mánadagur 15. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Álitið hjá
almenn-
inginum
á ársskiftið er farið aftur um bak
er tíðin aftur komin, har rokn
skapirnir hjá ymsu fyritøkunum
verða kunngjørdir.
Eitt er, at tølini í roknskap
inum í sjálvum sær eru áhuga
verdur lesnaður hjá fleiri. Mest
týðandi lesnaðurin, tá metast
skal um roknskapin, er tó sjálv
grannskoðanarátekningin.
Vit hava tosað við Finnbjørn Zachariassen,
sum er statsaut. revisor og sum er ein av
stjórunum og eigarunum av grannskoðanar
fyritøkuni, SPEKT.
– Tá vit seta átekning á ein roknskap, er
hetta okkara niðurstøða um sjálvan rokn
skapin, sigur Finnbjørn.
– Har staðfesta vit, at roknskapurin gevur
eina rættvísandi mynd av rakstri, ogn, skuld
og skyldum hjá fyritøkuni. Vit siga eina rætt
vísandi mynd – ikki røttu myndina – tí vit
eru bara ein av fleiri roknskaparlesarum, og
tí kann roknskapurin sjálvandi lesast á ymsar
hættir.
– Ein sonevnd blank átekning – t.e. ein
átekning uttan ískoytisupplýsingar ella fyri
varni – merkir, at vit undir okkara arbeiði ikki
eru vorðin varug við skeivleikar av slíkum
týdningi, at hesir høvdu broytt roknskapin
munandi, vórðu teir tiknir við.
– Hartil vátta vit, at roknskapurin
lýkur tey krøv, sum verða sett. Eitt nú eru
kvalitativir upplýsingar sum notur v.m.
lógarásettir, og her ansa vit eftir, at krøvini
eru uppfylt. Men tað kann sjálvandi vera
onkur roknskaparlesari, sum vildi ynskt eina
ávísa notu, og tá kann væl vera, at rokn
skapurin ikki gevur eina rættvísandi mynd
hjá viðkomandi, tí hann saknar hesar upp
lýsingar.
Er átekningin ikki blonk, inniheldur hon
annaðhvørt ískoytisupplýsingar ella beinleiðis
fyrivarni.
– Er talan um ískoytisupplýsing, so er talan
um viðurskifti, sum leiðslan sjálv hevur gjørt
vart við. T.d. um fyritøkan er sperd fíggjarliga.
Tá kann ískoytisupplýsingin eitt nú vera, at
vit vísa til leiðslufrágreiðingina, og staðfesta,
at roknskapurin hóast hetta er settur upp við
framhaldandi rakstri fyri eyga.
– Beinleiðis fyrivarni verður eisini nýtt.
Eitt nú kann hugsast at vit eru ósamd við
leiðsluna um hvussu áognin hjá kundanum
skal virðisásetast. Tá er tað okkara skylda sum
grannskoðari at vísa á, at vit ikki halda áognin
í roknskapinum er í lagi.
Framhaldandi rakstur
Ein týðandi partur av grannskoðanarátekningi
er eisini, at grannskoðarin metir um fram
tíðarútlitini hjá fyritøkuni.
Sonevnda going-concern hugtakið fevnir
um, at roknskapurin er settur upp við fram
haldandi rakstri fyri eyga. Tað vil siga, at ein
blank átekning er váttanin frá grannskoðanini
til roknskaparlesaran fyri, at fyritøkan er før
fyri at halda sínar skyldur komandi tíðina.
– Við hesum staðfestir grannskoðanin, at
tað eftir okkara fatan ikki er týðandi vandi
fyri, at fyritøkan fer av knóranum. Í reglu
gerðini fyri okkara arbeiði verður staðfest, at
metingin hjá grannskoðaranum fevnir um eitt
tíðarskeið, sum gongur 12 mánaðir frá rokn
skaparársloki, sigur Finnbjørn.
– Og eru vit vitandi um viðurskifti, sum
liggja longur frammi í tíðini, so skal hetta eis
ini havast við í okkara meting. Taka vit sum
dømi ein roknskap, har roknskaparárið endar
31/12-2013, men har vit eru vitandi um, at eitt
stórt lán fellur til gjaldingar í februar 2015, so
skal hetta takast við í okkara meting.
Váttanin um framhaldandi rakstur verður
givin undir ábyrgd, og tað kann viðføra
endurgjaldskrav, um grannskoðanin ikki
hevur gáað um ávísar vandar, tá roknskapurin
er gjørdur.
– Sjálvandi kann ein fyritøka fara á heysin,
hóast grannskoðanin ikki hevði roknað við
tí. Tað kunnu tað vera so nógvar orsøkir til,
sigur Finnbjørn.
Í Danmark hava kanningar víst, at í úti
við 40% av teimum førum, har fyritøkur vóru
farnar av knóranum, hevði roknskapurin
blanka átekning. Líknandi kanningar eru ikki
gjørdar í Føroyum, og tí dugir Finnbjørn als
ikki at svara uppá, um hetta er eitt vanligt
fyribrigdi í Føroyum.
– Verður spurningur reistur um ábyrgd
hjá grannskoðanini, so er hetta ein juridiskur
spurningur. Tá verður tað ein vurdering, um
grannskoðanin hevur gjørt sítt arbeiði til
lítar. Eitt nú við at meta um grundarlagið fyri
virðissetan, skyldum, rættleikanum av upp
settur roknskapartølunum v.m. Her eru ymisk
øki, sum grannskoðanin eigur at taka atlit til,
og er tað arbeiðið ikki gjørt nøktandi, so kann
grannskoðanin fáa eina nøs, eina bót ella
enntá endurgjaldskrav. Og grannskoðanin
kann eisini missa sína góðkenning, um illa vil
til, sigur Finnbjørn.
T
Tá grannskoðaður roknskapur verður latin Skrásetingini, er talan um upplýsingar til almenningin.
Við átekning sínari váttar grannskoðarin, um roknskaparupplýsingarnar eru rættvísandi
Jákup Mørk
Grannskoðan