Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 nr. 10 I 15. desember 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Húsarhaldini skulu sleppa bíliga ins og óstøðuga føroyska veðrið altíð hevur verið eitt kært sam­ røðu­evni, har fólk hittast, eru bensin- og oljuprísirnir tað, tá røringur er í prísunum í heims­ høpi. Her heima elvir tað serliga til øsing, tá ráoljuprísurin fellur nógv, tí tey flestu eru samd um, at detailprísirnir á brennievni tá eisini falla ógvusliga – tó allar aðrar staðir enn í Føroyum. Hinvegin er tað ein vanlig fatan, at prísirnir her heima eru skjótir at fara uppeftir, tá ráoljuprísurin hækkar. Men er hetta so, ella er talan bara um, at vit konsekvent samanbera súreplir og bananir – at tað einfalt ikki ber til at samanbera før­oysku útsøluprísirnar á brennievni við teir út­lendsku? Sambært Hendriki Egholm, stjóra í olju­ felagnum Magn, er svarið bæði ja og nei. Dýrt at vera lítil Tað er nevniliga rætt, at prísirnir á bensini og disel eru hægri í Føroyum enn eitt nú í Danmark, tá prísirnir eru reinsaðir fyri øll avgjøld. Men tað hevur sína orsøk, og hon er sambært stjóranum í Magn einføld. – Føroyski marknaðurin fyri bensin og disel er so nógv minni enn tann danski og fyri tann skyld allir aðrir evropeiskir marknaðir, og tí eru teirra innkeypsprísir eisini nógv betri enn okkara, umframt at sølan – nøgdin av seldum litrum – har er nógv størri enn her. Afturat hesum kemur so flutningurin til Føroya og innanhýsis í Føroyum, sum dýrkar inn­keypið enn meira í mun til á megin­land­ inum, sigur Hendrik Egholm. Hinvegin leggur hann dent á, at tað er bein­leiðis skeivt, tá alt ofta verður koyrt í ein pott við uppáhaldi um, at brennievni generelt er dýrari í Føroyum enn í grannalondunum, tá av­gjøldini ikki verða tald upp í. Bílig gassolja Gassoljan, sum er oljan, vit brúka til olju­fýr­ ingar­nar í húsarhaldunum, er nevniliga væl bíligari í Føroyum enn eitt nú í Danmark. Í løtuni kostar ein litur av gassolju 4,99 krónur liturin hjá teimum báðum føroysku olju­feløgunum, og tað er 0,46 krónur minni enn í Danmark, hjar miðalprísurin er 5,45 krónur liturin. Húsarhaldini standa fyri umleið einum fimtingi av allari orkunýtsluni í Føroyum, og tá tað snýr seg um brennievni, er gass­olju­ nýtslan hjá húsarhaldunum meira enn tvær ferðir so stór sum bensin- og diselnýtslan hjá tí koyrandi ferðsluni á landi er til samans. Størsti oljuslúkurin er tó skipaflotin, sum brúkar tveir triðingar av øllum tí innflutta brenni­evn­inum, og nógv tann størsti parturin har er eisini gassolja. Samlaði eftirspurningurin eftir gassolju er tískil nógv størri enn eftir eftir bensini og disel. Tað merkir, at oljufeløgini keypa nógv meira inn av gassolju og kunnu tí fáa hana fyri ein lut­falsliga væl betri innkeypsprís samanborið við bensin og disel. Størri effektivitetur Men sambært stjóranum á Magn er hetta einsa­malt ikki øll orsøkin til lága útsøluprísin á gassolju til húsarhaldini. – Tá vit hava støddina á marknaðinum, flutningin til Føroya og innanhýsis flutningin í Føroyum í huga, átti tað ikki at borið til at havt ein gassoljuprís í Føroyum, sum liggur undir tí danska miðalprísinum. Men eg haldi, at ein týðandi orsøk til, at tað kortini ber til, er tí at feløgini í Føroyum eru rikin meira effektivt saman­borið við stóru feløgini í til dømis Danmark, sigur Hendrik Egholm. Hann harmast, at tann sannroyndin, at føroyski gassoljuprísurin er væl lægri enn í grannalondunum, ofta kámast av hægru bensin- og diselprísunum í dagliga tíðinda­ meldrinum. – Eg haldi, at vit skulu hava í huga, at her er talan um eina vøru, sum er sera týdningar­ mikil fyri føroyska húsarhaldið, men sum, hóast hon er innflutt, er sera bílig fyri brúkaran samanborið við londini rundan um okkum, sigur Hendrik Egholm. Høgur eindarkostnaður Hinvegin viðurkennir hann, at tey, ið dagliga samanbera føroysku prísirnar á bensini og disel við serliga teir donsku prísirnar, eisini í framtíðini fara at síggja, at føroysku prísirnir ikki kava eins djúpt og eins skjótt og teir donsku, tá ráoljuprísurin fellur. Og tó at teir føroysku prísirnir heldur ikki fara so skjótt og so høgt til himmals sum teir donsku, tá rá­ olju­prísurin hækkar, so er og verður før­oyski miðalprísurin á bæði bensini og disel hægri enn danski miðalprísurin, tá skattir og avgjøld ikki eru tald við. E Føroyski marknaðurin er so lítil, at tað ber ikki til at halda sama prísstøði á brennievni her sum í størru londunum á evropeiska meginlandinum, sigur stjórin í Magn. Tí hava føroysku oljufeløgini lagt seg eftir at halda ein lágan prís á einari útvaldari vøru, nevniliga gassoljuni til húsarhaldini, meðan prísirnir á bensini og disel eru soleiðis, sum ein kann vænta, tá marknaðurin er sera lítil, og tað hartil er dýrt at flyta vøruna higar Ingolf S. Olsen – PRESS Magn Alt tað, sum vinnulívsbúskapurin prædikar um størri eindarkostnað í smáum búskapum, passar sjálvandi eisini her - keypir tú 100.000 Twix frá einari heilsølu, fært tú eisini bíligari prís fyri hvørt, enn um tú bara keypir 90, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magn. gassolja 2014 Dagsprísurin hjá Effo og Magn Bensin 95 oktan, blýfrítt: 9,78 krónur liturin Disel: 8,51 krónur liturin. Gassolja: 6.925 krónur fyri 1000 litrar. Øll avgjøld eru íroknað í prísin (Kelda: Magn)