattaoyggin, sum er væl egnað til tey 9 ára gomlu og eldri, er 232 síður, innbundin og kostar 150 kr. í bókabúðunum. Edward Fuglø myndprýddi permuna. Fleiri barnabøkur frá Bókadeildini Stórur partur av fyritøkunum í Europa útbjóða tænastuna „goymsla” Kim Petersen, søluleiðari á MBM og Bergur Sørensen, leiðari á Vøruhotellinum hjá Eimskip saman viðeinum platti av seyðafóðuri. Ein av fleiri vørum hjá MBM á vøruhotellinum Hóskvøldið kom heimsins størsta flótandi bókasøla á Havnina. Trúboðanarskipið Doulos er komið til landið og verður her til mánadagin tann 5. juli, tá leiðin gongur til Frankaríkis. Hópin av tiltøkum verða umborð, meðan skipið er í Føroyum VITJAN Myndir: Jens K. Vang Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Trúboðanarskipið Doulos kom á Havnina hóskvøldið. Stór móttøka var fyri skip- inum, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður helt røðu. Umborð eru tveir føroying- ar, og skipið skal liggja í Havn til mikudagin í kom- andi viku. Tá gongur leiðin til Klaksvíkar, har skipið verður liggjandi til mána- dagin 5. juli. Meðan skipið liggur í Føroyum er tað opið allar dagarnar fyri almenningin- um. Til ber at fara umborð til eina rundferð og at vitja ta stóru bókasøluna, sum er opin allar dagarnar frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan 22 á kvøldi. Fleiri tiltøk Nógv ymisk tiltøk eru á skránni umborð á skipin- um, meðan tað liggur her. Mánakvøldið verður eitt serligt tiltak fyri kvinnur, har kvinnur frá ymsum londum fara at greiða frá tí dagliga lívinum og eisini frá bíbilskum søgum. Eitt líknandi tiltak verður so eisini týskvøldið, men tá verður tað fyri menn. Týs- dagin verður somuleiðis eitt tiltak fyri børn á skránni. Klokkan 10.30 og 13 verður tað, og kallast tað eitt trúboðanarævintýr fyri børn í aldrinum átta til tólv ár. Hjørleif Vang er umboðs- maður fyri OM, sum er felagsskapurin, sum skipið siglir fyri. Hann greiðir frá, at umborð er eisini ein stór kaffistova, har fólk kunnu seta seg niður og njóta ein heitan munn, meðan tey vitja umborð. Mikudagin um hálvgum fýra tíðina seinnapartin fer skipið av Havnini til Klaks- víkar. Somuleiðis ber til at vitja skipið, meðan tað liggur í Klaksvík. Leygarkvøldið verður eitt altjóða tiltak, har tað við tónleiki, leiki, sangi og dansi av ymsum slagi verður varpað ljós á ymiskar mentanir. Tað eru fólk frá øllum møguligum tjóðum umborð, so tað verða ivaleyst nógvar ym- iskar mentanir á skránni. Hetta tiltakið verður tó ikki umborð á skipinum, men í KÍ høllini. Í sambandi við tiltakið siglir Dúgvan ein eykatúr av Klaksvík til Leirvíkar á midnátt, tá tiltakið er liðugt. Sunnudagin verður so tiltakið fyri børn aftur á skránni, og mánadagin leggur skipið leiðina til Frankaríkis. Søguligt skip Doulos er upp á mangar mátar eitt søguligt skip. Tað varð bygt í 1914 og er sostatt bert tvey á yngri enn Titanic hevði verið. Tað er somuleiðis við sínum yvir 6.000 ymisku bókatitlum, sum eru í bókasøluni um- borð, heimsins størsta flót- andi bókasøla. Hetta er fyrstu ferð, at Doulos vitjar í Føroyum, men onnur skip undir OM hava verið her. Í 1983 var Logos I her, og blíðskapurin, ið tá varð sýndur teimum, gjørdi, at tey vildu koma aftur. Logos I rendi tó á land og sakk, og seinni kom so Logos II. Tað skipið vitjaði í Føroyum í 2001. Og hósdagin kom so Doulos fyri fyrstu ferð til Føroyar. Við umborð eru tveir føroyingar. Kapteinur- in Árni B. Jensen og ein kvinna, sum eitur Margith Olsen. Nakrir føroyingar afturat fara við aftur skipinum, tá tað fer til Frankaríkis. Flótandi bókasøla komin til Føroyar Ganga Føroyar suður og norð Eins og undanfarin ár verður gongutúr- urin úr Akrabyrgi í Enniberg á skránni. Og um nóg stór und- irtøka verður fyri tí, verður eisini skipað fyri gongutúri úr eyst og vest einaferð í juli mánaði FERÐAVINNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fyri triðju ferð verður hesin gongutúrurin aftur á skránni. Túrurin byrjar leygardagin 3. juli og endar leygardagin 10. juli. Kunningstovan í Havn hevur í samstarvi við hinar kunningarstovurnar og gongufeløgini kring landið gjørt av at bjóða áhugaðum eina uppliving fyri lívið, verður sagt av kunningarstovuni. Ætlanin er at fylgja varðagøtunum og at hava staðkendir ferðaleiðarar við, ið kunnu greiða frá um søgu og sagnir á leið- ini. Tey, ið fara við, mugu hava soviposa og rygg- sekk við. Gist verður á vallaraheimi og ella gistingarhúsi. Í 2000 og 2001 varð gingið úr Akrabyrgi í Enniberg. Men í 2002 høvdu fólk hug at royna at ganga av Eystfelli í Myk- ineshólm. Tveir spenn- andi túrar við søgum , sagnum og stórbærari náttúru, sigur kunningar- stovan í tíðindaskrivi. Øll, ið orka at ganga 5- 7 tímar um dagin í eina viku, kunnu koma við. Tað ber eisini til at tekna seg fyri partar av túrinum, um so er at tíðin ikki loyvir einum at vera við allan túrin. Um áhugi er fyri tí, verður eisini gingið eyst- ur-vestur seinni í juli. Til ber at tekna seg á Kunn- ingarstovuni á tlf 315788 ella á visittorshavn@vis- ittorshavn.fo Aftur í ár verður skipað fyri gongutúri úr Akrabyrgi í Enniberg Hóskvøldið kom Doulos á Havnina, har skipið skal liggja til komandi mikdag, tá leiðin síðani gongur til Klaksvíkar Við Doulos hetta kvøldið vóru tveir føroyingar. Kapteinurin Árni B. Jensen og Margith Olsen úr Klaksvík. Mong vóru spent at síggja hana aftur Stór mannamúgva var á bryggjuni og tók ímóti Doulos, tá tað kom á Havnina hóskvøldið C M Y K 9 8