mánadagur 15. desember 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143
ítróttur
Høvundurin greiddi frá um 75 ára ritið, tá ið tað varð lagt fram á samkomu í Vestmanna leygardagin
Helgi hevur skrivað
VÍF søguna
Jóannes Hansen
So er VÍF søgan komin út í
bók. Tað er vestmenningurin
Helgi Jacobsen, sum hevur
skrivað. Hann fór undir upp
gávuna fyrst í februar í ár, og
seinnapartin leygardagin 13.
desember legði bókina fram
á samkomu í Verstmanna
skúla. Áhugin var stórur,
og eftir framløguna vóru
tey mong, sum nýtti høvi at
keypa bæði eitt og fleiri ein
tøk av bókini og at fáa høv
undan at signera hana.
75 ára føðingardagurin
var 17. mai í ár. Ætlanin var
at fáa bókina út sjálvan føð
ingardagin, men skotbráið
var ov stutt, men nú eydn
aðist tað at fáa hana út fram
ímóti jólum í 75. føðingar
dagsárinum.
Helgi Jacobsen innleiddi
soleiðis, tá ið hann legði bók
ina fram fyri áhugaðu vest
menningarnar og onnur, sum
vóru savnað í Vestmanna
leygardagin:
– Tað var mær ein stórur
heiður, sum ongantíð sjálv
ur hevur havt harpiks á
fingrunum, at fáa litið upp
í hendi av VÍF-nevndini at
skriva
VÍF-søguna.
Tvær
aðrar ferðir hevur verið ætl
anin at skriva søguna um
Vestmanna Ítróttafelag –
fyrru ferð tá felagið í 1964
fylti 25 ár - og nú fyri nøkr
um árum síðani, tá Heðin
Winther Olsen, sáli, ætlaði at
skriva. Í hvørgum føri komu
partarnir á mál.
Nú skuldi tað vera, nú
felagið fylti 75 ár, og hóast
vit ikki náddu at fáa bókina
lidnað til stovningardagin 17.
mai, so náddu vit tað í føð
ingardagsárinum.
Á ein hátt hevur søgan
skrivað seg sjálva. Ella sagt á
annan hátt hava felagið, for
menninir og skrivararnir hjá
felagnum, skrivað søguna við
teimum framúr góðu gerða
bókunum, sum eru førdar
heilt aftur í fýratiárini - í
fyrstani eitt sindur kubbutar
og skjóttsagdar, men í 1950
kom lív í og luft undir blekk
ið á pennunum.
Eg havi sagt tað áður, at
ein gerðabók hjá VÍF øll tey
fyrstu árini var ikki bara
ein gerðabók um turr tøl,
rokniskap, grannskoðan og
nevndarval. Gerðabøkurnar
snúðu seg um dagliga virk
semið hjá felagnum. Dyst
ir verða endurgivnir eins
væl sum í útvarpi ella bløð
um í dag og gerðabókin,
trætur, innanlands ferðir
og uttanlandsferðir verða
umrødd og gerðabøkurnar
gjørdust tí eitt slag av lokal
avís í Vestmanna, sum vit øll
nú meira ella minni sleppa at
kaga í.
Ein av høvuðskeldunum
til bókina er tí gerðabøkur
nar. Tá verður tað viðhvørt
eitt sindur av nalvaskoðan og
sjálvrósi, men skrivararnir og
formenninir tordu so sanni
liga eisini at geva sínum
egnu liðum av grovfílini, tá
tað av kleyvarskapi gekk illa.
Fleiri hava ført pennin
hesi árini, men eg loyvi mær
at nevna tveir burtur úr:
Hans hjá Olivari og Heðin hjá
Niels, segði Helgi Jacobsen
sum inngangsorð, tá ið bókin
um VÍF – “Góðir gulir dagar
– VÍF í 75 ár” varð løgd fram.
Vestmenningar
eru
í
ítrótti mest kendir fyri kapp
róðurin og hondbóltin, og tað
eru hesar ítróttargreinarnar,
sum fylla mest í bókini. Men
har verður eisini skrivað um
aðrar ítróttargreinar og so
mangt, sum hevur við VÍF og
vestmenningar at gera