Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Nú eru tað átta ár síðani, at Helgi gavst í Sortudýki. Tvey tey fyrstu árini eftir tað var hann á Vinnuvitan, sum tá var heilt nýtt og ikki varð so langt lív lagað. Síðani hevur hann verið sjálv­støðugur vinnurekandi, og ein stóran part av tíðini hevur hann skrivað bøkur. – Mær dámdi væl í útvarp­ inum, men síðstu tíðina kendi eg trongd til at royna okk­urt annað. Samfelagið er lítið, og tað verður nógv upp í saman. Persónarnir í vinnu, umsiting, løgtingi og lands­ stýri skifta eitt sindur, men støðurnar og søgurnar ganga aftur og aftur. Tað spældi eisini inn, at samanleggingin av útvarpinum og sjón­varp­ inum ikki eydnaðist. Orsøkin var, at hon als ikki var fyri­ reik­að. Tað riggaði ikki sosialt, og gomlu stovnarnir hildu fram, sum teir høvdu gjørt. Hvør heldur tú munurin er, tá ið tú sammetir út­ varps­tíðindi nú við, tá ið tú ar­beiddi við teimum? – So nógv er øðrvísi nú, enn tað var tá – ikki minst møguleikarnir á net­inum. Men eg haldi ikki, at tíðinda­ flutn­ingurin í útvarpinum er batnaður. Tá sum nú var tað nógv frá hondini og í munnin. Men sum heild haldi eg, at tíðindini verða ikki rað­fest nóg frammar­ laga. Í turbolentu og fyri tíð­inda­fólkini spennandi níti ár­unum ráddi tað nógv um at vera á staðnum og at lýsa støðuna út frá egnum upplivingum og út frá keld­ unum á staðnum. Tað varð nógv lagt fyri at vera á staðnum, um tað so var í høvuðs­staðnum ella úti á bygd ella uttanlands, tá ið tað snúði seg um føroysk viður­skifti. Hóast tøkn­frøði­ liga møguleikarnir nú áttu at verið nógv betri, so verður tað mesta ornað úr út­varps­ stovuni og í samrøðum við tey, sum hava tikið lut. Tað vil siga, at tað er ikki søgan hjá tíðindamanninum, sum verður søgd. Leikluturin hjá honum er heldur at bera søguna hjá øðrum, og tað er spell. – At hetta viðhvørt eisini er galdandi fyri ítróttar­ frá­sagnirnar eiga vit gott og feskt dømi um. Hugsa tær hvussu ofta frásøgnin hjá Jógvani og Magna Arge frá til­tikna dystinum ímóti Eystur­ríki í Landskrona og harvið málið hjá Torkili Nielsen eru endurspæld. Í november í ár vunnu Føroyar 1-0 í Grikkalandi, men Kring­varpið – hvørki útvarpið ella sjónvarpið – eigur ikki upp­tøku av frásøgn á stað­num. Tað er harmuligt. Úrs­litið verður so, at fleiri aftur­lít­andi send­ ingar verða gjørdar. Fleiri av teimum hava verið góðar, men talan verður ikki um sama slag av sending­um, sum tað verða, tá ið tíðinda­ mað­urin er á stað­num í røttu løtuni. Í níti ár­unum var tað ongan­tíð í útvarp­inum spurn­ingurin, um ferða­ seðilin skuldi sparast, tá ið talan var um t. d. vanlukku í olju­vinnuni í Skotlandi og Hetlandi, um føroysk skip komu illa fyri ella talan var um spenta politiska støðu í Keypmannahavn. Bøkurnar Tíggju tey seinastu árini hevur Helgi Jacobsen skriv­ að tíggju bøkur. Evnini eru fjølbroytt: Vestmanna søga í tveimum bindum, Hvalurin er mín, sum er um stór­hvala­veiðina, Ringar á sjónum, sum er um føroysku alivi­nn­una, ævisøgur um vinnulívsmenninar John Dam og Júst i Túni, Meira av tí góða, sum er bók um Hotel Føroyar og Mynstur broytast – skrivað saman við Firouz Gaini um Landsverk. Handritini til tvær bøkur eru liðugt skrivað. Annað er um Ólav á Heygum, fram­ burðs­mannin í Vestmanna, og hin er um alivirkið Luna og ættsøguna hjá ættar­ fedrunum, sum vóru vinnu­ lívs­menn í Gøtu og Fugla­ firði. – Sjálvandi er tað ein fyri­munur, tá ið arbeiðið við einum evni ber innlit og vitan um annað við sær. Tólv útvarpssendingar síðst í áttati árunum um stórhvala­ veiðina vóru grundar­lagið undir bókini Hvalurin er mín. John Dam var vest­ menn­ingur, og Júst í Túni var tofta­maður, so har er sam­band millum ævi­søgur­ nar og bygdar­søgurnar, og tað hevur eisini økt um vitan og innlit at hava gjørt sjón­varps­sendingar um so fjøl­broytt evni sum Maskin­ skúlan, Fiskaaling, Statoil og oljuboringarnar og um før­ oysku jarðfrøðina. Eingir forfedrar í Vestmanna Tá ið Helgi Jacobsen leygar­ dagin legði søguna um VÍF fram í Vestmanna, legði hann soleiðis fyri: – Tað var mær ein stórur heiður, sum ongantíð sjálv­ur hevur havt harpiks á fingr­ unum, at fáa litið upp í hendi av VÍF-nevndini at skriva VÍF-søguna. Tvær aðrar ferðir hevur verið ætlanin at skriva søguna um Vest­ manna Ítrótta­felag – fyrru ferð tá felagið í 1964 fylti 25 ár – og nú fyri nøkrum árum síð­ani, tá Heðin Winther Olsen, sáli, ætlaði at skriva. Í hvørg­um føri komu partar­ nir á mál. Nú skuldi tað vera, nú felagið fylti 75 ár, og hóast vit ikki náddu at fáa bókina lidnað til stovningardagin 17. mai, so náddu vit tað í føðingardagsárinum. Á ein hátt hevur søgan skrivað seg sjálva. Ella sagt á annan hátt hava felagið, for­ menninir og skrivararnir hjá felagnum, skrivað søguna við teimum framúr góðu gerða­bókunum, sum eru førdar heilt aftur í fýratiárini – í fyrstani eitt sindur kubbutar og skjóttsagdar, men í 1950 kom lív í og luft undir blekkið á pennunum. Eg havi sagt tað áður, at ein gerðabók hjá VÍF øll tey fyrstu árini var ikki bara ein gerða­bók um turr tøl, rokni­skap, grannskoðan og nevndar­val. Gerðabøkurnar snúðu seg um dagliga virk­semið hjá felagnum. Dystir verða endurgivnir eins væl sum í útvarpi ella bløð­um í dag og trætur, innanlands ferðir og uttan­ landsferðir verða umrødd, og gerðabøkurnar gjørdust tí eitt slag av lokalavís í Vest­ manna, sum vit øll nú meira ella minni sleppa at kaga í. Ein av høvuðskeldunum til bókina er tí gerða­bøk­ur­ nar. Tá verður tað viðhvørt eitt sindur av nalvaskoðan og sjálvrósi, men skrivararnir og formenninir tordu so sann­ iliga eisini at geva sínum egnu liðum av grovfílini, tá tað av kleyvarskapi gekk illa, segði Helgi Jacobsen, og hann leggur aftrat: – Eg slapp ongantíð rætt­ iliga framat í hondbóltinum. Evnini mundu ikki vera nóg góð, fingrarnir ov stuttir og kappingin var øgilig, tí árgangurin var stórur, og har vóru so frægir spælarar sum Kári Mortensen og Kári Durhuus, Palli Joensen, Iggi Højgaard, Gunnar Bech og ikki at gloyma Jonhard Mikkelsen, sum var ein fínur spælari. Og so vóru tað fleiri aðrir eisini. Tá var ikki talan um b og c lið, so vit vóru fleiri, sum ikki vunnu framat í hond­bóltinum, og so fóru vit at spæla borðtennis og at rógva kapp. Tú hevur ikki ættarbond í Vestmanna? – Nei, pápi, Símun Pauli, er úr Klaksvík og mamma, Gynvør, úr Kollafirði. Tey kend­ust ikki, tá tey hvør í sínum lagi fluttu til Vest­ manna, tí tey høvdu fingið arbeiði hjá Otto Jacobsen, sum tá hevði stóran handil. Har hittust tey og giftust og búsettust í Vestmanna. Vit kenna okkum tó sum vest­ menn­ingar millum aðrar, og VÍF hevur altíð verið mítt lið. Tá ið eg fór undir arbeiðið við hesi bókini, skipaðu vit ein bólk á facebook, har tað hevur verið spurt og svarað, og har myndir eru lagdar og við­merktar. Hetta hevur riggað væl og hevur ivaleyst verið við til at styrkja sam­ leik­an hjá okkum í VÍF og Vest­manna, heldur Helgi Jacobsen, sum sunnudagin fylti 60, og sum longu er komin væl á veg at skriva bøkur­nar um Toftir, Nes og Saltnes. So nógv er øðrvísi nú, enn tað var tá – ikki minst møgu­leikarnir á net­inum. Men eg haldi ikki, at tíðinda­ flutningurin í útvarp­ inum er batnaður Mynd: Sigmar Mørkøre – Tað var mær ein stórur heiður, sum ongantíð sjálvur hevur havt harpiks á fingrunum, at fáa litið upp í hendi av VÍF-nevndini at skriva VÍF-søguna, sigur Helgi Jacobsen