mánadagur 15. desember 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jákup Mørk
Tað tóktist, sum vóru tví
faldu meistararnir úr Kolla
firði raknaðir við. Fyri viku
síðani vunnu teir sannfør
andi sigur á VÍF, og tað gav
eina vón um, at teir av álvara
fóru at leggja seg út í stríðið
um at vinna pláss í FM-final
unum.
Sunnudagin áttu teir aft
ur týðandi avbjóðing, tá teir
vitjaðu hjá Kyndli. Ein sigur
í hesum dystinum hevði
veruliga borið við sær, at
KÍF aftur fekk stóran leiklut
í oddastríðnum, men hetta
gjørdist tó av ongum.
Talan var alla tíðina um
javnan dyst í Havn, men tíð
liga í seinna hálvleiki togaði
Kyndil seg framum, og tí
leiðsluna sleptu teir grønu
ongantíð.
Hjá Kyndli var talan um
staðfesting av, at teir í vetur
skulu roknast millum heilt
stóru favorittarnar at vinna
sær pláss í FM-finaluni.
Hjá gestunum merkti tað
hinvegin, at teir fyribils eru
úti úr somu kapping. Sjálv
andi kann ein røð av sigrum
aftur lyfta KÍF móti tindun
um, men uppgávan gjørdist í
øllum førum ikki lættari eftir
tapið sunnudagin.
H71 bjóðar av
Næstu
avbjóðararnir
hjá
Kyndli eru nú H71. Hoyvík
ingarnir høvdu um viku
skiftið vitjan av StÍF, og her
gjørdist talan at enda um
sannførandi heimasigur.
Fyri steðgin var ikki so
nógv, sum bendi á, at talan
skuldi gerast um serliga
tryggan sigur, men eftir
steðgin skrædnaði av álvara.
Enn sum áður er H71 tvey
stig aftan fyri Kyndil, men
hoyvíkingarnir hava spælt
ein dyst færri, og tí eru allir
møguleikar framvegis opnir
fyri teirra viðkomandi.
Aldudalur hjá VÍF
VÍF hevur havt ein lítlan
aldudal. Eftir tapið móti KÍF
fyri viku síðani vórðu teir
aftur fyri stórtapið, tá teir
vitjaðu hjá Neistanum hós
kvøldið.
Tí var setningurin treyta
leyst, at nú skuldi liðið reisa
seg, tá teir tóku móti Team
Klaksvík
sunnudagin,
og
hetta eydnaðist.
Talan varð um sannfør
andi sigur, men við allari
virðing fyri Team Klaksvík,
so var talan um niðasta liðið
í deildini, sum vitjaði. Og tað
skal leggjast afturat, at tað
var ikki fyrr enn í seinna
hálvleiki, at tað skrædnaði
millum liðini í Vestmanna.
Tí stendur spurningurin
framvegis opin, um VÍF er
komið úr aldudalinum, sum
rakti liðið í seinastu viku, eft
ir at teir annars hava verið
mest sum einaráðandi fyrru
helvt av kappingini.
Tað eydnaðist ikki hjá KÍF at krøkja seg fastar í oddin. Kyndil vendi gestunum í
hurðini og soleiðis halda teir grønu fast um sítt pláss í oddinum
Kollfirðingar
krøktir av
Menn hondbóltur
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 VÍF
13
10
-
0
-
3
366
313
53
20
2 Kyndil
13
8
-
1
-
4
286
264
22
17
3 H71
12
7
-
1
-
4
299
259
40
15
4 Neistin
13
5
-
2
-
6
314
336
-22
12
5 KÍF
12
5
-
1
-
6
315
320
-5
11
6 StÍF
13
3
-
1
-
9
319
349
-30
7
7 Team Klaks 12
3
-
0
-
9
262
320
-58
6
Neistin-VÍF 35-28 (20-13)
10 min: 7-5
20 min: 14-9
40 min: 25-19
50 min: 29-24
Málskjúttar
Neistin: Tommy Fletcher 9, Jugoslav Djumic 7, Rói Berg Hansen
6, Sjúrður Thomassen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Aleks Buha 1(1),
Herbjørn Lava 1, Torkil Hentze 1
VÍF: Filip Jojic 12(1), Áki Egilsnes 4, Andrias Eriksen 4, Julian
Olsen 3, Sjúrður Olsen 2, Agnar Joensen 2, Teis Rasmussen 1
Brotskøst: Neistin 2/1
Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
H71-StÍF 30-25 (16-13)
10 min: 6-6
20 min: 8-10
40 min: 19-17
50 min: 26-20
Málskjúttar
H71: Rúni V. Højgaard 5, Hallur Biskopstøð 5(2), Sigmundur
Nolsø, Pætur Thomsen 4, Jesper Pedersen 4, Mark L. Marcher 3,
Hans Káir Hansen 3
StÍF: Kjartan Johansen 5(1), Sveinur Justinussen 5, Marius Joensen
5(2), Pætur Johansen 4, Jógvan G. Joensen 3, Eyðbjørn Eiriksson 1,
Jóhannus Olsen 1, Steinar A. Prestá 1
Brotskøst: H71 2/2, StÍF 4/3
Útvísingar: H71 5, StÍF 4
Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam
Kyndil-KÍF 29-26 (12-10)
10 min: 4-4
20 min: 6-7
40 min: 18-15
50 min: 23-20
Málskjúttar
Kyndil: David Edvardsen 9, Finnur Hansson 4, Frank B. Askildsen
3, Julian Johansen 3(2), Birgir Poulsen 2, Høgni Klein Olsen 2,
Rógvi Dal Christiansen 2, Bjarni Sørensen 2, Andrias B. Sólsker 1,
Ludvík Súnason 1
KÍF: Andrias Nielsen 7, Poul Finnur Egholm 6, Nicklas Selvig 3,
Fríði Weyhe 3, Ási Dam 3, Janus Jakobsen 2, Teitur Joensen 1(1),
Hans Eli Sigurbjørnsson 1(1)
Brotskøst: Kyndil 2/2, KÍF 4/3
Útvísingar: Kyndil 2
Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
VÍF-Team Kl. 40-27 (20-17)
10 min: 8-8
20 min: 14-14
40 min: 30-19
50 min: 36-25
Málskjúttar
VÍF: Filip Jojic 9(2), Áki Egilsnes 8, Sjúrður Nielsen 7, Julian Olsen
5, Teis H. Rasmussn 2, Heini Hanusarson 2, Sjúrður Olsen 1, Hanus
Christophersen 1
Team Klaksvík: Bogdan Florea 8, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Vilhelm
Vilhelmsen 3, Andrias Ellingsgaard 3, Otto Jacobsen 2, Dánjal
Kjærbo 2, Dusko Petrovic 2, Jens Pauli Mohr 2, Suni Johannesen 1
Brotskøst: VÍF 2/2
Útvísingar: VÍF 1, Team Klaksvík 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rapa
Fakta um Atlantic
Airways-deildina