mánadagur 15. desember 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Prísurin
á streymi
lækkar ikki
imm til seks ferðir um um árið
koma tangaskip til Føroya við
umleið 6000 tonsum at tungolju,
sum SEV brúkar á Sundsverk
inum at framleiða steym við. SEV
roknar við at brúka á leið 30.000
tons av tungolju um árið.
Tá SEV legði fíggjaræltan fyri
2015 væntaðu teir ein prís upp á
495 dollar ella umleið 3700 kr.
fyri tonsi av tungolju. Altso eini útreiðslu í
2015 upp á góðar 100 milliónir krónur.
Nú er oljuprísurin lækkaður so nógv, at
SEV væntar at spara einar 20-30 milliónir
krónur næsta ár samanborið við fíggjar
æltanina. Afturat lága oljuprísinum kemur,
at nýggju vindmyllurnar síggjast væl aftur í
samlaðu oljunýtsluni. Stjórin á SEV metir, at
vindmyllurnar spara eini 10.000 tons av olju
næsta ár.
Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, sigur, at
í fyrsta lagi sæst tað aftur hjá SEV við, at
yvirskotið næsta ár hækkar við teimum 20-30
millióninum. Eftir fíggjaræltanini væntaði
SEV eitt yvirskot upp á 37 milliónir krónur,
men nýggjastu tølini vísa, at yvirskotið verður
50 milliónir krónur ella meiri.
– Ongar ætlanir eru um at lækka streym
prísin, sjálvt um SEV sparir hesar milliónir
nar, nú oljuprísurin er fallin, sigur Hákun
Djurhuus.
Aftur størri yvirskot
– Vit hava stórar íløguætlanir fyri framman,
so sparingarnar í oljuútreiðslunum næsta ár
bøta bara um møguleikarnar fyri eginfígging,
tá vit skulu út at læna pengar til íløgurnar,
sigur Hákun Djurhuus.
Heldur ikki góðu útlitini hjá SEV fyri í ár
fara at síggjast aftur hjá brúkarunum í fyrsta
lagi. Fyribilstølini siga, at yvirskotið í ár eisini
verður umleið 50 milliónir krónur, sum er
øgiligt samanborið við tær væntaðu tríggjar
milliónirnar, sum stóðu á niðastu reglu í
fíggjarætlanini fyri 2014.
– Men góða úrslitið í ár kemst ikki av
lækkaðu oljuprísunum. Vit hava selt meiri
streym, fingu meiri inn í innleggingar
gjøldum, spart í tilfari og tænastum og hava
havt lægri rentuútreiðslur, sigur Hákun
Djurhuus.
Sambært SEV-stjóranum standa íløgur fyri
tvær milliardir krónur fyri framman næstu 10
árini.
– Vit kunnu kanska siga, at tað hevur ligið
í kortunum, at streymprísirnir skuldu hækka
um eini tvey ár, men kanska sleppa vit undan
tí nú, sigur Hákun Djurhuus. Hann leggur tó
dent á, at ongin avgerð er tikin, hvørki um at
prísirnir skulu hækka um tvey ár ella hvussu
møguligar sparingar í oljuútreiðslunum skulu
brúkast.
Sjálvt um oljuprísurin í løtuni er sera
lágur, so væntar Hákun Djurhuus ikki, at
lági prísurin fer at halda sær so langt niðri í
longdini.
– Vit kunnu siga, at so leingi vit hava
núverandi oljuprísir, so er minni trýst á at
hækka prísin hjá brúkaranum, sigur Hákun
Djurhuus.
– Vit kunnu tó ikki byggja okkara fram
tíðarætlanir á eina løtumynd. Vit royna at
hyggja 10-15 ár fram, sigur SEV-stjórin.
Grønar íløgur
Aðrastaðni í heiminum sæst, at fyritøkur sum
selja útgerð og tænastur til varandi ella grøna
orku, longu merkja minni eftirspurning, tí
oljuprísurin er so lágur, men Hákun Djurhuus
sigur, at ætlanin hjá SEV um, at øll orka í
Føroyum skal vera grøn verður ikki seinkað.
– Vit lata okkum ikki freista at framleiða
meiri streym við olju, bara tí prísurin í løtuni
er lágur, sigur Hákun Djurhuus.
Ætlanin hjá SEV er at gera íløgur næstu
10-15 árin fyri tvær milliardir krónur, so grønu
orkukeldurnar vera tær berandi – vind-, sól-
og sjóvarfallsorka.
Hóast hetta er bjarta ætlanin, so verður
fyrsta íløgan, sum stendur fyri framman,
eitt nýtt elverk á Sundi, sum skal framleiða
streym burtur úr olju.
– Ja, tað tykjast sum ein andsøgn, men tað
slepst ikki undan einum nýggjum Sundsverki,
sigur Hákun Djurhuus.
Hákun Djurhuus sigur, at verandi Sunds
verk er so gamalt, at har skal eitt nýtt gerast,
og tað fer við teimum fyrstu 750 milliónunum
av íløguætlanini.
– Vit skulu dúva upp á olju í nógv ár
afturat, so eitt nýtt Sundsverk skal byggjast.
Hann vísir á, at íløgurnar eru ikki tengdar
at oljuprísinum, men SEV fær bara betri rása
rúm til tær útbyggingar sum eru í gongd og
sum skulu gerast.
F
Sjálvt um fallið í oljuprísunum seinasta árið fer at økja yvirskotið
hjá SEV við einum 30 milliónum krónum næsta ár, so verða tað
ikki brúkararnir, sum í fyrsta lagi fara at merkja tað
Øssur Winthereig - PRESS
Nýggju vindmyllurnar spara SEV eini 10.000 tons av tungolju av teimum
umleið 35.000 tonsunum, sum SEV hevur brúkt um árið.
– Vit kunnu kanska siga, at tað hevur ligið
í kortunum, at streymprísirnir skuldu
hækka um tvey ár, men kanska sleppa vit
undan tí nú, sigur Hákun Djurhuus.
SEV