mánadagur 15. desember 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 8
I
15. desember 2014
óast Sandavágur kanska ikki er bygd, ið er
kend fyri fiskaarbeiði, hevur bygdin fostrað
og átt fleiri reiðarar, tí skip hava verið
heimahoyrandi har. Hinvegin hevur tað
nógva fiskaarbeiðið har um leiðir gjarna
verið í Miðvági, men har hava so bæði
sandavágsfólk og miðvingar arbeitt.
– Tað hevur ikki verið hjá mær, sum hjá
so nógvum øðrum, at tað hava verið tímar
í egning ella øðrum, sum hevur havt við
útróður og fiskiskap at gjørt, ið hevur fingið
meg inn á hesa vinnuleiðina, men heldur
aðrar umstøður, sigur Jens Pauli Petersen,
sum er føddur og uppvaksin í Sandavági,
men fyri kortum kom í starv sum stjóri í
stóra felagnum Faroe Origin í Runavík.
Talan er um felag, sum er millum tey
stóru í føroysku fiskivinnuni, og tað eigur
fiskavirkini í Runavík og á Toftum, sum fyrr
kallaðust ávikavist Lynfrost og Nykur, um
framt at trolararnir Heykur, Falkur, Stelkur,
Bakur, Rókur, Lerkur og Skúgvur hoyra til
felagið.
– Eftir loknan barnaskúla fór eg á HF,
men hóast tað kanska vildi verið meira
upplagt hjá einum vágamanni at farið til
Havnar, gekk eg á HF við Gøtugjógv. Hetta
komst av, at eg átti eina systur á Skála, sum
bjóðaði mær at koma at búgva hjá sær,
meðan eg gekk í skúla, so tí bleiv tað so.
So skjótt sum HF-lesturin var liðugur í
1986, fór Jens Pauli til skips og sigldi meira
ella minni í eini tvey ár. Hann var við Kuba-
bátum í nakrar mánaðir og eisini sigldi hann
við tveimum ísfiskabátum í Vágum, Leivi
í Hesti og Leiti, og somuleiðis var hann
ein túr í Svalbard eftir rækjum við Norð
stjørnuni.
Legði á annan bógv
– Einaferð ætlaði eg mær at lesa til journa
list, tí tað helt eg vera eitt øgiliga spennandi
starv, men tað bleiv allíkavæl ongantíð til
tað, sigur Jens Pauli Petersen, tá hann víðari
fortelur, at hann eftir tíðina til skips í eitt
ár arbeiddi á Tórsblaðnum, sum var eitt
lýsingarblað, ið kom í hvørt hús í Havn og á
Skálafjørðinum.
– Tað vóru eitt systkinabarn hjá mær
og ein annar, ið byrjaðu blaðið, sum eg
fekk ábyrgdina av. Men eg hevði nú mest
við lýsingar og sovorðið at gera, og tað var
Martin Joensen, ið stóð fyri umbrótingini.
Hvussu var og ikki, so var hetta tað einasta,
eg havi gjørt, sum hevur verið í nánd av
gamla ynskinum um at gerast journalistur.
Í staðin skifti ungi sandavágsmaðurin kós
og gekk aðrar leiðir, tí árini frá 1989 til 1991
las hann til fiskaríteknolog í Esbjerg, har
talan var um blandað fak tað fyrsta árið og
so meira fiskivinnukend fak tað seinna árið.
Jens Pauli Petersen ætlaði einaferð at blíva journalistur, men hálsaði um og
tók tvær útbúgvingar, sum hava við fiskivinnu at gera, og fyri kortum tók
hann við stjórastarvinum í Faroe Origin, sum við tveimum fiskavirkjum og sjey
trolarum er ein av teimum størstu aktørunum í føroysku fiskivinnuni
Rávøran
er størsta
avbjóðingin
framhald...
Profilurin: Jens Pauli Petersen
Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen