leygardagur 26. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2004
15
Nógv fólk var komið
saman í plantasjuni
hósdagin, fyri at
hoyra og heiðra stud-
entar og HF'arar. Sól-
in strálaði um kapp
við nýklaktu pisur-
nar, og gjørdi sjálv-
sagt sítt til, at fund-
urin eydnaðist so væl
PISUFUNDURIN 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Afturvendandi tiltakið, við
at hava pisufund í plantasj-
uni, er eftirhondini vorðin
ein inngrógvin siður.
Fundurin hevur tó verið
hildin nógva ymsa staðni í
plantasjuni, og fyrireikar-
arnir í ár høvdu aftur valt at
flyta røðarapallin til eitt
nýtt stað. Hin so eyðkendi
røðarapallurin, við før-
oysku litunum, ið vit kenna
best frá Vaglinum, var í ár
ikki nýttur. Ístaðin vórðu
talurnar hildnar av einum
kletti, ið liggur niðan ímóti
nonnuskúlanum.
Hetta
riggaði avbera væl.
Fyrsta, sum fekk orðið
var Marjun Kjelnæs, sum
var gestarøðari.
Síðani kom Katrin E.L.
Jacobsen, ið helt studenta-
røðuna. Saman við Benvør
Ferjá Eyvindsson, Sunnevá
Bech og Bjarna í Liða,
hevði hon skrivað røðuna.
Ì hesi røðuni var dentur
serliga lagdur á valið, ið má
koma eftir trý ár í Hoydøl-
um. Nógvir vegir eru, sum
kunnu verða valdir, men al-
neyðugt er at velja ein veg,
sum førir við sær frælsi at
vera tann, tú er. Røðan
minti pisurnar á, at við
studentspróvnum fylgir ein
ábyrgd, tí trý ára skúla-
gongdin er ein íløga, sum
samfelagið ger í ungdómin.
HF røðan varð hildin av
Janus á Ryggi, sum hevði
skrivað røðuna saman við
Boga Hjalt. Hetta var ein
øðrvísi røða enn hinar
undanfarnu. Har hinar vóru
bókmentakendar, við nógv-
ari myndatalu, var hendan
meiri faktakend, við nógv-
um endurgevingum. Hon
viðgjørdi
nútíðarsamfel-
agið, eisini nevnt vitanar-
samfelagið
og
nútíðar-
menniskjað, eisini nevnt
sjálvsøkna
menniskjað.
Nevnd vórðu nøkur dømi,
Ghandi, móðir Theresa og
Martin Luther King, ið
megnaðu at liva eitt ósjálv-
søkið lív, og sum enn í dag
eru vitni um, at ikki er
neyðugt at verða sjálvsøk-
in, hóast livað verður í vit-
anarsamfelagnum. Røðan
var eisini um at tora at taka
ábyrgd og hugsa sjálvstøð-
ugt.
Nýklaktu pisurnar og
hf'ararnir
fingu
sostatt
nøkur álvarsorð og góð ráð
frá røðuhaldarunum, at
hava við á leiðini framyvir.
Ein stak góð løta í Viðar-
lundini, sum aftur í ár hevði
ein so serstakan dám,
merktan av gleði, men eis-
ini av sorgblídni. Tí so varð
hetta tíðarskeiðið liðugt.
So varð hetta tíðarskeiðið liðugt
...-inni við tað myrkagrøna, næstan brúnliga kjarrið,
gekk ein einsamøll meyra. Tað var Magnifik Meyra
Miro... Hann var komin til eitt vegamót. Ein kross-
veg, ið fór sundur í ikki færri enn átta vegir. Bangin
hugdi hann rundan um seg og alt í einum varnaðist
hann, at hann ongantíð áður hevði upplivað, at eingin
onnur meyra var í eygsjón. Fyri fyrstu ferð nakrantíð
var Magnifik Meyra Miro púra einsamallur. Fjáltur-
stungin vendi og snaraði hann høvdinum. Hann gekk
nøkur fet, men vendi beinanvegin við og stillaði seg
aftur í miðjuna, har vegirnir møttust. Valið ørkymlaði
hann, og hann segði við seeg sjálvan: "Meyra, tú
kanst ikki ganga eftir átta gøtum samstundis".
Pisurøðan
...Hugburður okkara er ofta: "Eg eri bert ein lítil
partur av teirri stóru heildini; tí havi eg onga
ávirkan". Men vit áttu heldur at spurt, hvat heildin
var uttan smáu partarnar...
HF-røðan
...Franski heimspekingurin, Descartes, segði: "Eg
hugsi, tí eri eg." Spurningurin er so , um vit, sum nú
verða liðug, kunnu siga: "Vit hugsaðu, og tí verða vit
til nakað"...
HF-røðan
...Menniskju verða fødd óvitandi, men ikki býtt. Tey
verða gjørd býtt ígjøgnum sína útbúgving...
Bertrand Russel, HF-røðan
...Klekir skúlaskipan okkara pisur, sum tora og duga
at hugsa sjálvstøðugt, ella klekir hon pisur, sum allar
hava sama hugburð og tískil allar flúgva somu leið í
stórum trunka?...
HF-røðan
”
“
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 120 - 26. juni 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mikudagin 23. juni var
dópur í Sándágerði í Havn.
Tað var samkoman Lívdin í
Hoyvík, sum skipaði fyri.
Nógv fólk vóru komin
saman á sandinum. Jógvan
Zachariasen, leiðari í sam-
komuni, segði nøkur orð,
ein sangur bleiv sungin, og
síðan fór dópurin fram.
Tað vóru havnardreing-
irnir Ari av Rana, 17 ár, og
Napoleon Smith, 16 ár,
sum vórðu doyptir.
Hetta er ikki fyrstu ferð
at dópur er farin fram í
Sandagerði.
Jóansøkudag 24. juni fylti
Hansina Larsen í Havn 80
ár.
Hansina er ættað úr
Kvívík. Foreldrini vóru,
Súsanna Kathrina, nevnd
Kinna, av Eystaruhellu í
Kvívík, og Petur Joensen,
av Skælingi.
Hon giftist jóansøkudag
1950 við Helmuth Larsen,
g r ó t h ø g g a r a m e i s t a r a
(1921-1985),
úr
Keyp-
mannahavn.
Helmuth Larsen kom til
Føroyar í februar 1946.
Hann var boðsendur av
Føroya Mekaniska Grót-
idnaði til at høgga stand-
myndina av V.U. Hammers-
haimb, á Debesartrøð, í
føroyskt grót, eftir modelli
av Janusi Kamban, lista-
manni.
Hetta
arbeiðið
gjørdi Helmuth saman við
faðir sínum, Lars Larsen,
gróthøggara,
sum
var
staddur í Føroyum.
Í 1967 stovnaði Helmuth
Larsen sítt egna grótvirki í
Havn. Virkið sum í dag
eitur Grótvirkið Helmuth
Larsen.
Børnini hjá Hansinu og
Helmuth eru: Høgni, Gisla,
Annika og Ingun, sum øll
búgva í Havn.
Hansina eigur 9 ommu-
børn og 2 langommubørn.
Frá 1. juni 2004 er Annika
Krosstein sett sum stjóri í
P/F Svend Krosstein í
Havn, saman við pápanum,
Svend Krosstein.
Annika er 39 ára gomul.
Hon fór í skrivstovulæru
hjá P/F Svend Krosstein í
1982 og tók HH-prógv á
Føroya
Handilsskúla
í
1989. Hon hevur arbeitt
sum bókhaldari og á skriv-
stovuni í fyritøkuni.
Svend Krosstein stovnaði
P/F Svend Krosstein í
1966. Fyrstu árini helt fyri-
tøkan til Yviri við Strond. Í
1980 varð flutt í nýggjan
virkisbygning á Falkavegi
6, har fyritøkan heldur til.
Svend er í dag 74 ára
gamal. Hann ættaður úr
Klaksvík og hevur búð í
Havn síðan 1956. Hann tók
hægri handilsskúlaprógv á
Niels Brocks Handelshøj-
skole í Danmark í 1955, og
var eitt ár í London har
hann gekk á handilskúla og
arbeiddi sum skrivstovu-
maður.
Frá 1956 til 1966 ar-
beiddi hann sum bókhald-
ari hjá P/F Thomas Dam í
Havn.
P/F Svend Krosstein er
bæði heil- og smásøla sum
selur alt innan vatnveiting,
kloak, hitaverk, sanitet og
ventilatión. Harumframt er
eisini eitt stórt úrval av
veiðireiðskapi til brúks á
sjógvi og landi. Í løtuni eru
20 starvsfólk í fyritøkuni.
Í dag, 26. juni kl. 13.00 giftast í Sjóvar kirkju Kristina F.
Højgaard Johansen av Strondum og Jóni Rasmussen av
Skála. Døgurði verður fyri innboðin í Ítróttarhøllini á
Skála kl. 17.00. Vælkomst verður eftir kl. 21.00.
Í dag, 26. juni kl. 16.30 giftast í Vesturkirkjuni Majbritt
Bisp úr Tórshavn og Alexander Joensen, Undir Gøtueiði.
Veitslan verður fyri innboðin kl. 19.00 í kantinuni á
Læraraskúlanum.
Í dag, 26. juni giftast í Prestagarðinum á Gjarðanesi
Hansa Ottosdóttir, Saltangará og Tummas Símin Høj,
Strendur. Døgurði verður í Bygdarhúsinum á Strondum
kl. 18.00 fyri innbodnum. Opið hús verður frá kl. 22.00
við drekkamunni, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 26. juni kl. 16.00 giftast í Godthåbskirkjuni Andrea
Vinten, Keypmannahavn og Todi Jónsson úr Klaksvík.
Brúdleypsadr.: Restaurant Kongens Have, Kronprinsesse-
gade 13, 1306 Kbh.K.
Í dag, 26. juni kl. 15.00 giftast í Býráðshøllini í Klaksvík,
Ragnhild Asbjørnsdóttir Justesen, Klaksvík og Petur
Sigurd Justesen úr Hvannasundi.
Í dag, 26. juni kl. 14.00 giftast í Ebenezer Laila Haraldsen
av Argjum og Sámal av Reyni úr Tórshavn. Veitslan verð-
ur á Reyni Service kl. 18.00.
BRÚDLEYP
Annika Krosstein, Tórshavn:
Sett sum stjóri í P/F Svend Krosstein
Annika og Svend Krosstein, stjórar í P/f Svend Krosstein
Mynd: Jens Kristian Vang
Hansina Larsen 80 ár
Mynd: Jan Müller
Napoleon Smith og Ari av Rana:
Doyptir í Sandágerði
Napoleon Smith og Ari av Rana vóru doyptir í Sandágerði
seinasta mikudag
Mynd: Magnus Gunnarsson
Í dag fyllur Valborg Jensen, av Sandi 80 ár.
Tey, ið ynskja at heilsa uppá eru vælkomin í Missións-
húsið kl. 15.00-19.00.
80 ÁR
Jacob Mouritz Olsen, Klaksvík, hevur tann 23. juni 2004
lokið prógv sum Bachelor í samfelagsfrøði á Ålborg
Universitet.
PRÓGV
C
M
Y
K
14