mánadagur 15. desember 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 10
I
15. desember 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Nýggj
prís
greining
á veg
appingarráðið er ikki komið við
nakrari almennari støðulýsing
av føroyska brennievnis
marknaðinum síðani 2004, men
í seinasta lagi til várs verður
ein nýggj frágreiðing almanna
kunngjørd.
Kanningin, sum liggur til
grund fyri frágreiðingini, er
gjørd, og nú verður arbeitt við
at greina tilfarið. Ryggurin í kanningini eru
samanberingar av føroysku brennievnisprís
unum við prísirnar í evropeisku sonevndu
Platts-noteringini, sum eisini prísirnir í
grannalondunum fylgja.
Tað varð eisini gjørt, tá Kappingareftirlitið
hjá Kappingarráðnum í 2004 kannaði før
oyska brennievnismarknaðin. Tá itu tær
báðar føroysku oljusølufyritøkurnar Statoil og
Shell, sum síðani er vorðnar til ávikavist Effo
og Magn.
Avtalaðu prísfall
Tað var tó bert oljufelagið Statoil, sum tá
sjálvboðið vildi taka lut í kanningini hjá
Kappingareftirlitinum. Niðurstøðan av henni
var, at føroysku oljufeløgini høvdu ov stóran
vinning av bensin- og diselsøluni. Endin
var, at ein avtala varð gjørd við Statoil um
at lækka liturprísin nakað – umleið 30 oyru
fyri bensin og 25 oyru fyri disel – og at hesin
skuldi fylgja Platts-noteringini.
Shell mátti sjálvsagt eisini lækka sínar
prísir samsvarandi fyri at kunna vera við í
kappingini, men avtalan millum Statoil og
Kappingarráðið hevði bara gildi í eitt ár.
– Síðani hava vit leysliga hildið eyga
við gongdini, til vit fóru undir hesa nýggju
kanningina, og okkara eygleiðingar hava
ikki givið orsøk at rópa varskó. Men tað skal
tó ikki skiljast soleiðis, at so eru prísirnir í
fínasta lagi sæð frá einum brúkarasjónarmiði.
Tað vita vit ikki, sigur Terje Sigurðsson,
deildarleiðari í Kappingareftirlitinum.
Kortini á borðið
Í 2004 gjørdi Kappingarráðið sum nevnt eina
eitt ára avtalu við Statoil um prísirnar, men
ráðið hevur eisini heimild at áseta hámarks
prísir á brennievni, um tað skal vera.
Tó er lógin grundleggjandi broytt síðani
2004, tá kappingarlógin var ein eftirlitslóg
við møguleika at samráða seg til loysnir, um
nakað var at finnast at í kappingarhøpi hjá
einum vinnuaktøri. Nýggja kappingarlógin
er ein sonevnd forboðslóg sum heimilar
beinleiðis inntriv, um Kappingareftirlitið
verður varugt við brot á lógina. Tó ber eisini
til at koma við tilráðingum, um talan ikki
er um beinleiðis brot, men um ivasama
kappingarstøðu.
Terje Sigurðsson væntar tó hvørki nakra
nýggja avtalu ella áseting av hámarksprísi,
um nýggja kanningin aftur skuldi víst, at
oljufeløgini aftur eru farin at taka ov stóran
vinning av bensin- og diselsøluni.
– Lógin er broytt, og tíðirnar eru broyttar,
og tað at leggja øll kortini á borðið – at
almannakunngera úrslit og greiningar av
slíkum kanningum – er ofta tað, sum virkar
best. At gera eina avtalu við eitt oljufelag
um prísin ljóðar kanska so gott, men tað er
ikki vist, at ein slík avtala gevur brúkarunum
bíligasta prísin. Tí tá ein avtala verður
gjørd, mugu partarnir semjast, og tað er
ikki vist, at teir klára at semjast um tann
fyri brúkaran besta prísin. Tí kann ein slík
avtala væl verða eitt tvíeggjað svørð, tí hon
loyvir oljufeløgunum at hava ein prís, sum
kanska er hægri enn tann, sum hevði staðist
av einari púra fríari kapping, staðfestir Terje
Sigurðsson.
K
Til várs kemur ein nýggj frágreiðing frá Kappingarráðnum um prísirnar á brennievni hjá teimum báðum føroysku
oljufeløgunum. Leysligar kanningar seinastu tíggju árini hava ikki givið orsøk til at rópa varskó, men tað merkir
ikki neyðturviliga, at prísirnir ikki kundu verið lægri, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingareftirlitinum
Ingolf S. Olsen - PRESS
Kappingareftirlitið