Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2004 17 Fjórðingsfinalan mill- um portugisisku vert- irnar og fótbóltsins móðurland, Ongland, gjørdist sera spenn- andi og dramatisk, og neyðugt var við brotssparkskapping fyri at finna ein vinn- ara EM-ENDASPÆL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Enn einaferð noyðast ong- lendingar nakkalangir heim frá einum EM ella HM- endaspæl, eftir at teir hava tapt eina brotssparkskapp- ing. Tað hava teir upplivað fleiri ferðir seinnu árini, og hóskvøldið vóru tað portu- gisar, ið køvdu ensku vón- irnar eftir ein sera spenn- andi dyst. Hol kom á hjá Owen Dysturin millum Portugal og Ongland var ikki meiri enn settur í gongd, tá ið Ongland legði seg á odda. Eitt mistak í portugisisku verjuni førdi við sær, at Michael Owen kom at standa leysur, og kviki Liverpool-framherjin var knappur og skeyt sítt fyrsta mál í EM-endaspælinum. Onglendingarnir høvdu yvirvág meginpartin av fyrra hálvleiki, og fleiri ferðir høvdu teir møgu- leikan at økja um leiðsluna, men hvørja ferð manglaði tað síðsta í. Tað kom eisini dátt við hjá Onglandi, at unga álopsstjørnan, Wayne Rooney, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnum- brot í EM-endaspælinum, fekk ein skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og noyddist at fara av vøllinum. Eykamenninir bjargaðu Portugal Í seinna hálvleiki vóru tað portugisisku vertirnir, ið yvirtóku stýringina av dyst- inum. Tað tóktist sum um, at onglendingar valdu at satsa upp á, at teir kundu verja 1-0 leiðsluna heldur enn møguliga at økja um hana. Leingi sá tað eisini út til, at tað fór at eydnast teimum, men tá ið tíðin var farin at halla, sveik annars so trygga enska verjan. Umleið eitt korter fyri leiklok bleiv størsta portu- gisiska stjørnan og liðskip- arin, Luis Figo, útskiftur, og tað var ikki nakað, ið hóvaði ærukæra Real Madrid-leikaranum. Figo gekk beint út av vøllinum og í umklæðingarrúmið, og tað sást á øllum brøgdum, at hann var alt annað enn nøgdur við avgerð venj- arans um at skifta seg út. Á vøllin ístaðin fyri Luis Figo kom Tottenham-fram- herjin, Helder Postiga, og hann nýtti ikki nógva tíð á vøllinum til at gera vart við seg. Postiga hevur spælt eitt ár í enska felagnum, og tað hevur verið eitt serstakliga miseydnað ár, har tað bert hevur eydnast honum at skora eitt mál. Men hós- kvøldið fekk Postiga so víst onglendingum, hvør dugur er í honum, tá ið hann púra ótarnaður átta minuttir fyri tíð var hægstur og stútaði eitt innlegg í málið til 1-1. Ongland snýttir fyri sigursmál Hóast bert fáir minuttir vóru eftir at leika, tá ið Portugal fekk útjavnandi málið, var tað nær við, at Ongland tryggjaði sær sig- urin í evstu løtu. Eftir eina deyðbóltsstøðu var skallað á tvørstongina, og tá ið bólturin stakk út aftur, var sterki verjuleikarin, Sol Campbell, hægstur og skallaði í netið, og ong- endingar hildu, at nú høvdu teir fingið sigursmálið, tí tíðin var at kalla farin. Men dómarin í dystinum, Urs Meier úr Sveis, kolldømdi av einari ella aðrari orsøk enska málið, og onglend- ingar noyddust so nipnir aftur at verja. Støðan var altso 1-1 eftir vanligu leiktíðina, og tí var neyðugt at fara undir longda leiktíð. Hugaligt var at síggja, hvussu nógv bæði liðini løgdu fyri at vinna dystin, og at hvørki av lið- unum valdi at satsa upp á brotssparkskappingina. Fyrsta korterið av longdu leiktíðini gav onki mál, men næsta korterið var hendingaríkari. Bert tríggir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, tá ið innskifti Manuel Rui Costa hjá Portugal fekk fitt av rása- rúmi til at reka oman móti enska brotsteigin, og tá ið hann kom áraka brotsteig- armarkið, gjørdi hann ikki mætari enn at smekka bólt- in upp undir tvørstongina og í málið til 2-1, og róm- urin millum teir túsundtals portugisisku áskoðararnar var øgiligur. Gleðin hjá Portugal var tó støkkut, tí tá ið nakrar fáir minuttir vóru eftir at leika, fekk Ongland javnað, tá ið Frank Lampard, við rygginum ímóti portugis- iska málinum, fekk ein til- vildarligan bólt staddur næstan inni í málteiginum, og hann snaraði sær á og langaði bóltin upp undir nettakið, og so var aftur javnleikur. Beckham brendi enn einaferð Tískil gjørdist tað neyðugt at fara til brotssparkskapp- ing, og hon gjørdist drúgv. Fyrsta skotið í brotssparks- kappingini átti enski lið- skiparin, David Beckham, og fyri aðru ferð í EM- endaspælinum misnýtti Beckham eitt brotsspark. Tað sá út til, at Beckham gleið í sjálvari skotløtuni. Tað var tó ikki einans Beckham, ið fekk trupul- leikar av vøllinum, tá ið hann skeyt brotsspark, tí eisini Rui Costa hjá Portu- gal misnýtti, og hann sá út til at geva vøllinum skyld- ina. Allir hinir fýra skjútt- arnir hjá londunum báðum skoraðu tó upp á sínar royndir, og tí var neyðugt at fáa fleiri leikarar at skjóta. Fyrst skoraði Ashley Cole trygt fyri Ongland, men Maniche hjá Portugal javn- aði. Síðani var tað innskifti áleyparin hjá onglending- um, Darius Vasell, ið skeyt, men portugisiski málverjin, Ricardo, bjargaði royndini hjá Aston Villa-framherj- anum. Nú var støðan so tann, at skoraði Portugal upp á sítt næsta brotsspark vóru teir í hálvfinaluni. Avgerandi brotssparkið hjá Portugal var málverjin, Ricardo, settur at skjóta, og hann skoraði ósvikaliga trygt, og so var Portugal í hálvfinaluni, meðan Ong- land enn einaferð reyk út eftir brotssparkskapping. Ein sannur gysari David Beckham hyggur upp niður á brotssparksblettin, ið hann helt verða orsøkina til, at hann brendi, meðan portugisiski málverjin, Ricardo, fegnast um misnýtta brotssparkið hjá enska liðskiparanum 17 Steypafinalan hjá unglingunum millum HB og Skála gjørdist ongantíð spennandi, tí munurin á liðunum báðum var alt ov stórur, og 6-0 sigurin hjá HB var ikki eitt mál ov stórur. UNGLINGAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Líkindini at spæla steypa- finalu á Tórsvølli hós- kvøldið vóru av teimum bestu. Sólin var frammi, og teir okkurt um 150 áskoð- ararnar til dystin sóu favo- rittarnar úr HB vinna ein tryggan sigur. Ein ordans avbrennari Ikki óvæntað var tað havnarliðið, ið hevði tað mesta av spælinum frá fyrsta bríksli av, meðan Skála hinvegin lúrdu upp á nøkur skjótálop. Dysturin var heldur ikki serliga gamal, tá ið HB fekk sín fyrsta veruliga málmøgu- leika, og tann møguleikin er neyvan sæddur størri í Føroyum. Miðvallarin, Rókur av Fløtum Jespersen, slapp inn um verjuna hjá Skála, men í fyrsu atløgu bjargaði Heini Kristiansen í málinum hjá Skála, men Rókur fekk bóltin við sær aftur og framvið málverj- anum. Tó megnaði Rókur, staddur einar 5 sentimetrar frá málstrikuni mitt fyri at skjóta bóltin í einum boga út um stongina - heilt ótrúligt! Skáladreingirnir vóru ógvuliga sjáldsamir gestir í HB-brotsteiginum, men hinvegin dugdu tær væl at forða fyri, at HB fekk spælt seg til vandamiklar støður fyri steðgin. Men tá ið ein hálvur tími var leiktur, bragdaði endiliga hjá teim- um reyðu og svørtu. Eitt hornaspark úr høgru síðu var sent inn í brotsteigin hjá Skála, men verjan fekk sparkað bóltin út frá, men beint uttan fyri brotsteigin stóð HB-miðvallarmotor- urin, Emil Nolsøe Leifsson, og hann langaði bóltin upp í málhornið, og so var 1-0. Havnarliðið helt áfram við at trýsta á Skála-málið, men ikki fyrr enn beint fyri hálvleik, fingu teir økt um leiðsluna. Innskifti Kristian Mouritsen snýtti tveir verjuleikarar hjá Skála heilt afturi við baklinjuna í høgra borði, og úr einum spískum vinkli sendi hann bóltin í mál til 2-0. Eitt sera gott mál. Eingin ivi um sigurin Í seinna hálvleiki helt HB fram við ágangandi spæl- inum hjá sær. Heini Kristiansen í málinum hjá Skála hevði úr at gera allan dystin, og hann kom væl frá sínari uppgávu, hóast ein einkultur kiksari var, tá ið seinni hálvleikur var nær- um tíggju minuttir gamal. Tá kiksaði Heini eitt mál- spark, sum rakti beint á Kristian hjá HB, sum slapp at renna einsamallur ímóti Skála-málinum, og tá ið Heini kom út ímóti honum, legði Kristian upp á tvørs til ein púra leysan Páll M. Joensen, ið bara skuldi seta innarsíðuna á, og so var 3- 0. Skálamenn høvdu ikki meira enn sett spælið í gongd aftur, so var aftur galið. Bólturin bleiv spæld- ur inn í brotsteigin hjá Skála, har skálamenn fingu sparka burtur, men beint uttan fyri brotsteigin stóð Rókur hjá HB, og hann skeyt eitt gott skot, sum endaði í meskunum aftan fyri Heina í málinum hjá Skála, og nú var 4-0 til HB. Hóast teir reyðu og svørtu høvdu skift nógv út á liðnum gjøgnum dystin, tóktist hetta ikki at ávirka spælið hjá teimum, og teir hildu á við at trýsta Skála. Onkrar einstakar ferðir royndi Skála at sláa kontra, tá ið verjuleikararnir hjá HB høvdu hug at leita framvið og kanska eisini kom á máltalvuna, men tað vóru tó ongantíð av álvara boð eftir málverjunum báðum hjá HB. Hinvegin vóru ofta boð eftir málverjanum hjá Skála, og tá ið eitt korter var leikt av seinna hálv- leiki, noyddist hann at yvir- geva seg fyri fimtu ferð í dystinum. HB spældi seg væl ígjøgnum verjuna hjá Skála, so at tríggir mans gjørdust leysir, og tað end- aði við at Páll M. Joensen kundu seta síðsta fótin á, áðrenn 5-0 leiðslan var veruleiki. Síðsta málið í dystinum fekk HB, tá ið seinni hálv- leikur var okkurt um hálv- runnin. Tað kom eftir, at Kristian Mouritsen bleiv spældur leysur í vinstru síðu, og hann sendi framvið Heina í Skála-málinum til endaliga úrslitið 6-0 til HB á Skála í steypafinaluni hjá unglingum. Breidd og bóltførleiki á muni Sum úrslitið eisini sigur, so var stórur munur á liðunum báðum í finaluni. Sjálvsagt er stórur munur á leikara- tilfeingi í HB og Skála, og tað sást eisini aftur. Havn- arliðið hevði sera stóra breidd, og tað sást millum annað við, at hóast nógv var skift út, so tóktist liðið ongantíð vikna av hesum. Skála hevur eisini fleiri góðar og evnaríkar leikarar, men tað tóktist sum um, at tað hvíldi stór ábyrgd á nøkrum fáum herðum. Á vinnandi liðnum vóru nógvir leikarar, ið allatíðina bjóðaðu seg til, og sum vóru førir fyri at skapa nakað sjálvir. Bóltførleikin og tryggleikin var eyðsýnd- ur, og allatíðina var roynt at spæla seg niðan eftir vøll- inum heldur enn bara at sparka langar bóltar. Skála- dreingir royndu eisini at skapa okkurt fram eftir vøllinum, men alt ov ofta var bóltførleikin ikki nóg góður, og havnarmenninir vunnu bóltin av teimum. Út frá tí avriki, sum liðini sýndu á Tórsvølli hós- kvøldið, kann bert stað- festast, at framtíðin hjá HB sær sera góð út, tí teir hava eitt einastandandi gott ung- lingalið, ið telur fleiri leik- arar, so sum Rókur Jesper- sen, Rasmus Nolsøe, Eli Thorsteinsson, Emil Leifs- son og Páll M. Joensen, sum eru við í myndini hjá besta liði felagsins. At fleiri av hinum leikarunum á lið- num eisini fara at mynda 1. deildarliðið í framtíðini, man lítið verða at ivast í. Skála hevur tó eisini nógv gott fólk á sínum ung- lingaliði, og havandi í huga at Skála er eitt av smærru fótbóltsfeløgunum í land- inum, er tað undrunarvert, at teir hava eitt so mikið gott unglingalið, ið megnar at spæla seg í steypafinal- una, har teir tó blivu ov stuttir. Nr. 80 • hósdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Thomas Dam Steypið Finala HB-Skála 6-0(2-0) 1-0 Emil Nolsøe Leifsson 2-0 Kristian Mouritsen 3-0 Páll M. Joensen 4-0 Rókur av Fløtum Jespersen 5-0 Páll M. Joensen 6-0 Kristian Mouritsen Klassamunur á Tórsvølli Tað var klassamunur, tá ið HB og Skála hittust í steypafinaluni hjá unglingum á Tórsvølli hóskvøldið Mynd: Álvur Haraldsen HB-unglingarnir eru steypavinnarar 2004 eftir ein sannførandi sigur á Skála hóskvøldið mynd: Terji Nielsen C M Y K 16