mánadagur 15. desember 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Tá eg kom heimaftur, var eg á fiskavirk
inum í Vestmanna í eitt hálvt ár, har eg var
eitt slag av formanni. Men eg hevði alla tíðina
ætlað mær at lisið okkurt aftrat, so í januar
1992 fór eg niður aftur til Danmarkar, og hesa
ferð lá leiðin til Lyngby, har eg fór at lesa til
matvøruverkfrøðing, sigur Jens Pauli.
– Har gekk eg frá 1992 til 1996, tá eg
fekk prógv. Men umframt tað, so møtti eg
á kollegiinum har konu míni, Rikke, sum
las til kemiverkfrøðing. Tá eg var liðugur,
flutti eg heimaftur til Føroya, og hon kom so
eitt sindur seinni og arbeiðir í dag á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni. Síðani hava vit búð og
arbeitt í Føroyum.
Skiftu øll lásini
Heimafturkomin fór Jens Pauli Petersen í
starv á roykivirkinum í Álakeri í Havn, har tey
royktu laks, men virkið, sum Føroya Fiskasøla
átti ein part av og Havnar Arbeiðsmannafelag
ein part, gekk ikki og fór av knóranum, tá
Jens Pauli hevði arbeitt har í eitt ár ella so.
– Næsta starvið fekk eg á Fiskavirking í
Havn, har eg varð biðin um at koma at av
loysa virkisleiðaran, sum skuldi í feriu. Men
tað vísti seg, at tá leiðarin kom aftur úr feriu,
helt eg fram at arbeiða har, til eg enn einaferð
fekk fyrispurning um at loysa av. Eg haldi, at
tað var í 1998, at eg bleiv biðin um at koma til
Vestmanna, tí leiðarin á virkinum har hevði
fingið nýtt starv, sigur hann.
– Hetta vóru nøkur stuttlig og lærurík
ár, tí tað var nokk til av fiski og gekk væl, og
har bleiv arbeitt í vaktum. Talan var um eitt
sindur øðrvísi framleiðslu, tí vit paneraðu
sporl til týska marknaðin. Tað var fyri
tøkan Nordsee, ið keypti frá okkum, og tað
produktið er til enn. Á virkinum í Runavík
framleiða vit sporl til ein annan framleiðara,
sum so panerar tey. Men útgerðin til
paneringina er til enn og stendur í Runavík,
men er bara ikki sett uppaftur enn.
Eftir at hava verið í Vestmanna í seks ár,
bleiv Jens Pauli fluttur til Havnar at arbeiða á
virkinum har, sum var gamla Bacalao. Aftur
var søgan tann sama, at undanmaðurin fekk
annað starv, og eisini har var Jens Pauli í seks
ár.
– Tað serliga við tí var, at har vóru í
grundini trý virki í einum bygningi, tí flaka
virki var í fyrstu hædd, og so vóru góðsking
og pakking á aðru hædd. Har var eg so, líka
til Fiskavirking fór á heysin síðst í desember.
Tann húsagangurin ávirkaði øgiliga nógv fólk,
so tað sendi eina sjokkbylgju um alt landið,
sigur hann.
– Eg má eisini viðganga, at tað var eitt
sindur undarligt, tí hóast eg hevði arbeitt har
í áravís, so vistu vit, hvønn veg tað bar. Men
allíkavæl var tað ein ordans hvøkkur, at fleiri
sakførarar brádliga ein dagin troppaðu upp
og skiftu øll lásini. Trupulleikin var tann, at
tað var alt ov lítið av fiski, tí samtakið hevði
eisini keypt skip, og tað vísti seg at bera illa til
at fáa ta nøgdina av fiski, sum skuldi til fyri at
forrenta alt.
Bleiv arbeiðsleysur
Sum støðan var nú, stóð Jens Pauli Petersen
brádliga arbeiðsleysur, og saman við so
mongum øðrum um ta mundið, so livdi hann
av tí, ALS hevði at geva.
– So løgið tað ljóðar, var hetta ein øgiliga
góð tíð. Nú var eg heimagangandi og kundi
fara upp við børnunum um morgunin, geva
teimum at eta og koyra tey í skúla. Tað var
bara tað, at eg kundi jú ikki vita, hvussu leingi
hetta fór at blíva við, tí hevði eg vitað, hvussu
leingi eg skuldi ganga arbeiðsleysur, hevði eg
kanska havt størri njótilsi av hesum møgu
leikanum at vera heima, sigur hann.
Tað vísti eisini eisini, at tá tríggir mánaðir
vóru farnir, vóru longu boð eftir Jens Paula
aftur. Hetta var fyrst í 2011, og hesa ferð varð
hann spurdur, um hann kundi vera virkisleið
ari í Runavík, tí nú var felagið Faroe Origin
sett á stovn. Hetta var samstundis fyrsta
ítøkiliga stigið til, at hann nú situr í stjóra
sessinum í hesi somu fyritøku.
– Vit byrjaðu framleiðsluna hálvan mars í
2011, og tað hevur verið bæði hart og buldra
sligt, tí tað er tungt at fáa tað at hanga saman.
Trupulleikin er framvegis tann sami, at vit fáa
ov lítlan fisk. Verður hugt at hagtølunum fyri
feskfiskaveiðu, so sæst, at upsin er farin niður
í eina helvt av tí, sum hann var fyri nøkrum
árum síðani, greiðir hann frá.
– Bara í mun til í fjør, hava vit fingið seks
prosent minni av upsa í ár. Skip kosta nógv,
bæði at fáa fiskiloyvi og so at keypa olju, og
tí skal ein ávís mongd til av fiski, fyri at fáa
skip og virki at hanga saman. Tað krevur eitt
ávíst virksemi, men enn er tað í minna lagi
hjá okkum.
Rakstur við halli
Fyri nakað av tíð síðani hevði Faroe Origin
sett tvey av skipunum, Rók og Lerk, til sølu,
og meðan tey bæði skipini lógu, valdi felagið
so at fiska við Skúgvi og Munki, sum eru
smærri skip. Tað vísti seg tó, at heldur ikki
fiskiskapurin við teimum kundi bera seg, men
gav stórt hall.
– Vit valdu so at fara hinvegin aftur og
brúka Rók og Lerk. Rókur fekk onkrar broyt
ingar gjørdar umborð, so oljuforbrúkið fór
niður. At vit fingu teir báðar í drift aftur,
hevur so gjørt, at vit hava fingið meira fisk, og
í ár hava vit framleitt sløk túsund tons meira
á virkinum, enn vit gjørdu í fjør. Makrelurin
hevur eisini verið eitt gott ískoyti, og til tann
fiskiskapin eru Rókur og Lerkur somuleiðis
best egnaðir, sigur Jens Pauli Petersen.
– Felagið hevði 20 milliónir krónur í halli
í 2011 og 54 milliónir í 2012, og sjálvt um vit
í fjør høvdu smáar fimm milliónir í avlopi
í fjør, skyldaðist tað onkrar reguleringar, tí
eftir fullar avskrivingar hongur raksturin ikki
saman enn. Framvegis stríðast vit fyri at fáa
pluss og svørt tøl á botnlinjuni, og tí er rá
vøran enn størsta avbjóðingin hjá okkum.
Hann leggur aftrat, at tey framhaldandi
royna at betra um framleiðsluna, so bæði
góðskan og úrtøkan skulu verða betri, sam
stundis sum arbeitt verður miðvíst við at
betra um kappingarførið og framleiðslu
kostnaðin.
Skipini hjá Faroe Origin hava bara fiski
loyvi í føroyskum sjógvi, so tey eru partur
av fiskidagaskipanini og eru bundin av tí
føroyska fiskinum. Men hóast tað gongur
spakuliga, hevur Jens Pauli Petersen eina vón
um, at tingini fara at síggja ljósari út.
– Vit vóna, at kurvan spakuliga fer at
venda, sum hon gjørdi tað fyrst í 90-unum,
og bæði fiskimenn og skiparar halda eisini, at
lívið í sjónum sær frægari út nú. Men hóast
vit hava allar fortreytir upp á pláss, við tað at
vit hava gott fiskiveiði- og framleiðsluapparat,
umframt gott fólk, so fáa vit ikki til fulnar
stýrt gongdini, tá vit liva av tilfeinginum, sum
kemur úr sjónum. Tað vil altíð vera óstøðugt,
sigur hann.
Faroe Origin hevur í løtuni trý pør í drift,
sum eru Heykur og Falkur, Rókur og Lerkur,
og so Stelkur og Bakur. Munkur er seldur til
Russlands og eitur nú Krim, og somuleiðis
stendur Skúgvur á sølulista og teir vóna at
sleppa av við hann eisini.
Satsað øðrvísi enn hini
– Vit hava umleið 1.200 fiskidagar at arbeiða
við, og tað er ikki meira enn til í mesta lagi
trý pør. Og tað er fiskurin, hesi trý førini fáa,
sum vit hava at arbeiða við. Vit kunnu í prin
sippinum gott fara út at bjóða upp á annan
fisk, men veruleikin er bara tann, at tað
eru ikki so nógv skip, sum ikki eru knýtt at
virkjum, og tí er øgiliga avmarkað, hvat er at
bjóða uppá, tá talan skal vera um nóg stórar
nøgdir, sigur Jens Pauli Petersen.
– Hendir so tað, at vend kemur í, kunnu
vit hinvegin renna okkum í ein fløskuháls, tí
nú eru næstan eingi virki eftir. Vinnan hevur
lagað seg eftir, at kurvan er gingin niðureftir,
og vit hava ikki so nógvar aðrar møguleikar,
enn at dúvað upp á tað, vit kunnu fáa frá
okkara egnu skipum. Um vit skulu keypa
frysta rávøru at virka, koma vit í kapping við
kinesarar og onnur, sum hava nógv lægri
lønir, so tað er neyvan nakar serligur møgu
leiki, hóast fleiri virki í Føroyum hava royndir
við frystari rávøru, serliga til saltfiskafram
leiðslu.
Hann er tó rímiliga bjartskygdur og hevur
eina vón um, at fiskurin kann koma aftur,
sum hann áður hevur gjørt tað. Fyrr er tað
eisini hent ímóti øllum forsagnum, so tað
kann sjálvandi henda einaferð aftrat.
Profilurin: Jens Pauli Petersen
Hóast eg hevði arbeitt
har í áravís, so vistu vit, hvønn
veg tað bar. Men allíkavæl
var tað ein ordans hvøkkur,
at fleiri sakførarar brádliga
ein dagin troppaðu upp
og skiftu øll lásini
framhald...