Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 nr. 10 I 15. desember 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum að er nú meira enn eitt ár liðið, síðan flakavirkið í Skopun læt aftur. Ráfiskatilgongdin hevði leingi verið minkandi, og sum tíðin gekk, var ikki grundarlag fyri at reka virkið. Ráfiskanøgdirnar vóru minkaðar so nógv, at grundarlagið undir virkinum lá úr 3.000 tonsum og niður eftir um árið. Leiðslan í Sandoy Seafood ásannaði, at okkurt mátti gerast, og sum mánaðirnir gingu, var farið at hyggja upp á aðrar møguleikar. Arbeiða fryst Tað eru virkir í Føroyum, sum hava gjørt royndir við frystum fiski, men tað er neyvan nakað virkið, sum í løtuni er bygt á frystan fisk burturav. Martin Olsen, sum hevur verið virkisleiðari á Sandoy Seafood næstan síðan byrjan, sigur, at nú er alt við at vera klárt í Skopun, og teir fyrstu fiskarnir eru farnir ígjøgnum maskinurnar. – Virkið í Skopun var jú eitt flakavirki burturav, og nú vit hava fingið saltsproytu og upptiðningaranlegg, fara vit at arbeiða lættsaltað fløk og møguliga lættsaltaðar portiónir. Hann sigur, at hóast framleiðslan nú verður saltfiskur, eru møguleikarnir fleiri. – Vit hugsa í fyrsta lagi um lættsaltað fløk, men vit hava eisini ymiskar portiónsmøguleikar. Martin Olsen sigur, at í løtuni stendur ein bingja við frystum norskum fiski í Skopun, og higartil hava teir gjørt avtalu um keyp av umleið 200 tonsum av frystum fiski úr Noregi. – Hetta er alt línufiskur, tí vit meta, at línufiskurin verður hvítari í framleiðsluni. Tá hetta er línuveiddur fiskur, verður hann eisini blóðgaður, og minni vandi verður fyri, at saltfiskurin gerst reyður, sum hann tekur til. Stívliga 50 fólk Martin Olsen sigur seg vera ógvuliga spentan upp á hesa nýggju framleiðslu á virkinum í Skopun, og hann sigur seg hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til og fer at skapa nógv arbeiði á virkinum. – Tað var blivið ov lítið við feska fiskinum, og tí meti eg, at hetta verður ein góð og spennandi loysn fyri fiskavirkið og tey, sum koma at arbeiða á virkinum. Martin væntar, at tá alt er komið upp at koyra, og full ferð verður á framleiðsluni, fara stívliga 50 fólk at arbeiða á virkinum. – Vit fara at byrja við nøkrum fáum fólkum, men sum tíðin gongur, trúgvi eg, at brúk verður fyri stívliga 50 fólkum á virkinum. Martin sigur, at málið er at keypa og arbeiða eini 4000-5000 tons av frystum fiski um árið. – Tað er gleðiligt, at alt nú er við at vera upp á pláss, og vit kunnu koyra teir fyrstu fiskarnar gjøgnum maskinurnar. Tryggir karmar Virkisleiðarin sigur seg onga løtu ivast í, at hetta er ein løta, sum fólk í Skopun og í Sandoynni sum heild hava bíðað við spenningi eftir. – Nú vóna vit, sum tíðin gongur, at kunna skapa góðar og tryggar karmar undir hesi nýggju framleiðslu við frystum fiski í Skopun, sigur virkisleiðarin, Martin Olsen. Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood í Skopun, væntar, at virkið fer at arbeiða eini 4.000-5.000 tons av frystum fiski um árið, og hann hevur góðar vónir um, at hetta fer at skapa nógv arbeiði í Skopun Vilmund Jacobsen Fyrstu fiskarnir farnir ígjøgnum maskinurnar T – Hetta er ein løta, sum fólk í Skopun og í Sandoynni sum heild hava bíðað við spenningi eftir, sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood í Skopun – Nú vit hava fingið saltsproytu og upptiðningaranlegg, fara vit at arbeiða lættsaltað fløk og møguliga lættsaltaðar portiónir, sigur virkisleiðarin í Skopun