Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 15. desember 2014 ungolja til Smyril er ein teimum stóru útreiðslunum hjá Strand­ ferðsluni og sveiggini í prísinum á oljuni síggjast skjótt aftur í kassanum á Strandferðsluni – báðar vegir. Eftir teimum metingum, sum eru fyri oljuprísin næsta ár, so verður nógv av spara hjá Strand­ ferðsluni. Strandferðslan hevur í 2014 keypt tungolju fyri ein miðalprís upp á 3,65 kr fyri liturin. Tveir triðingar at samlaða oljukostnaðinum hjá Strandferðsluni fara til tungolju til Smyril. Restin er diesel til hini skipini og smyrjiolja. Miðal dieselprísurin í 2014 hevur verið 4,88 kr fyri liturin. Um miðalprísurin í ár verður brúktur til útrokning fyri sparing næsta ár, so væntar Strandferðslan at spara 4,7 milliónir krónur. Svangur landskassi Men Strandferðslan er landsfyritøka og hvørt oyra skal framvið Løgtinginum og á borðið hjá fíggjarnevndini. So tá politikarar, sum sita á landskassanum, síggja óvæntaðar sparingar, so sleppur ein landsfyritøka ikki bara so. Í fíggjarnevndini góðataka tey ikki miðal­ prísin í 2014, sum grundarlag fyri 2015, men tey vilja hava Strand­ferðsluna at taka støði í seinasta prísinum, sum Strand­ferðslan hevur keypt fyri, og hann hevur verið niðri á 3,38 kr fyri liturin. Strandferðslan keypir tungoljuna frá SEV, men umvegis eitt av oljufeløgunum. SEV tekur ikki vinning fyri selja oljuna til Smyril, men fær endurgoldið teir kostnaðir elefelagið hevur. Í fíggjarætlanini fyri 2014 var roknað við einum liturprísi á tungolju á 4,72 kr, miðal­ prísurin higartil í 2014 hevur verið 3,65 kr og bíligasti prísur í 2014 hevur verið 3,38 kr fyri liturin. Verður støði tikið, sum fíggjarnevndin sigur, í lægsta prísinum fer Strandferðslan næsta ár at spara átta milliónir krónur – bara í olju­útreiðslum. Men fíggjarnevndin ætlar, at 5,4 milliónir av teimum átta fella í landskassan til aðra nýtslu. Vinnumálaráðið, sum hevur samskiftið við fíggjanevndina, hevur annars so staðiliga heitt á fíggjarnevndin um ikki at skerja samlaðu játtanina við grundgevingini, at so stórar sparingar vera í oljuútreiðslunum. Vinnumálaráðið hevur víst á tørvin á við­ líka­haldi og ætlanina at seta eykamanning um­borð á Smyril, men fíggjanevndin fylgir ikki áheitanini frá Vinnumálaráðnum. Økt viðlíkahald Av partinum, sum Strandferðslan sleppur av hava, fara tvær milliónir krónur til viðlíka­ hald. Samstundis sigur fíggjarnevndin, at ein partur av spardu oljukrónunum – 600.000 kr – skal koma teimum til góðar, sum ferðast nógv við Strandferðsluni – teimum sonevndu pendlarunum. – Strandferðslan hevur seinastu eitt-tvey árini hildið aftur við viðlíkahaldinum, so eis­ ini tvær milliónir eyka á tí kontuni koma væl við og gera mun, sigur Niels Juel Arge, fíggjar­ leiðari á Strandferðsluni. – Viðvíkjandi teimum 600.000 krónunum, sum skulu koma pendlarunum til góðar, fer tað helst at síggjast aftur í teimum avsláttar­ skipanum, sum pendlarar brúka, væntar Niels Juel Arge. Á fíggjarlógini fyri í ár vóru 1,5 milliónir krónur setta av til at lækka ferðaseðla­prísir­ nar, men tann lækkingin er ikki gjøgnumførd enn, so í alt eru góðar tvær milliónir krónur til at lækka ferðaseðlarnar við. Útreiðslurnar hjá Strandferðsluni eru í stórum tølum, at 70 milliónir eru til hýrur og lønir, 40-45 milliónir krónur til olju og 12-14 milliónir krónur til viðlíkahald. Játtanin á figgjarlógini fyri 2015 verður 133,5 milliónir krónur. Tað er ein nonevnd netto­játtan, tí Strandferðslan hevur eisini egnar inntøkur. At sveiggini í oljuprísinum hava stóra ávirkan á kassan hjá Strandferðsluni sást í 2012, tá oljuprísirnir hækkaðu nógv, og Strand­ferðslan mátti hava eykajátta upp á 12 milliónir krónur bara til øktar oljuútreiðslur. Strandferðslan væntar næsta ár at spara átta milliónir krónur í útreiðslum til olju. Men hvørki ferðafólk ella Strandferðslan fáa fulla ágóðan av sparingunum Øssur Winthereig - PRESS Politikkur upp í oljusparingar T 75 prosent av samlaðu útreiðslunum til brennievni hjá Strandferðsluni fara til tungolju til Smyril, men næsta ár er sparingin stór í mun til fíggjarætlanina, tí oljuprísurin hevur verið nógv lægri enn tey mettu, tá fíggjarætlanin varð gjørd Strandferðslan Oljukostnaður hjá Strandferðsluni í 2014 Býtið Ætlan 2014 Miðal 2014 Bíligast 2014 Tungolja 73% 4,72 kr/l 3,65 kr/l 3,38 kr/l Gassolja/Diesel 26% 5,92 kr/l 4,88 kr/l 4,48 kr/l Smyrjiolja 1% 50,00 kr/l Kostnaðir og nýtsla í 2015 Skip Kostnaður Tungolja Gassolja/diesel Smyrjiolja Smyril 32.755.746 kr 27.895.296 4.410.450 450.000 Teistin 3.001.577 kr 2.882.777 118.800 Ternan 2.254.376 kr 2.218.376 36.000 Sam 1.594.852 kr 1.531.852 63.000 Ritan 778.183 kr 763.783 14.400 Sildberin 590.983 kr 583.783 7.200 Súlan 71.298 kr 69.498 1.800 Til samans 41.047.015 kr 27.895.296 12.460.519 691.200 – At tvær milliónir eyka frá oljusparingum koma eyka á viðlíkahaldskontun kemur væl við og ger mun, sigur Niels Juel Arge, fíggjarleiðari á Strandferðsluni.