leygardagur 26. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 120 - 26. juni 2004
Nr. 120 - 26. juni 2004
11
Mangir eru teir føroyingar, sum í hesum døgum sita
sum trælabundnir til sjónvarpssíggjan. Um teir vilja tað
ella ikki. Um teir eru fótbóltsfreaker ella ikki. Ringt er
at koma uttan um skíggjan, ið hevur víst EM fótbólt
uttan íhald og fer at halda fram við tí komandi dagarnar
eisini. Gott tað sama, tí hetta er undirhald, tá tað er
best. Ynskir tú spenning og action er einki sum ein
javnur, spennandi, skjótur og vælspældur dystur
millum heimsins bestu fótbóltstjóðir. Her fær tú alt í
einum cocktaili: spenning, eitt listarligt upplivilsi fyri
ikki at tosa um innastu kensluna av tjóðskapi.
Hetta fingu vit ikki minst at sanna hóskvøldið, tá eitt
slag av David og Goliath hólmgongu varð á skíggjanum.
Føðiland fótbóltsins Ongland og nýggja stjørnan á fót-
bóltshimmalinum Portugal brustu saman í einum gysara
av einum fótbóltsdysti, har tú eina løtu tók synd í gull-
randaðu bretsku spælarunum fyri síðani ta næstu løtuna
at halda við "the underdogs" úr pinkulandinum Portugal,
tá teir stóu andlit til andlit við kempuna Goliath.
Hvør Hanus og Janus í landinum kennir úrslitið av hes-
um fyrsta kvartfinaludystinum í EM-kappingini í Portu-
gal. Ein lemjandi ósigur til Ongland, tá hugsað verður
um stødd, traditión og dygd. Høgtvirdi og ikonlíknandi
Beckham gjørdi eitt persónligt sjálvmál, so tað stóð eftir,
tá hann brendi brotsspark og var tað annað brotssparkið
hann brendi í kappingini. "Højt at flyve dybt at falde" er
eftirmæli hansara í hesi stund. Fáa staðni kanst tú koma
so høgt á tindarnar og so bráddliga fella so djúpt sum í
fótbólti. Kappingin hevur so ikki bara fingið ein bráan
enda fyri Ongland. Eisini frægar fótbóltstjóðir sum
Týskaland, Spania og Italia hava lagt kongin.
Hetta særir kenslurnar hjá mongu milliónum av fót-
bóltsfjepparum men fyri tað er dómadagur ikki komin.
Hóast "títt/mítt" land hevur tapt, so fara sjarmerandi og
vælspælandi "underdogs" fótbóltstjóðirnar sum Dan-
mark, Svøríki, Tjekkia og nú eisini Portugal at gera fót-
bóltsupplivingina til nakað enn størri, eisini tí her er
talan um liðavrik og í minni mun nærum avgudadyrkan
av monnum sum Beckham, Raul, Totti og Ballack. Vit
fara tó framvegis at síggja einstaklinga fóltbóltskynstur
á vølli, nú spælarar sum Ronaldo, Larsson, Thomasson
og Nedved fara at leggja alt teir eiga í spælið.
Men vit eiga so heldur ikki at gloyma, at fótbóltstjóðin
yvir øllum fótbóltstjóðum seinastu árini, Frakland
framvegis er við í kappingini. Hóast vit fegin síggja ein
nýggjan EM-vinnara so sum Portugal, Tjekkia, Dan-
mark ella Svøríki, so sleppa vit ikki uttan um fronsku
virtuosarnar. Liðið, sum bæði hevur vunnið HM og
EM og sum nú skal verja sítt EM-heiti. Fyri føroyska
áskoðaran kann tað vera áhugavert at síggja Frakland
aftur at vinnarapallinum, tí hetta er tjóðin vit skulu
spæla ímóti í HM-undankappingini. At fáa vitjan av
einum nýbakaðum EM-vinnara er ikki at kimsa at. Tað
vil gera fótbóltsupplivingina so mikið størri, men tað
kann eisini gera tapið tað størri. Tí seta kanska mong
av okkum sítt álit á nettupp eitt av teimum undirtipp-
aðu londunum, ið vit hava umrøtt her. Mong megu
hava norðurlendsku grannar okkara sum favorittar, og
ein finala millum Danmark og Svøríki, hevði verið
kærkomin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fótbólts-EM - ein gysari
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Fiskivinnan og framtíðin
Johan Dahl,
løgtingsmaður
Lógin um Vinnuligan fiski-
skap og fiskidagaskipanin
eru báðar væleydnaðar
skipanir, sum eru settar í
verk av sambandssamgong-
uni 1994-1998, men ein-
hvør skipan má tillagast, so
hon til einahvørja tíð er
ajourførd, tí annars virkar
hon neyvan eftir ætlanini –
og soleiðis er eisini við hes-
um skipanum.
Tað er ein sera stór
ábyrgd at umsita fiskivinn-
una, tí hon er grundarlagið
undir samfelagnum.
Grundarlagið undir okk-
ara áhaldandi vælferð _
men tað er hon einans, um
hon verður umsitin við
neyðugum fyrilitum fyri
allari
vinnuni
bæði
á
sjógvið og landi.
Við núverandi gongd við
støðugt ringum prísum og
víkjandi marknaði, eru út-
litini fyri framman alt ann-
að enn bjørt og mugu vit
gera upp við okkum sjálvi,
um vit áhaldandi vilja hava
eina fiskivinnu á landi ella
vit áhaldandi skulu lata
meir enn helmingin av til-
feingi okkara fara óvirkað
av landinum.
Tað má verða fair play,
og føroyska vinnan á landi
má hava somu kappingar-
parametur at bjóða út frá,
sum útlendsku keypararnir,
annars verður trupult at
virka í hesum landinum.
Skulu vit t. d framleiða
alt á landi, ella skulu vit
loyva partvísari framleiðslu
umborð á skipum?
Skal øll fyrstahonds søla
verða yvir uppboðssølu í
Føroyum og yvir føroyskan
kaikant??
Ella skal tað stórt sæð
verða frítt slag?
Møguleikarnir eru fleiri,
men tann loysnin, sum ger
øll nøgd, finnst neyvan, og
neyðugt verður neyðugt at
skera ígjøgnum.
Hvat tænir vinnuni best,
og hvat tænir føroyska sam-
felagnum best sum heild??
Greinin hjá Jens Josef-
sen, nevndarlimi í Fiska-
virking, sum viðger hendan
trupulleikan í bløðunum
24.06.2004, er áhugaverd
og eigur at geva okkum
nakað at hugsa um, hann
viðger nøkur ting ,sum eru
sera relevant og neyðug at
taka upp til viðgerðar.
Sjálvandi skulu markn-
aðarmekanismurnar stýra
gongdini í so stóran mun
sum til ber, men tað ber
ikki til at sita og hyggja at,
meðan
føroysku
fram-
leiðsluvirkini á landi eru
við at fara í skeljasor, og ar-
beiðsloysið veksur dag fyri
dag, meðan stórur partur av
okkara tilfeingið verður
selt óvirkað uttanlands _ tá
haldi eg, at alarmklokkur-
nar eiga at ringja.
Vit kunnu eisni gera sum
búskaparfrøðingar mælað
til, nevniliga:
– at lata fara tað, ið ikki
kann klára seg, - ella
– at minka um útflutn-
ingsframleiðsluna (sí sitat
hjá H. Oskarsson niðanfyri)
og so síggja hvat hendir
innan tað næsta árið, men
stóri spurningum er, um tað
er forsvarligt bara at lata
standa til??
Herman Oskarson segði
m. a niðanfyri siteraða -
sum eg loyvi mær at endur-
geva úr hansara framløgu á
Christiansborg um blokkin
Citat:
• Den politiske linje de
sidste 6 år har været at
mindske bloktilskuddet og
øge eksportproduktionen
uden subsidier
• den nye politiske linje er
ikke lagt endnu, men kan
kun være en af disse
– enten mindre eksportpro-
duktion og bevaret bloktil-
skud
– eller en ny krise . . .
citat endað.
Hetta má eg siga ljóðar ikki
sørt ørkymlandi _ men
kanska onkur í Búskapar-
ráðnum, sum jú tekur fult
undir við hesum sjónar-
miði, kann siga okkum, um
hetta er veruliga gongdin
vit skulu ganga í fram-
tíðini??
Annars tá vit tosað um
búskaparliga partin av tí,
sum m. a. tilmælunum frá
fiskifrøðingum og fiski-
daganevndini, so er spell at
hesin ikki er við í størri
mun, tað kundi verið
áhugavert at sæð teirra
niðurstøður.
Tað er upp á hægstu tíð at
vit fara í holt við at finna
loysnir fyri, hvussu fiski-
vinnan og fiskaframleiðsl-
an skal skipast framyvir, so
at optimal gagnnýtsla kann
fáast fyri skip og virkir og
gerst hetta einans við at
lurta eftir og samstarva við
vinnuna á sjógvi og landi
og serfrøðina um loysnir .
• Lógin um vinnuliga
fiskiskap er upprunaliga
vælegnað til føroysk viður-
skifti, men hon má uppdat-
erast/tillagast.
og
sná-
vingarsteinar burturbeinast.
• Vit mangla teirri leypandi
tillagina av fiskidagaskip-
anini t. d. bólk 5 og veiði-
trýstið má regulerast
• Vit mangla at gera eina
nýggja skipan fyri okkara
flota, sum veiðir á fjarleið-
um og seta hendan í førara-
position ístaðin fyri tap-
arastøðu
• Vit mangla at finnað
nýggjar møguleikar og
fiskirættindi og fáa fatur á
kvotum frá ørðum londum
sum vit síðani t. d. kunnu
skipað í ein kvotabanka, at
nýta til okkara egna skip-
flota.
• Vit mangla ein lang-
siktaðan fiskivinnupolitikk
snøgt sagt!!
Um vit ikki skjótast gera
neyðugar tillagingar og
langtíðarstrategiir
fyri
fiskivinnuna, komað vit at
sagað greinina av vit sita á.
Tað er eftir hondini
vorðin almenn fatan,
at búskaparfrøðin og
allir búskaparfrøð-
ingar eru samdir um,
at allur studningur er
av tí ónda - hetta óan-
sæð um talan er um
studning til vinnu
ella blokkstuðul.
Hetta er tó ikki veru-
leikin, hóast Búskap-
arráðið ferð eftir ferð
roynir at staðfesta
hetta sum veruleika
MAGNI LAKSÁFOSS
Studningur er bæði væl og
gjølla viðgjørdur í búskap-
arfrøðini. Til tíðir verður
ávíst hvørjar ringar avleið-
ingar studningur kann hava
á avgerðirnar tiknar av
virkum, einstaklingum og tí
almenna og hvussu man við
at avtaka studningin kann
rætta upp á skeivleikar. Aðra
tíðir verður víst á hvussu
studningur kann bøta um
skeivleikar og virka til
frama
fyri
eini
betri
gagnnýtan av tilfonginum.
Studningur er sostatt als
ikki altíð av tí ónda, men
kann - um rætt verður borið
at - eisini virka til frama
fyri einum betri innrættan
av samfelagnum. Einasta
treyt er, at tey sum innrætta
og umsita studningin hava
skil fyri tí tey gera.
Studningur og avgjøld
Studningur kann sammet-
ast við avgjøld - bert við
øvugtum fortekni. Bæði
studningur
og
avgjøld
kunnu nýtast av tí almenna
til at stýra avgerðum hjá
virkum og fólki.
T.d. kunnu vit hugsa okk-
um at vit í Føroyum ynskja
okkum at SEV skal minka
um dieselnýtsluna og held-
ur økja um vindorkuna. Ein
háttur at fáa SEV at gera
sum vit ynskja er, at seta
eitt avgjald á diesel meðan
vit lata studning til vind-
myllur. SEV hevði heilt
náttúrligt roynt at tillaga
sína framleiðslu til broytta
kostnaðin, og hevði tískil
minka um tað dýru diesel-
framleiðsluna og útbygt
bíligu vindmylluorkuna.
Á henda hátt kann studn-
ingur
nýtast
sum
eitt
gagnligt amboð til at fremja
nøkur almenn áhugamál.
Sostatt er studningur eitt
amboð á jøvnum føti við
avgjøld, skatt, toll, MVG,
punktgjøld og onnur stýr-
ingsamboð hjá tí almenna.
Írland
Studningur hevur havt ein
avgerandi leiklut í tí ovur-
hondsstóra búskaparvøkstri
sum Írland hevur upplivað
seinastu mongu árini.
Írland hevur vanliga ver-
ið eitt heldur aftarlaga land
- búskaparliga sæð. Nógv
fólk fluttu úr Írlandi til
onnur lond, serliga USA og
Ongland, tí útlitini vóru so
vánalig í Írlandi. Hetta hev-
ur ført til sera stórar inn-
tøkuflytingar úr ES-grunn-
um fyri at menna økið. Inn-
tøkuflytingarnar, saman við
einum ógvuliga aggresiv-
um
vinnuframapolitikki,
hava ført við sær, at Írland
hevur havt ein árligan bú-
skaparvøkstur
omanfyri
7% seinastu 10 árini, sum
er óhoyrt í Europa í dag.
Fólkaflytingarnar úr Ír-
landi er tískil í dag vendar til
innflyting av arbeiðsmegi.
Í dag hevur landið sostatt
ment seg so mikið, at inn-
tøkuflytingarnar úr ES eru
minkaðar, men vøksturin í
Írlandi er enn høgur, m.a.
orsakað
av
lagaligum
skattaviðurskiftum
til
vinnuvirki og málrættaðum
vinnupolitikki.
Orsakir til vøkstur
Vanliga verður sagt, at fýra
grundleggjandi orsøkir eru
til stóra Írska búskapar-
vøksturin:
1. Ein góður og mál-
rættaður fíggjar- og kapp-
ingarførispolitikkur
2. Umfatandi stuðul frá
ES strukturgrunnum
3. Nógvar multination-
alar fyritøkur eru fluttar til
Írland orsaka av einum sera
vinnuvinarligum skattapol-
itikki og lágum lønarlagi
4. Góð og vælútbúgvin
arbeiðsmegi
Smbrt. pkt. 2 hevur ein
studningur frá ES til Írland
(ikki ólíkur blokkstudning-
inum) verið ein av avger-
andi
fortreytunum
fyri
stóra búskaparvøkstrinum.
Stórur partur av inntøku-
flytingunum er farin til
gransking og menning.
Smbrt. pkt. 3 hevur
beinleiðis vinnustudningur
(ein sera lagaligur skatta-
politikkur) eisini verið ein
av hornasteinunum undir
stóra vøkstrinum.
Samanlagt er eingin ivi
um, at ein væl tilrættalagd-
ur studningur kann vera
sera gagnligur fyri vinnu-
lívið, búskaparvøksturin og
samfelagið.
Búskaparráðið
Hví letur Búskaparráðið so
øll fáa eina fatan av at
studningur altíð er av tí
ónda? Hetta hevur serliga
verið sagt av formanninum
í Búskaparráðnum, men
hann er einans talirørið fyri
alt ráðið, so lítil ivi man
vera um, at hetta er fatanin
hjá øllum ráðnum.
Hesin pástandur hevur
verið endurtikin ferð eftir
ferð av Búskaparráðnum.
Seinast er hann endurtikin á
ráðstevnuni á Chritiansborg.
Um so er, at búskapar-
frøðin altíð helt at studn-
ingur og inntøkuflytingar
eru av tí ónda, hevði ES
neyvan havt áhuga í at flutt
stórar upphæddir til t.d.
Írland. Og um so er at
studningur
veruliga
er
óndur, so hevði Írland als
ikki fingið búskaparvøksur
av flytingunum, men heldur
sovnað og doyð burtur.
Blokkstuðulin
Blokkstuðulin er ein veit-
ing, eitt slag av studningi,
frá einum parti av ríkinum
til annan part, og kemur
hann beineiðis inn í lands-
kassan - ájavnt við tað sum
kemur inn gjøgnum skatt og
avgjøld. Spurningurin um
blokkstuðulin er skaðiligur
ella gagnligur er ikki ein
spurningur hvaðan hann
kemur, men einans ein
spurningur um hvussu hann
verður nýttur.
Um vit velja at nýta okk-
ara pening til økir sum
kunnu skapa búskapar-
vøkstur, vil hetta sjálvandi
hava gagnlig árin á okkara
samfelag.
Í sera stóran mun er
blokkstuðulin farin til at
menna og útbyggja okkara
samfelag. Saman við inn-
tøkum sum vit sjálvi hava
skapt, hava vit í dag fingið
eitt framkomið samfelag
við vælútbygdum infrastr-
ukturi og góðum og væl-
virkandi almennum sektori.
Umsita rætt
Eftir mínum tykki eiga vit
ikki at ræðast studning og
blokkstuðul,
men
eiga
heldur at læra okkum at
umsita alt tilfongið rætt -
óansæð um tilfongið er
komið úr havinum ella tað
er komið av Flatlondum.
Gamla fiskivinnusamfel-
agið hevur tørv á ávísum
tænastum fyri at virka væl,
t.d. góð havnaløg, góðar
flutningsmøguleikar bæði
inni í og av landinum, bíliga
orku og onnur líknandi við-
urskifti. Flestu av hesum for-
treytum eru til staðar í dag,
m.a. takkað Ríkisveitingini.
Komandi háteknologiska
fiskivinnusamfelagið
og
vitanarsamfelagið
hevur
tørv á øðrum "infrastrukt-
uri", nevniliga vitan og
gransking.
Granking og menning
Vit eiga tí at koma burtur
frá gomlu vanahugsanini
um at bert vit fáa ein
nýggjan tunnil ella eina
nýggja ferju so er alt gott.
Sjálvandi skal infrastrukt-
ururin støðugt mennast og
útbyggjast, men vit eiga at
leggja størsta dentin á hug-
sjónir innan framtíðar vinn-
una, og leggja minni dent á
gamlar og farandi vinnur.
T.d. vildi ein væl útbygd-
ur menningardepil innan
fiskivinnuna kunna ment
og styrkt fiskivinnuna,
flakavinnuna, havbúnaðin
og biotøknologisku vinn-
una, soleiðis at hesar vinn-
ur eisini í framtíðini kunnu
vera eitt munagott íkast til
búskapin. Um vit onki gera
og bara lata standa til, vilja
vit enda í somu støðu sum
Írland innan ES-studningin,
nevnliga sum búskaparligur
eftirbátur, har fólkið flytur
til onnur og betri økir at
liva og starvast.
Skeivt fokus
Samanumtikið kann sigast,
at við einans at fokusera
uppá tær ringu avleiðingar-
nar av studningi og Ríkis-
veitingum, hevur Búskap-
arráðið, og serliga formað-
urin í ráðnum, givið føroy-
ingum eina skeiva mynd av
veruleikanum.
Hvat enn verri er, hevur
tann einsíðuga viðgerðin av
Ríkisveitingini eisini eitt
skeivt fokus, soleiðis at
politikkarnir fáa eina fatan
av at tað einans ræður um at
fáa Ríkisveitingina burtur,
so er alt gott.
Eitt munandi betri fokus
hevði verið at havt eina
gjølliga gjøgnumgongd av
hvussu framtíðar Føroyar
kann koma at síggja út, og
hvussu tað almenna skal
gera fyri at skapa størst
møguliga
menning
og
vøkstur. Tí við vøkstrinum
fylgja eisini inntøkur til tað
almenna, sum hevði givið
okkum nakað at sett í staðin
fyri Ríkisveitingina - tá
hevði einki verið meiri
náttúrligt enn at minka um
veitingarnar úr Danmark.
VIÐMERKINGAR
Studningur, Blokkurin og Búskaparráðið
Gissur Patursson
Tað hevur altið argað og ir-
riterað meg at ein ávís fyri-
tøka lýsir upp undur okkara
tjóðarhátíð við einum ávís-
um málingablikki (enntá
framleitt í útlandinum) og
scenan ella høðusscenan er
talarapallur okkara á óav-
søku og áhoyraranir eru vit
øll Føroya fólk á Vaglinum
á Ólavsøku, og her meini
eg, at tað ALS ikki eigur at
finna stað at vit/handils-
fólk/fyritøkur nýta okkara
tjóðarhátið
og
okkara
MERKI og TJÓÐBÚNAN
(føroysk klæði) á hendan
hátt; og vil eg heita á fyri-
tøkuna um at ummhugsa at
taka hesa lýsing burtur og
royna okkurt meiri kreativt,
ið ikki irriterar millum ann-
að meg og nógv onnur....
men skal einisi ásanna, at
vit her í Føroyum mangla
ein marknaðarføringarpol-
itikk, ið mær vitandi hevur
verið á veg í alt ov nóv ár.
Skal eisini heilsa og siga,
at tað ber til at gera góðar
handilslýsingar, har ólav-
søkan og Merkið er við upp
á ein sigandi og siðiligan
hátt; tað hava lýsingarstov-
urnar víst; men vit handils-
fólk mugu og skulu hava
ein høgan sjálvkritikk, inn-
an vit seta slíkt út í verkið.
Óhóskandi handilslýsing
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Eftir tríggjar fundir, sum
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður, í hesi vikuni hevði
við Bendt Bendtsen, bú-
skaparmálaráðharra, Thor
Petersen, fíggjarmálaráð-
harra og Bodil Nyboe And-
ersen, tjóðbankastjóra, er
greitt, at Landsstýrið fær
sama innlit í føroysk pen-
ingastovns- og fíggjarvið-
urskifti, sum danskir mynd-
ugleikar í dag fáa frá
Fíggjareftirlitinum. Talan
er um eitt gamalt ynski frá
føroyskari síðu, sum nú
verður eftirlíkað.
Í oktober í fjør boðaði tá-
verandi landsstýri frá, at
ætlanin var at yvirtaka alt
fíggjarøkið longu á ólav-
søku í ár. Yvirtøkan skuldi
millum
annað
umfata
fíggjareftirlitið.
Um ætlanin hjá undan-
farna landsstýri hevði verið
sett í verk, so høvdu vit um
ein mánað fingið eitt serfør-
oyskt fíggjareftirlit, hvørs
einasta eftirlitsuppgáva var
at halda eyguni eftir einum
banka og trimum sparikass-
um. Hetta hevði neyvan giv-
ið starvsfólkunum á stovn-
inum ta venjing, sum starvs-
fólk á fíggjareftirlitum í
størri londum hava, og
neyðugt hevði eisini verið at
keypt dýran serkunnleika
uttan fyri landoddarnar. Iva-
samt er eisini, um trúvirðið
hjá einum føroyskum fíggj-
areftirliti uttanlands hevði
verið eins stórt og trúvirðið,
hjá danska fíggjareftirlitin-
um. Afturat hesum høvdu
peningastovnar í Føroyum
helst eisini verið noyddir at
latið seg virðismeta hjá
kredittmetingarstovnum utt-
anlands, og tað hevði kosta
teimum nógvan pening,
sum kundarnir høvdu verið
noyddir at goldið fyri.
Umframt fíggjareftirlitið,
hevði í sambandi við eina
yvirtøku av fíggjarøkinum,
eisini verið neyðugt at
stovnsett ein innskjótara-
trygdargrunn. Tá undan-
farni landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum í november
bleiv spurdur, um 30 mió.
krónur var nóg mikið at seta
í ein slíkan grunn svaraði
hann, at tað talið skuldi
faldast nógvar ferðir, áðrenn
upphæddin var hóskandi.
Men øllum hesum út-
reiðslunum og vansunum
sleppa vit nú undan, tí yvir-
tøka
av
fíggjarøkinum
stendur ikki í samgongu-
skjalinum
hjá
nýggju
landsstýrissamgonguni.
Vit kunnu tí ikki annað
enn fegnast um avtaluna,
sum Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður, hevur gjørt
við donsku stjórnina, tí við
henni fáa vit allar fyrimun-
irnar, sum vit kundu fingið
við at yvirtikið fíggjareftir-
litið, og harafturat sleppa
vit undan vansunum.
Hetta er enn eitt dømi
um, at størstu fyrimunirnar
fáa vit við at samstarva, og
ikki við at skapa øsing.
Samráðingar: Ja - Buldur og brak: Nei
C
M
Y
K
11
10