Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Jóannes Hansen Røddin er markant og eyð­ kend. Hon var í seytjan ár millum tær berandi í tíðinda­ flutninginum hjá Útvarpi Føroya. Helgi Jacobsen var arbeiðssamur, nágreiniligur og dygdargóður journalistur, ið saman við Árna Joensen, sála, var ein av berandi kreft­unum aftanfyri bein­ leiðis sendingina miku­dag, sum nevndist Fimmarin. Um­framt eitt nú vinnutátt (í trý ár saman við Gunnari Skúvadal) og almannatátt gjørdi hann eitt nú upp­lýs­ andi aktualitets sendingar úr Íslandi og Noregi. Útgangsstøðið fyri hesum sendingunum var, at bæði Ísland og Noreg viðgjørdu fram­tíðar samstarvið við ES. Tað endaði við EBS sátt­ mál­anum, og hetta varð roknað at hava so mikið stóran týdning fyri Føroyar, at send­ingar vóru gjørdar úr bæði grannalandinum fyri eystan og fyri vestan. Send­ ing­ar úr so fjarskotnum lond­um sum Grønlandi og Kina vóru eisini á skránni. Fyri átta árum síð­ani beyð Helgi Jacobsen útvarp­inum, sum tá var vorðin partur av Kring­varpinum – saman­ lagda stovninum mill­um sjón­varpið og út­varpið – farvæl. Hann hevur tó ikki sitið hendur í favn síðani. Hetta tíggju ára skeiðið eru tíggju bøkur komnar frá hans­ara hond. Leygardagin – dagin fyri at hann fór um tey seksti – legði hann bók­ ina Góðir gulir dagar – VÍF í 75 ár fram á samkomu í Vest­ menna. Framløgan í Vestmanna var ikki punktum fyri hesum arbeiðsárinum. Fyri einum hálvum ári síðani varð av­ talað skrivað millum Helga og Nes kommunu um, at hann skal skriva Tofta søgu, sum fyribils arbeiðstitulin á bókini um Toftir, Nes og Saltnes eitur. – Ætlanin er, at tað arbeiðið skal vera liðugt um eitt ár. Søgan ætlast at vera givin út í 2017, tá vera fimmti ár liðin, síðani gamla Nes sóknar komm­una fór sundur í tvey og harvið fer Nes kommuna tá at halda hálvt hundrað ára føð­ingardag. Tað liggur í kort­unum, at talan fer at verða um trý bind. Thorleif Hansen í Runavík, sum hevur ættar­ bond út á Toftir, hevur longu savnað og skrivað um hús og fólk í økinum, og tað verður í einum bindi fyri seg. Tað er eitt sindur síðani, at eg fór í holtur við at savna og skipa tilfar til hini bæði bind­ini. At bókin um VÍF nú er útkomin ber við sær, at eg nú fái savnað meg fult og heilt um avbjóðingina á Toftum, Nesi og Saltnesi, og tað kemur sjálvandi væl við. Um úrs­litið skal vera Tíðindini eiga ikki somu raðfesting longur, sum tey áttu, tá ið tað ráddi um at dokumentera á staðnum, heldur Helgi Jacobsen, sum eftir 17 ár ár yvir tíðindunum í útvarpinum leitaði aðrar vegir og í vikuskiftinum læt 10. bókina av hondum skrivað 10 bøkur í 10 ár Helgi Jacobsen Sjálvandi er tað ein fyri­munur, tá ið arbeiðið við einum evni ber innlit og vitan um annað við sær 10 Bøkur Fyri tíggju árum síð­ ani beyð Helgi Jacobsen útvarp­inum farvæl. Hetta tíggju ára skeiðið eru tíggju bøkur komnar frá hans­ara hond Mynd: Sigmar Mørkøre