Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 15. desember 2014 – Bensin- og dieselmarknaðurin í Føroyum er so elalítil samanborið við tann danska og hinar evropeisku marknaðirnar. Vit selja brenni­evni til akførini hjá 48.000 fólkum, tað er enn ikki nær námind fólkatalinum í ein­um miðalstórum evropeiskum býi. Tí selja vit eisini nógv færri litrar enn tey størru út­lendsku feløgini og keypa færri litrar inn. Alt tað sum vinnulívsbúskapurin prædikar um størri eindarkostnað í smáum búskapum passar sjálvandi eisini her – keypir tú 100.000 Twix frá eini heilsølu, fært tú eisini bíligari prís fyri hvørt, enn um tú bara keypir 90, sigur Hendrik Egholm. Støðugir prísir Føroysku oljufeløgini keypa inn eftir lang­ tíðar­sáttmálum, har prísurin er ásettur sum miðal­prísurin fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tað er orsøkin til, at føroysku útsøluprísirnir ikki ávirkast so skjótt sum nógvar aðrar staðir, tá rá­olju­prísurin broytist. Á evropeiska megin­ land­inum er tað nevniliga tað mest vanliga, at feløgini keypa og avrokna brenni­evni dagliga á marknaðinum, har dagsprísurin á ráolju og á olju­úrdráttum sveiggja í takt. Fyri tíggju árum síðani staðfesti ein kann­ ing hjá Kappingareftirlitinum, at føroysku oljufeløgini høvdu ov stóran vinninga av detail­søluni av bensini og diesel. Ein eitt ára avtala bleiv tá gjørd við táverandi oljufelagið Statoil, nú Effo, um at lækka prísirnar. Oljufelagið Shell, sum seinni bleiv til Magn, var ikki við í hesi avtalu, men var sjálvsagt kortini noytt at fylgja henni fyri at kunna varveita kappingarførið. Høvuðsinnihaldið í avtaluni var, at føroysku prísirnir eins og teir donsku í høvuðsheitum skuldu fylgja gongdini í sonevndu Platts-dagsprísunum á altjóða oljumarknaðinum í Rotterdam. Seinkað sveiggj – Okkara prísir fella og hækka eisini fram­ vegis samsvarandi gongdini á fría marknað­ inum. Okkara príssveiggj eru bara nakað seinkað samanborið við evropeiska megin­ landið, og sveiggini eru ikki so krøpp, tí vit hava langtíðar keypssáttmálar. Tað er so eisini fyri­munurin av at hava langtíðarsáttmálar, at prísurin er meira stabilur, sigur Hendrik Egholm. – Fyri samlaðu myndina hevur tað eisini týdning, at Magn hevur eina oljugoymslu, sum er keypt og aloftast eisini goldin. Tá prísirnir á fría marknaðinum falla ógvusliga nærum dag um dag, fáa vit ikki fylgt við í sama mun sum til dømis donsk feløg, sum keypa eftir dagsprísi. – Hinvegin hevur ongin gagn av ógvu­ sligum prís­sveiggjum, heldur ikki brúkarin, men eg skilji tó væl, at fólk ilskast, tá tey síggja prísin fella so nógv í eitt nú Danmark, men ikki so skjótt í Føroyum. Tey, sum fylgja væl við, vita tó, at henda príssetingin kemur væl við hjá brúkarunum her heima, tá ráolju­ prís­urin fer upp, sigur hann. Kappast um bunkring Hóast føroysku oljufeløgini hava eina duopol­støðu á lítla føroyska marknaðinum, so eru tey í altjóða kapping, tá tað snýr seg um bunkr­ing av skipum – bæði føroyskum skipum, ið ofta eru í útlendskum havnum, og út­lendsk­um skipum, ið eru í føroyskari havn ella sigla á okkara leiðum. Men bunkringsoljan er eisini keypt við støði í langtíðarsáttmálum og kappingarførið av­markað har eftir. – Tá prísirnir eru støðugir ella á veg upp­ eftir, eru vit kappingarfør í Føroyum í mun til londini uttanum okkum, sum vit kappast við um bunkringina. Tá prísirnir falla, sum teir gera nú, eru vit hinvegin ikki eins kapp­ingar­ før og kappingarneytarnir uttanlands, sigur Hendrik Egholm. Onkuntíð hevur ljóðað, at oljufeløg hava bjóðað ávísum reiðaríum serprís, fyri at hesi ikki skulu fara uttanlands at bunkra, men stjórin á Magn vísir staðiliga aftur, at nakar fær serprís fram um onnur frá teimum. – Skip og fyri tann skyld øll, sum keypa stórar mongdir av brennievni, fáa mongdar­ avsláttur í mun til listaprísin. Men vit gera ikki mannamun, so øll fáa í so máta somu sømdir, vissar stjórin í Magn um. Duopol undir luppi Stjórin á Magn sleppur tó ikki undan, at feløg í monopol- ella duopolstøðu altíð verða hugd at við at­finningarsomum eygum, tí ivi altíð kann sáast um, hvørt tey eru í veruligari kapping ella ikki. Ofta verður sagt, at duopol er verri enn monopol, serliga um annað felagið hevur veikari grundstøði enn hitt. Tí tá er laga­ manni hjá tí sterkara felagnum bara at lata tað veikara leggja prísin á einum støði, ið fær rakst­urin hjá hesum felagnum at hanga væl saman. Tá hongur raksturin sjálvsagt uppaftur betur saman hjá tí sterkara felagnum, sum tískil bara kann hella seg afturá og skúma róman omanav. Hendrik Egholm er ikki óvanur við at møta ill­gruna av hesum slagnum og hevði eisini sjálvur helst viljað, at marknaðurin var so stórur, at rúm var fyri kapping millum fleiri aktørar, so tað slapst undan slíkum gitingum. Men hann heldur tó, at tølini tala fyri seg og vísa, at føroysku oljufeløgini ikki hava nakran óvanligan ella illgrunasaman ágóða av teirra serstøku kappingarstøðu. Kundu tjent meira – Hygg at avlopunum hjá føroysku olju­ feløg­unum, og sammet tey við avlopini hjá olju­feløgum uttanlands, og eisini við onnur stór feløg í Føroyum. Magn hevur árligar um­setn­ingar á millum 700 og 860 milliónir krónur, og góðar 20 milliónir liggja eftir. Samstundis eru prísirnir á gassolju bíligari og á disel og bensini eitt lítið vet hægri enn á einum stór­um marknaði sum tí danska. Hetta gevur í hvussu so er ábendingar um, at vit eru hampu­liga effektiv. – Hóast duopolstøðuna, so er tað, sum áður nevnt, ein sannroynd, at okkara gassolja er sera bílig. Um vit bara høvdu havt danskar prísir á gassolju, tá skattir og avgjøld eru drigin frá, so høvdu nógvar milliónir krónur eyka ligið á botnlinjuni hjá Magn. Vit selja einar 80 milliónir litrar av gassolju um árið, harav tær umleið 36 milliónirnar fara til húsar­haldini. Prísmunurin millum okkum og donsku feløgini er í løtuni 46 oyru fyri liturin. Tað merkir, at vit høvdu tjent 16-17 milliónir krónur meira um árið, um vit høvdu danskar gass­olju­prísir. Tá er at siga, at prísmunurin millum bæði londini vanliga er størri enn 46 oyru fyri liturin, og í ár hevur hann í miðal verið 65 oyru – so í veruleikanum høvdu vit kunna tjent 23-24 milliónir krónur eyka í ár bara upp á húsar­haldini, um vit brúktu danska lista­prísin. Tóku vit skipini við, var talið sjálvandi nógv størri, tí sjálvt um skip og aðrir stór­kundar fáa mongdaravsláttur bæði í Føroyum og í Danmark, so verður avslátturin latin við støði í listaprísinum í teimum ein­ støku londunum, sigur Hendrik Egholm. Varin prísseting Hann heldur tískil ikki, at ofta ógvusligu at­ finn­ingarnar ímóti føroysku oljufeløgunum og skuld­setingarnar móti teimum fyri at gera sær dælt av duopolstøðuni eru rættvísar. – Fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað, at vit hava eitt duopol, ger, at Magn ansar óluksáliga væl eftir, hvussu vit prísáseta vøruna, og at prísirnir eru rættvísir – bæði sam­mett við onnur lond, havandi okkara lítla og fjar­skotna marknað í huga, og við aðrar vørur í Føroyum. Men tað er eftir mínum tykki burtur­við at vænta, at vit hava somu disel- og bensin­prísir í Føroyum sum í Danmark, sama um vit hava duopol ella fimm olju­feløg, ið kappast – samlaða nýtslan í øllum Føroyum vil fram­vegis vera minni enn í Hvidovre ella Herlev, sigur Hendrik Egholm. fakta Tey bæði føroysku oljufeløgini Magn og Effo sita við hvør sínum helmingi á marknað­inum – umsetningurin hjá Magn er tó eitt vet hægri enn hjá Effo – og prísirnir á øllum oljuúrdráttunum, sum feløgini selja, fylgjast javnt at. Í fjør hevði Magn ein umsetning – nettosølu – á slakar 850 milliónir krónur, og ársúrslitið var beint omanfyri 20 milliónir krónur, tá 6 milliónir krónur vór goldnar í skatti. Effo umsetti fyri slakar 762 milliónir krónur í fjør, og úrslitið var beint niðanfyri 20 milliónir krónur, tá 5 milliónir krónur vóru goldnar í skatti. Í talvuni omanfyri sæst gongdin í føroysku gassoljuprísunum í ár samanborið við donsku miðalprísirnar. Eitt vektað miðaltal vísir, at føroysku oljufeløgini í 2014 hava selt gassoljuna 0,65 krónur bíligari fyri liturin enn donsku feløgini. Fyri eitt vanlig føroysk húsarhald, sum brúkar onkunstaðni millum 3000 og 3.500 litrar av gassolju um árið er sparingin millum 1950 og 2270 krónur um árið samanborið við eitt tilsvarndi danskt húsarhald. (Kelda: Magn) Prísurin á diesel er hægri í Føroyum enn í Danmark., tá skattir og avgjøld eru frároknað. Í miðal hevur prísmunurin verið 22 oyru liturin sæð yvir alt árið, men í løtuni kostar disel góð 60 oyru meira fyri liturin í Føroyum enn í Danmark. (Kelda: Magn) Bensinið er eisini dýrari í Føroyum enn í Danmark, tá skattir og avjøld eru frároknað í báðum londum. Í miðal hevur føroyski liturprísurin á bensini ligið 37 oyru omanfyri tann danska, men júst nú liggur hann 91 oyru omanfyri. (Kelda: Magn) gassolja 2014 disel bensin