mánadagur 15. desember 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 8
I
15. desember 2014
Vantandi
dynamikkur
í duopoli
Lágir prísir á brennievni eru altíð stimbrandi
fyri føroysku vinnuna, sigur Marita Rasumussen,
stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sjálv hevur
hon tó ikki sæð nakað stórt fall her heima enn,
men hon roknar við, at tað fer at koma
Ingolf S. Olsen - PRESS
arita Rasmussen, stjóri í
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
fegnast vegna føroysku
vinnuna, at oljuprísurin er
lækkaður nakað, og væntar,
at prísurin ferð at falla enn
meira orsakað av ógvusliga
prísfallinum á ráolju á
altjóða markaðinum.
– Tá eg fylli á bilin, síggi
eg ikki nakað ógvusligt prísfall, sigur Marita
Rasmussen, men er hetta helst orsakað av
stóru goymslunum, sum oljufeløgini liggja
inni við.
– Vit hava monopol og duopol í fleiri
vinnum í Føroyum, og tað sum eyðkennir
slíkar marknaðir er, at dynamikkurin ikki er
eins góður og í fyritøkum, har fleiri kappast.
Tað sæst, at monopol- og duopolfyritøkurnar
ikki eru líka skjótar at tillaga prísirnar, sum
fyritøkur aðrastaðir, har fullkomin kapping
er, sigur hon.
Eitt vakið eyga
Stjórin í Arbeiðsgevarafelagnum vísir tó á,
at prísirnir í dag sjáldan sleppa at fara heilt
av kós, tí góða samskiftistøknin ger, at bæði
vinnan og borgararnir alla tíðina kunnu fylgja
við prísgongdini í øðrum londum, og tað
leggur stórt trýst á føroyskar fyritøkur sum
heild.
– Brúkararnir eru skjótir at rópa varskó,
so tillagingar verða gjørdar, sigur Marita
Rasmussen.
– At føroysku oljuveitarnar eisini veita
olju til útlendsk skip er viðvirkandi til, at
tær mugu tillaga seg skjótt fyri ikki at missa
hendan partin av virkseminum, og tað kemur
okkum til góðar, sigur hon.
Fyri limirnar í hennara felag hevur prísurin
á brennievni heilt nógv at siga.
– Tað er altíð positivt fyri føroyskar fyri
tøkur, at prísurin á brennievni fellur, tí tær
allar flestu fyritøkurnar brúka nógva orku.
Føroyska elorkan er jú eisini fyri ein stóran
part framleidd á oljufýrdum verkum, so el
prísirnir ávirkast eisini av oljuprísinum. Fyri
vinnuna hevur tað sjálvsagt eisini týdning, at
orkuprísirnir her heima sveiggja nøkulunda
í takt við sveiggini í teimum londunum, sum
vit kappast við, sigur Marita Rasmussen.
M
– Tá eg fylli á bilin, síggi eg ikki nakað ógvusligt prísfall enn, men eg rokni við
at tað fer at koma, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Bæði fyritøkur og borgarar fylgja væl við prísinum á vørum og tænastum
aðrastaðni, og tað leggur føroyska prísin undir trýst, heldur hon.
Um nýggja kanningin av príssetingini hjá føroysku oljufeløgunum aftur vísir, at tey
leggja ov nógvan vinning á bensin- og diselsøluna, so er tað ikki vist, at Kappingarráðið
fer út við báli og brandi og ger inntriv ella roynir at gera eina avtalu um prísin.
– Tíðirnar eru broyttar, og tað at leggja øll kortini á borðið – at almannakunngera
úrslit og greiningar av slíkum kanningum – er ofta tað, sum virkar best, sigur
Terje Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingareftirlitinum hjá Kappingarráðnum.