mánadagur 15. desember 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 8
I
15. desember 2014
fellur, heldur undrar tað, at tað ikki er
hent nógv fyrr, tá so nógv nýggj framleiðsla
er komin inn á marknaðin, sigur Magni
Laksáfoss.
Kvala framleiðslu
Hvussu leingi hetta prískríggið fer at vara, er
óvist, men at prísirnir hækka aftur innan alt
ov leingi, er hann vísur í.
– Primera málið hjá arabisku oljulond
unum er, sambært altjóða greinarum, at kvala
oljuframleiðsluna úr tjørusandi og úr skifer.
Henda framleiðslan er so kostnaðartung, at
hon krevur ein ráoljuprís á millum 80 og 100
dollarar fyri tunnuna, um hon skal klára at
kappast. Nú er tunnuprísurin á veg móti 65
dollarum, so tað sigur seg sjálvt, at tað bara er
ein spurningur um tíð, áðrenn framleiðslan úr
tjørusandi og skifer fer at minka.
– Higartil hava tað serliga verið lutfalsliga
smá og harvið fíggjarliga veik oljufeløg, ið
hava lagt seg eftir hesi framleiðslu og tað
kann tí gerast sera trupult hjá teimum at yvir
liva eitt prískríggj
– Um prískríggið fær nakrar framleiðarar
at gevast, vil útboðið á marknaðinum minka
aftur, og tískil vil prísurin av somu orsøk
hækka aftur, sigur Magni Laksáfoss.
Leitifepur burtur
Eitt annað mál við prískrígnum er, at arábisku
londini vóru vorðin ørkymlað av sanna
leitifeprinum, ið hevur valdað nú í nógv ár.
Høgi oljuprísurin hevur gjørt, at áhugin at
leita djúpt og har møgulig framleiðsla annars
er kostnaðartung, hevur verið stórur. Og
tess meira ágangandi tað verður leitað eftir
olju kring allan heimin, tess størri eru sann
líkindini fyri, at olja verður funnin. Avleið
ingin av tí er økt kapping hjá seljarunum
á ráoljumarknaðinum. Eisini hetta síggja
arábisku londini sum eina hóttan ímóti teirra
ráðandi marknaðarstøðu.
– Leitihugurin var longu minkaður nakað
seinastu tíðina undan prísfallinum, og prís
fallið fær væntandi hugin at minka enn meira.
Tað síggja vit jú eisini á føroyska landgrunn
inum, har leitiloyvi verða latin inn, og ongin
nýggj leiting er stungin út í kortið.
– Minkandi leitihugur í nøkur ár kann fáa
ávirkan á framleiðsluna um nøkur ár við tað,
at tess minni olja verður funnin, tess minni
nýggj framleiðsla kemur inn á marknaðin,
sigur Magni Laksafoss.
Dýrur marginalur
Men spurningurin er, hví vit skulu vænta
okkum ein ráoljuprís á fleiri hundrað dollarar
fyri tunnuna um nøkur ár, tá pínugáttin fyri
framleiðslu úr tjørusandi og skifer er 80-100
dollarar fyri tunnuna.
– Tað er altíð hin seinasta tunnan, dýrasti
marginalurin, sum setir prísin, tá vit hava
við ein vinnubúskap sum olju at gera. Í dag
eru marginalframleiðslurnar tjørusandurin
og skiferoljan, og tí liggur ein javnvágsprísur
nøkulunda har sum kostnaðurin av hesum
framleiðslum liggur – tað er um 80-100
dollarar fyri tunnuna. Um prísurin í eitt
tíðarskeið fer niður um hetta prísstøðið, vil
henda framleiðslan minka. Tískil vil samlaða
útboðið á marknaðinum minka, og hetta
vil trýsta prísin upp aftur, soleiðis at fram
leiðslurnar koma inn aftur á marknaðin.
– Bæði IMF og IEA siga í teirra frágreið
ingum, at fyri at nøkta eftirspurningin á
marknaðinum tey komandi árini, mugu
støðugt nýggjar framleiðslur setast í gongd
og at hetta krevur ein alsamt hægri oljuprís.
Fyri nøkrum árum síðani var ein prísur á
30 dollarar nóg mikið til at fáa neyðugu
framleiðsluna framda, nú má prísurin liggja
munandi hægri enn tað, og í komandi árum
má hann vera uppaftur hægri aftur, sigur
Magni Laksafoss.
Sperdar fíggjarlógir
Men umframt eitt prískríggj eru tað sambært
búskaparfrøðinginum eisini heilt onnur stór
politisk viðurskifti, ið kunnu hugsast at tvinga
prísin uppaftur nokkso skjótt.
Nógv lond hava brúk fyri einum høgum
oljuprísi fyri at fáa teirra búskapir at hanga
saman. Bretska tíðindavikublaðið The
Economist hevur gjørt eitt yvirlit yvir ymisk
lond, ið vísir, at lond sum Iran, Venesuela,
Nigeria, Irak, Libya, Russland og Saudi Arabia
øll hava tørv á einum oljuprísi á omanfyri 90
dollarar fyri tunnuna fyri at fáa teirra fíggjar
lógir at hanga saman.
Tí er tað sambært Magna Laksáfoss onki,
ið talar fyri, at núverandi støðan við fallandi
prísum verður varandi. Tvørturímóti.
– Nógv av hesum londunum hava oljufeløg,
sum staturin eigur og stýrir. Hetta merkir, at
stjórnirnar í hesum londunum hava ein áhuga
at trýsta prísin upp aftur og kunnu eisini aktivt
viðvirka til at hetta kann henda, staðfestir hann.
Hægri
prísir í
duopoli
Fleiri orsøkir eru til, at
prísirnir á brennievni í
Føroyum ikki neyvt fylgja
prísgongdini á evropeiska
meginlandinum, men
kortini er tað ein
sannroynd, at ein
beinleiðis duopol-
effekt er hægri prísir
samanborið við sølu
í veruligari kapping,
sigur Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
Ingolf S. Olsen – PRESS
ambært Magna Laksáfoss,
búskaparfrøðingi við ser
ligum áhuga fyri orku
búskapi, er tað ikki so løgið,
at føroysku útsøluprísirnir
á bensini og disel ikki hátta
sær sum teir donsku í mun
til ráoljuprísin. Tað er
serliga teir donsku prísirnar,
ið føroysku brúkararnir
samanbera við.
– Tað eru nógvar orsøkir til, at prís
gongdin er ymisk. Føroysku feløgini keypa
fyri tað fyrsta ikki ráolju, men ymiskar
oljuúrdráttir, og brennievni verður
keypt við støði í langtíðar sáttmálum.
Tað merkir støðugari prísir, tí prísføll og
príshækkingar á spottmarknaðinum, har
prísirnir alla tíðina broytast, sláa ikki so
skjótt ígjøgnum her heima.
– Men tá tað er sagt, so haldi eg
kanska, at prísføllini her heima orsakað
av ógvusliga fallandi ráoljuprísinum í
seinastuni eru rættiliga spøk. Tað virkar,
sum at oljufeløgini eru í so seiglig at
skrúva prísin niður, tá ráoljuprísurin fellur,
meðan tað gongur heldur lættari hinvegin.
Allar umberingarnar, sum vit eru von at
hoyra frá oljufeløgunum, til dømis um
lítlu søluna í okkara lítla samfelag og dýra
flutningin, er tó ikki allur sannleikin, tí
eitt duopol hevur júst hasa effektina, at
prísirnir eru trekir at flyta seg til gagns fyri
brúkaran. Tí undrar henda gongdin meg
heldur ikki, sigur Magni Laksáfoss.
S
– Tað kemur ikki óvart á meg, at hetta
hendir, heldur undrar tað, at tað ikki er
hent nógv fyrr, sigur Magni Laksáfoss,
orkubúskparfrøðingur, um íkomnu støðuna,
har arábisku londini trýsta ráoljuprísin
niður fyri at steðga øktari kapping frá
oljuframleiðslu úr tjørusandi og skifterfláum.
Men hann væntar, at fløvin frá bíligari
olju verður stokkutur hjá brúkarunum.