Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143 ítróttur hondbóltur kvinnur Jákup Mørk So leingi Neistin og Kyndil halda fram við at vinna, ber illa til hjá øðrum biðlum at fylgja við teimum báðum odda­lið­unum. VÍF og VB hava í sínum lagi jagstrað oddin, men tey fingu bæði hvør sín framm­ aná yvir eitt langt hond­bólts­ viku­skifti. Fyrsti dysturin varð spæld­ur longu hóskvøldið, tá VÍF vitjaði hjá Neistanum. Hetta var gyltur møguleiki hjá VÍF at kvetta av mun­in­ um fram til oddin, men móti Neist­anum formáddu tær gulu sær lítið hendan dagin. Nátt og dagur hjá VÍF Neistakvinnurnar vóru væl­ upp­lagdar. Tær høvdu breidd og tol í álopsspælinum, og ikki minst var tað sjón­ ligt, at tær nú eru við at fáa Rankovic veruliga spælda inn á liðið. Tá tað rigg­ar at spæla hana upp til skot, býður ikki bøtur hjá mótstøðuni, og tá VÍF ikki fann leikin, sum kundi steðga sterka skjúttanum, gjørd­ist talan um greitt tap. Við hesum staðfestu Neista-kvinnurnar sína odda­støðu, og hóast tað enn eru nógvir dystir eftir at spæla, so líkjast tær alt meira ein­um greiðum finalisti. Ikki minst, um tær eisini í kom­ andi dystunum kunnu fáa spæl­ið at koyra eins væl, sum tað gjørdi hóskvøldið. VÍF fekk hinvegin knívin á barkan. Bara tríggjar dagar seinni áttu tær heimavøll móti VB, og tapið móti Neist­ an­um bar við sær, at hetta gjørd­ist ein dystur, sum VÍF als ikki hevði ráð til at tapa. Støður av hesum slag hava tað við sær, at spæl­ ar­ar­nir kunnu geva alt, ella eis­ini kunnu tær púrasta frysta. Men hjá VÍF var eing­ in ivi um, at reaktiónin hjá spælarunum var tann best hugs­andi. Tær byrjaðu nevnliga sum eitt óløgi móti VB. Longu eft­ ir fimm minuttum tók VB- bonk­urin time-out, tá VÍF mest sum hevði tjóvstartað við fimm málum á rað, og hetta var ein skelkur, sum VB ongan tíð vann á. Ikki tí. Gestirnir royndu at stríðast, men veruligur spenn­ing­ur kom ongantíð í dyst­in. Eisini tí gestirnir støð­ugt fingu nógvar út­ vís­ing­ar ígjøgnum dystin, og sum vera man, so gjørdi hetta ikki umstøðurnar hjá teim­um lættari. Stjørnan gjørdi ein vørr Tveir aðrir dystir vórðu eisini spæld­ir sunnudagin. Í Havn var eingin ivi, tá Sølj­an vitjaði. Kyndil vann ein tryggan sigur, og tað var ikki annað enn væntandi. Hinvegin var tað meira óvænt­að, at Stjørnan gjørdi ein vørr, tá tær á heimavølli tóku ímóti StÍF. StÍF hevur hálv­gum amast uppi at odd­ inum, og á heimavølli hava tær bast bæði VB og VÍF. Men í Klaksvík bar mest sum einki til hjá teimum móti einum væl tendraðum heima­liði. Sigurin flutti ikki Stjørn­ uni stórvegis á stigatalvuni, men hann prógvaði,a t Stjørn­an kann bíta frá sær, og tað er uttan iva nakað, sum tær kunnu brúka, nú setn­ing­urin fyrst og fremst er at byggja eitt nýtt lið upp. Hóast VÍF og VB framvegis royna at hanga í, so gongur tað tann vegin, at havnarfeløgini bara styrkja um oddastøðuna Havnin rennur undan Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 13 10 - 1 - 2 385 273 112 21 2 Kyndil 12 8 - 2 - 2 324 234 90 18 3 VÍF 13 8 - 0 - 5 369 287 82 16 4 VB 12 7 - 0 - 5 320 258 62 14 5 StÍF 12 5 - 0 - 7 281 250 31 10 6 Stjørnan 12 3 - 0 - 9 219 321 -102 6 7 Søljan 12 0 - 0 - 12 114 389 -275 0 Neistin-VÍF 32-25 (17-10) 10 min: 6-3 20 min: 11-8 40 min: 20-12 50 min: 28-18 Málskjúttar Neistin: Milica Rankovic 9, Eir Berg 5, Bára Hansen 5, Jacklin Durhuus 5, Annika Thomsen 2, Birita Wardum 2, Nicoleta Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1(1), Birita Jacobsen 1 VÍF: Durita C. Jojic 7, Liljan Djurhuus 6(1), Agnas Olsen 5, Tóra Seloy 3, Eilin Hansen 3, Rakul Joensen 1 Brotskøst: Neistin 2/1, VÍF 3/1 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 2 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum Kyndil-Søljan 37-13 (22-9) 10 min: 9-1 20 min: 16-5 40 min: 27-10 50 min: 33-11 Málskjúttar Kyndil: Anna A. Brimnes 11(6), Bjarta O. Johansen 7, Randi S. Wardum 6, Turið A. Samuelsen 5, Barbara Midjord 1, Anna Sofía H. Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Sanna S. Gunnarstein 1 Søljan: Rebekka Johannesen 3, Hertha Simonsen 2, Óluva Kruse 2, Petra Thomassen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Johanna Kjartansdóttir 1, Jórun Gudmundsen 1, Christel Christophersen 1 Brotskøst: Kyndil 6/6 Útvísingar: Kyndil 4, Søljan 6 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen Stjørnan-StÍF 23-25 (12-5) 10 min: 6-3 20 min: 9-5 40 min: 13-9 50 min: 18-12 Málskjúttar Stjørnan: Mina 7, Jórun Nielsen 4, Annika Ljósstein 3, Simona Petersen 3, Simona Florea 2, Ella Petersen 2(2), Anna Jacobsen 1(1) StÍF: Paula Høgnesen 4, Rebekka Justinussen 3(1), Fríðrún Danielsen 2(1), Irena Dahl 2, Bára Berthelsen 1(1), Durita Mikkelsen 1, Ansy Sevdal 1, Birna Tummasardóttir 1 Brotskøst: Stjørnan 4/3, StÍF 4/3 Útvísingar: Stjørnan 5, StÍF 1 Dómarar: Tróndur Arge & Sigmundur Nolsøe VÍF-VB 28-21 (16-10) 10 min: 6-1 20 min: 9-5 40 min: 21-14 50 min: 24-26 Málskjúttar VÍF: Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 6, Durita C. Jojic 6, Eilin Hansen 6, Tóra Seloy 3, Randi Virgarsdóttir 1 VB: Gintare Butkeviciute 11(2), Rannvá Johannesen 4, Helga E. Kjærbo 4, Rúna M. Jacobsen 1, Laila Jespersen 1 Brotskøst: VÍF 3/0, VB 2/2 Útvísingar: VÍF 2, VB 10 Diskvalifikatiónir: VB 2 (3X2 minuttir) Dómarar: Daniel Rapa & Ragnar Simnosen Fakta um Hvonn-deildina