mánadagur 15. desember 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. desember 2014 · Nr. 143
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
V
estmenningar hava nú latið
ein søgubók gera, sum lýsur 75
ára longu søguna hjá VÍF. Tað
er í stóran mun um hondbólt
og kappróður, men eisini
aðrar ítróttargreinar eru partur av hesum
týdningarmikla bóklingi.
Tað er av stórum týdningi, at føroysk
ítróttarfeløg festa sína søgu á bók, tí
ongin annar ger tað. Her er sum altíð nógv
spennandi, stuttligt og ikki minst áhugavert
tilfar at heinta. Tú kanst helst siga, at tíðir
innan ítrótt gongur óvanliga skjótt í løtuni, og
tí er týdningarmikið at vit ikki gloyma hvussu
vit komu hertil.
Pengar eru blivnir til í serliga fótbólti og
eitt sindur í hondbólti, meðan nýggir bátar
verulga hava gjørt seg galdandi í kappróðri.
Tað vóru tíðir, tá venjingin bara var partar
av árinum, men í dag er torført at passa tvær
ítróttargreinar saman, tí venjing er so drúgv, tí
kappingin er blivin so hørð.
í nógvar mátar tykist ítrótturin vera blivin
so nógv meiri umfatandi. Formenn hava ikki
tíð á sama hátt sum fyrr at skriva um allar tær
týdningarmiklu hendingarnar, sum eru farnar
fram.
Tí er tað gleðiligt, at VÍF nú eisini hevur
fingið skrivað sína søgu, so vit onnur kunnu
fylgja við hvussu hetta ítróttarfelagið hevur
ment eg til tað, tað er í dag.
Vit á ÍtróttarSosialinum ynskja Helga
Jacobsen og VÍF til lukku við útgávuni.
Til
lukku
til VÍF
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Jákup
Mørk
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Málið er
framvegis
at spæla
fjallasúkkling
Tróndur Arge
Símun Samuelsen verður
komandi ár spælandi hjálp
arvenjari hjá HB. Símun
Samuelsen hevur í fleiri ár
verið millum berandi kreftir
nar á landsliðnum, og hevur
síðani 2010 verið millum
profilarnar á HB liðnum.
Í fjør fekk hann álvarslig
an skaða og í ár er tað bara
blivið til 416 minuttir á besta
liðnum. Hesa tíðina hevur
Símun Samuelsen brúkt til
at fara í holt við venjaraút
búgving. Hetta verður nú ein
dagligur partur av hansara
leikluti í HB, tí hann er nú
settur sum spælandi hjálp
arvenjari hjá felagnum, men
hetta skal ikki skiljast sum, at
Símun er í holt við at trappa
niður sum fótbóltsspælari.
– Málið er framvegis at
spæla og røkka somu tind
unum sum í 2013 áðrenn eg
bleiv skaddur. Tað skal nógv
til, áðrenn eg velji at gevast
sum fótbóltsspælari, sigur
Símun Samuelsen, sum nú
verður spælandi hjálpandi
venjari.
Hetta er er ein samanset
ing, sum HB hevur roynt fyrr.
Í 2013 var Fróði Benjaminsen
spælandi hjálparvenjari hjá
Oddbirni Joensen. Tá vann
HB FM.
– Tað er hinvegin ongin
loyna, at eg í fjør spældi við
hálvari ferð og ikki fekk so
nógvar minuttir. Alíkavæl
dámar mær væl at verða
rundanum liðið, og tá eg
fekk spurningin um at verða
hjálparvenjari, so tók tað
ikki langa tíð at taka av, sigur
Símun Samuelsen.
Símun er 29 ára gamal og
tí eru menn sum Andrew
av Fløtum og Fróði Benja
minsen eldri enn núverandi
hjálparvenjarin.
– Tað verður ikki mín upp
gáva at stýra Fróða og An
drew við harðari hond, sigur
Símun brosandi.
Vábingurin í HB vísir
á, at fótbóltstankarnir hjá
honum og Heðini Askham
passa væl saman. Tað er ein
av orsøkunum til, at Símun
hevur tikið av uppgávuni.
trondur@sosialurin.fo
Í gjár bleiv kappast
í fjallasúkkling, og
hetta var fimta og
næstseinasta umfar av
fjallasúkklukappingini
Heystplúmm, sum
fjallasúkklufelagið, MTB.
fo, skipar fyri. Tað bleiv
til enn ein sigur til unga
toftamannin Hilmar
Hansen, sum í gjár vann
ein tryggan sigur.
ítróttur