mánadagur 15. desember 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 8
I
15. desember 2014
Átekning
við krøvum
Tá ein roknskapur
verður grannskoðaður
og áteknaður, eru
ávís krøv, sum
verða sett teimum,
sum skriva undir
Jákup Mørk
Fyri at virka sum grannskoðari, eru
ávís krøv ella standardir, sum skulu
fylgjast í framda arbeiðinum.
– Fyrst og fremst, so skulu vit í
okkara arbeiði tryggja okkum, at
raksturin er rætt uppgjørdur, og at
ogn og skuld eru rætt uppgjørd og
ikki minst virðisásett.
– Her hava vit so ávísar manna
gongdir og arbeiðshættir, sum verða
gjøgnumgingin í hvørjum roknskapi
sær, og vit skulu altíð kunna skjal
festa, at vit hava gjørt tað, ið er
kravt av okkum, sigur Finnbjørn
Zachariasen.
– Onnur krøv til grannskoðanina
eru millum annað, at vit skulu
kanna og meta um vandan fyri sviki,
eins og vit skulu taka tær skyldur,
sum ikki beinleiðis framganga av
roknskapartølunum, við, tá endaligi
roknskapurin verður gjørdur. Hetta
seinasta kann t.d. vera veðsetingar
og møgulig rættarmál.
Føroyskir myndugleikar hava
gjørt avtalu við danskar myndug
leikar um at donsk eftirlitsfólk kanna
føroyskara grannskoðanarfyritøkur.
– Fyri grannskoðanarfyritøkur,
sum grannskoða børsnoterað feløg,
fíggjarstovnar, kommunur og al
menn partafeløg er galdandi, at vit
fáa eftirlitsvitjan hvørt triðja ár, og
tá kannar eftirlitið framda arbeiðið
handan fleiri roknskapir. Fyri aðrar
grannskoðanarfyritøkur verður
eftirlit gjørt sætta hvørt ár, sigur
Finnbjørn.
Eftirlitið er soleiðis við til at
tryggja dygdina undir framdu grann
skoðanini, og verður hetta gjørt,
soleiðis at almenningurin kann hava
álit á, at tá ein roknskapur er átekn
aður, so vísir hesin eina rættvísandi
mynd av rakstri og fíggjarstøðu hjá
fyritøkuni, eins og roknskapurin eis
ini inniheldur møguligar aðrar týð
andi upplýsingar, sum kunnu hava
ávirkan hjá tí, sum lesur roknskapin.
Finnbjørn Zachariasen er ein av stjórunum
og eigarunum av grannskoðanarfyritøkuni
SPEKT. Hann hevur virkað sum
statsaut. revisor síðani 2003
Myndir: Álvur Haraldsen