Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 10 I 15. desember 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Stokkutur hiti frá bíligari olju nki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt. At venda kenda orðafellinum soleiðis á høvdið er hóskandi at gera, tá vit tosa um gongdina í olju­ prísunum og ikki minni um gongdina í tí globalu orku­ støðuni. Í øllum førum, um vit spyrja Magna Laksáfoss, búskapar­frøðing. Og hann er ikki einsamallur um at vera heldur stúrin um framtíðarvánirnar. Eisini tungu, altjóða stovnarnir IEA (International Energy Agency), sum er orkustovnurin hjá OECD og IMF (International Monetary Fund), ella Altjóða Valutagrunnurin, sum vit kalla hann, vænta, at olja og oljuúrdráttir fara at gerast alsamt dýrari í komandi árum, og at ráoljuprísurin næstu fimm árini fer at tvífaldast í mun til støðuga prísin, ið var seinastu trý árini áðrenn fallið hesar seinastu tríggjar mánaðirnar. Tá lá ráoljuprísurin nøkulunda støðugt á 110 dollarum fyri tunnuna. Tvífaldur prísur IEA og IMF hava óheft hvørt av øðrum roknað seg fram til, at ráoljuprísurin í 2020 fer at liggja ímillum 150 og 270 dollarar fyri tunn­una. Tølini byggja á prognosur um gongdina í útboði og eftirspurningi. Í prognos­uni er útboðið serliga tengt at sjálvari framleiðsluni – tað er, hvussu nógv olja yvirhøvur fer at verða funnin og framleidd í komandi árum – og í minni mun at taktiskari framleiðslu og øðrum viðurskiftum, ofta politiskum viður­skiftum, sum kunnu ávirka útboðið og harvið prísin. Frágreiðingarnar hjá IEA og IMF eru frá ávikavist 2012 og 2013, men gongdin á olju­ marknaðinum í seinastuni hevur ikki fingið hesar stovnarnar at justera teirra prognosur – heldur ikki IEA, sum annars eisini hevur spátt enn minni altjóða eftirspurning eftir olju í næstu framtíð, og harvið minkandi trýst á prísirnar. – Teir halda fast í teirra langtíðar­prognos­ um, og eg haldi eisini sjálvur, at tær framvegis eru rættar. Í øllum førum verður tað gongdin, tá vit hyggja fleiri ár fram, at oljuprísurin fer at hækka. Um tað so júst verður í 2020, at hann er tvífaldaður, er ikki so avgerandi, sigur Magni Laksáfoss. Arábarar siga stopp Og prísfallið í seinastuni kann væl hugsast at vera tað, sum seinni fer at seta turbo á gongdina øvugta vegin. Tí passar øvugta orða­ fellið, at onki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt, rættiliga væl her. Umframt generelt minkandi eftirspurning eru tað nevniliga serliga tvær høvuðsorsøkir til prísfallið, og báðar eru at finna í Amerika: Tjørusandur í Kanada og skiferolja/skifergass í USA. Seinastu 10-15 árini er tøknin at út­vinna olju úr tjørusandi og skiferfláum í undir­ grundini ment munandi, samstundis sum at ráolju­prísurin hesi árini er fleirfaldaður, so tað fíggjarliga hevur loyst seg at fara eftir hesi olju. Tískil hevur USA javnt og samt økt sína eginframleiðslu av olju, so fíggjarligi risin handan hav ikki longur er so bundin av at fáa olju aðra staðir frá, serliga úr arábisku londunum. Samstundis hevur minkandi eftir­spurning­ urin orsakað av fíggjarkreppuni, sum nú – møguliga – er um at hasa av, havt við sær, at olju­goymslurnar hjá teimum størstu brúkara­ londunum eru fullar. Men nú vilja arábisku stórframleiðararnir – teir standa framvegis fyri bróðurpartinum av heimsins oljuframleiðslu – ikki longur bara sita og hyggja at, meðan teirra marknaðar­ partur bara minkar. Tí eru tey farin at økja fram­leiðsluna í stórum við tí úrsliti, at ráoljuprísurin fellur og tað ógvusliga. – Tað kemur ikki óvart á meg, at prísurin O Hóast stórt fall í ráoljuprísunum í seinastuni og væntan um fleiri føll næsta ár, so væntar Magni Laksáfoss, orkubúskaparfrøðingur, framvegis, at ráoljuprísurin fer at tvífaldast tey næstu 5-10 árini. Prísfallið nú er úrslitið av einum prískríggið og heldur sær bert í avmarkaða tíð, sigur hann Ingolf S. Olsen – PRESS Talvan vísir gongdina í prísunum á evropeisku sonevndu Brent-ráoljuni frá 1992 og fram til november í ár. Strikumyndirnar vísa, at prísirnir í tíðarskeiðum hava sveiggjað nógv (reyðbrúna strikumyndin), men at gongdin yvir langa tíð hevur javnt hækkandi prísir (bláa strikumyndin). Kelda: Magni Laksáfoss.