Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 meldurin gott, so er tað alt avgerandi at liva við í evn­inum, og nú eri eg í huga­heim­inum alt meiri á Toftum, sigur Helgi Jacobsen. Mortan Nolsøe og Óli B Merkisvert er tað, at tað var ikki fyrrenn í 1987, tá ið hann var 33 ára gamalur, at Helgi Jacobsen fór til Noregs at út­ búgva seg sum tíðinda­mann. – Eftir studentaskúlan leyk eg exam art prógv í norður­lendskum og før­ oysk­um á Fróðskaparsetr­ inum. Síðani starvaðist eg á Fróðskapar­setr­ inum, sum tá var ungt og lítið í vavi. Ar­beiðs­ upp­gávur­nar vóru tí nógvar og fjøl­broytt­ ar. Eitt nú ar­beiddi eg saman við Mortani Nolsøe, sála, sum gjørdi nógvar band­ aðar sam­røður við fólk. Talan er um stórt banda­ savn, sum er sannur dýr­ gripur. Mín upp­gáva var at skipa savnið, at skriva sam­ røð­urnar av og at skrá­seta og journalisera, so tað er at­komu­ligt. Hetta var ógvu­ liga áhugavert og læru­ríkt. At eg harvið fekk innlit í, hvat tilfar er tókt, og hvar tað ber til at fáa fatur á tí, er komið væl við í arbeiðnum sum tíðindamaður og sum høvundur, sigur Helgi Jacobsen. Longu í sjeyti árunum var hann fyrstu ferð í sambandi við útvarpið, tá ið hann hjálpti Jógvani Arge við spurnar­kappingum, umsetti og legði onkrar sendingar til rættis. Fyrstu árini á journalist­ isku leiðini vóru á Dag­ blaðnum: – Óli Breckmann hevði tá verið blaðstjóri í nøkur fá ár, og tað var ikki keðiligt at vera á Dagblaðnum. Saman við mær vóru Sigmund Poulsen og Johnsigurd Johannesen, og vit høvdu fríar ræsur, komu í sambandi við nógv fólk og lærdu nógv. Eg søkti í útvarpið longu tá, men teir báðir fingu kjansin. Eg havi altíð roknað meg sjálvan at vera smædnan, og tí var eg ikki kløkkur av, at tað vóru teir báðir og ikki eg, sum fingu starv í útvarpinum. Noreg fylti nógv Helgi Jacobsen var 33 ára gamalur, tá ið hann í 1987 fór av landinum at nema sær ástøð­iliga útbúgving í journa­listikk­inum: – Tey flestu fóru til Dan­ markar, men tað passaði betur hjá mær at fara til Noregs. Hóast útbúgvingar­ tíðin í Volda innanfyri Aalesund var tvey ár, meðan hon í Aarhus var fýra ár, so var talan um javn­settar út­búgvingar. Krøvini um prakt­iskar royndir vóru høg í Volda, og áhugin fyri at sleppa inn á skúlan var stórur. 450 søktu og tað kendist sum for­rættur at vera millum tey fimmti, ið vórðu tikin inn á útbúgv­ ing­ina. Ástøðið fylti nógv í undir­vís­ing­ini, og á skúlanum høvdu vit bæði studio og avís og harvið møguleikar at royna okkum í praksis. Norska málið var eingin trupul­leiki, tí tað fall mær ógvu­liga lætt. Beinanvegin eftir lokna út­búgving fór Helgi Jacobsen í starv í útvarpinum: – Aðra staðni verður nógv gjørt burturúr at sálda, áðrenn fólk hava møgu­leika at sleppa framat mikrofon­ ini. Soleiðis er ikki í Føroyum, og eg leyp so at siga beinleiðis í eldin. Eg mundi hava arbeitt í útvarpinum í kanska trý ár, tá ið eg í býnum ein dagin hitti eina konu, sum helt fyri, at tað hoyrdist væl á mál­inum, at eg hevði verið í Noregi. Tað hevði eg ikki gáað eftir sjálvur, og eingin á ar­beiðs­plássinum hevði nevnt tað. Eg fór at lurta eftir mær sjálvum, og tá var skjótt at staðfesta, at konan hevði grein í sínum máli, og eg ar­beiddi so við at sleppa burtur­úr serliga norska tóna­lagnum. Ikki fingurin á pulsinum Eftir seytjan ár í tíðinda­ meldrinum í útvarpinum segði Helgi starvið frá sær: – Eg eigi bara góð minni úr útvarpinum, men mær leing­ ist ikki aftur hagar. Tíðin hjá mær var runnin har, og eg eri fegin um, at eg sjálv­ur fann hurðina. ...framhald Eg eigi bara góð minni úr útvarpinum, men mær leing­ist ikki aftur hagar. Tíðin hjá mær var runnin har, og eg eri fegin um, at eg sjálv­ur fann hurðina