Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Framtíðar psykiatri í Føroyum Jóhanna við Streym Virkandi leiðari á P20 amb psyk deild Hvat er ætlanin fyri framtíðar psykiatri í Føroyum? Starvsfólkini á psyki­atr­ iska deplinum hava nú í eitt langt tíðarskeið arbeitt við at umleggja tað psykiatriska økið soleiðis, at umstøðunar fyri røkt og viðgerð hjá fólkið sum hava psykiatriska sjúku gerast so góðar sum gjørligt. Psykiatriski deplin hev­ur stungið út í kortið at megin­ uppgávan er rehabili­tering av fólki, ið hava sálarsjúku. Hugtakið rehabilitering skal skiljast soleiðis, sum tann saml­aði innsatsurin, sum fak­fólk kunnu bjóða fólkum við psykiatriskari sjúku í stremb­anini eftir at koma fyri seg. Høvuðsendamálið við re­ habil­i­tering er, at sjúk­ling­ urin skal kunna megna sín gerandisdag og fáa eitt so sjálvstøðugt, gott og inni­ haldsríkt lív sum gjørligt. Rehabil­iteringsprosessin er bæði ein menningarprosess innan í sjúklinginum og eisini ein uttara prosess, har yrkislærd stuðla sjúk­ling­ inum, soleiðis at høvuðs­ enda­málið verður rokkið. Tá ið arbeitt verður eftir rehabiliteringshugsanar­hátt­ inum, er útgangsstøði ein arbeiðsgongd, ið er skip­að, málrættað og byggir á sam­ starv, samskipan og trygg­ leika. Rákið í útheiminum í dag er, at fólk, ið líða av sálarligum sjúkum, verða viðgjørd í teirra nærumhvørvi ella hava eitt ambulant tilboð, ið psykiatriin kann bjóða teim­ um. Ein av teimum skip­anar­ háttum, sum vísir seg at gagna fólkum við psykiatriskari sjúku, menna rehabiliterandi arbeiði og styðja upp und­ir recoverygongdina, er skip­ anin Intergrerad psykiatri, sum er ment í Svøríki. Talan er um væl sam­skip­ aða heildarpsykiatri, ið tekur útgangsstøði í tørvi sjúk­ lingsins, og sum krev­ur, at vit fakfólk ar­beiða tvørfakliga og seta fakligheitir í spæl fyri at kveikja og stimbra recoverygongdina hjá tí ein­staka. Vit eru byrjaði at tillaga hesa skipan inn­ an psykiatriska økið í Før­ oy­u­m. Depilsleiðslan á psyki­atr­iska depilinum hevur fingið íblástur frá hesari skipan og hevur lagt seg eftir, at menna hetta tilboðið. Í Føroyum hevur Inte­grerad psykiatri fingið heitið, Sam­skapað psykiatri. Samskapað psykiatri gevur tí einstaka menniskjanum við psykiatriskum sjúkum møguleika at ráða yvir sínum lívi og leggur upp til, at tað er sjúklingurin sjálvur, ið stýrir røkt og viðgerðini. Intergrerad psykiatri (sam­skapað psykiatri) er ein hin besta fyriskipan fyri menn­iskju við svárari psyki­atriskari sjúku, sum vísindi veit um í dag (Malm 2001, Intergrerad psykiatri). Í samskapaðari psykiatri verða psykososialt arbeiði og heilivágsviðgerð samskipað og samantvinna við tí enda­ máli at fáa sjúklingar og av­varð­andi at uppliva eina sam­skipaða røkt og viðgerð. Arbeitt verður við at menna og styrkja samstarvið millum sjúkrahúspsykiatri, økis­psykiatri, sosialpsykiatri, kommunu­lækna, almanna­ verk og onnur, umframt at netverkið hjá sjúklinginum verður tikið við (Malm 2001, Norden et. Al 2012, Norden et al., 2012) Grundað á góðu úrslitini, sum fyriskipanin hevur at vísa á, hevur Psyki­ atriski depilin valt at tillaga hesa fyriskipan til føroyska psykiatri. Starvsfólkini, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði við at tillaga skipanina til før­oysk viðurskifti, bíða eftir at sleppa í gongd við at impl­e­metera skipanina á psyki­atriska depilinum. Nú er steðgur komin í, tí hvat er tað, ið hendir á politiska pallinum? Tað, ið vit dagliga hoyra er, at sparingar skulu gerast, peningur, ið skuldi verða tøkur á umráðnum, verður tikin burtur. Yvirlæknin, ið hevur sett hesa nýggju kós­ ina, ætlar ikki at taka við starvinum aftur, um pen­ ingurin ikki verður verðandi á psykiatriska deplinum. Og heilsumálaráðharrin, ið sigur at hann kann onki gera, enn at tosað við fíggjar­ málarráðið. Máttloysi er fari at ráða á psykiatriska depli­num, hvat ætlar tann politiska skipanin við tí psykiatriska økinum anno 2015. Skulu vit lata standa til og síggja at einstaki sjúk­ ling­urin ikki fær nøktandi røkt og viðgerð, ella skulu vit trúgva uppá, at øll tann politiska skipanin vil hava eitt psykiatriskt økið, har vit hava sjúklingin í mið­ deplinum, byggja á vísinda­ ligt ástøði, menning av starvs­fólki. Har vit veruliga kunnu siga, at vit hava eina psykiatri í heimsklassa. Ein býráðsmeiriluti uttan mál og mið Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi Í august skrivaði eg lesara­ bræv undir yvirskriftini “Tað dregur á luftina um grønu umhvørvisvinarligu Tórs­havnar kommunu”. Eg má bara ásanna, at tað tíverri gjørdist veruleikin, tí hetta sæst aftur í júst sam­tyktu fíggjarætlanini. Í lesara­brævinum var eg stúrin um ætlanina at sleppa sjóhitanum til salt­sølu­ bygningin, men hetta kom tíbetur ikki at halda. Her skal meirilutin hava takk fyri, at hann broytti meining, soleiðis at sjóhitin umsíðir varð samtyktur. Undir viðgerðini av fíggj­ ar­ætlanini havi eg mang­an fýlst á, at fleiri ver­k­ætlanir á náttúru- og um­hvørvis­ økinum verða steðgaðar. Tal­ an er um verkætlanir, sum hava koyrt í fleiri ár og lógu í eini tryggari legu, men sum meirilutin nú hevur steðgað. Mál sum súkklubreytir, spilli­ vatnsætlan, orkusparing á gøtuljósum, frílendisætlan við Boðanes-Hoydalar, fjar­ hiti og dagføring av Sunds­ vegnum. Hóast hetta eru demokratiskar fyritreytir í politiska landslagnum, so harmist eg um avgerðina hjá meirilutanum at steðga hesum ætlanunum, tí tær als ikki eru við í íløguætlanini fyri 2015. Spillivatnsætlanin hevur verið raðfest frammaliga síðstu árini, og slakar 100 mió. krónur eru nýttar til kloakkir og útlop síðani 2005 fyri at fáa skil á hetta gloymda og tó so týdningarmikla mál. Tó er langt eftir, til málið er loyst, tí mett verður, at eini 70 mió. krónur skulu brúkast afturat. Millum annað til at skifta 19 kilometrar av betonkloakkum, sum liggja og leka mannatrekk. Hetta økið varð raðfest til frama fyri trivnaðin hjá borgarum, heilsu og umhvørvi okkara. Fyri ítøkiliga at koma við einum dømi, so er trivnaðurin í Vágsbotn prógv fyri, hvat tað er, vit fáa afturfyri, tá fortreytirnar eru í lagi. Borgarstjórin brúkar javn­an sum grundgeving fyri ikki at halda áfram við spilli­vatnsætlanini, at landið fer at broyta freistina frá 2015 til 2019. Hvør skal siga, so kunnu vit bara leggja okkum afturá og bíða eftir tí. Nei, góði borgarstjóri, tað er fyri okkara egna besta, at spillivatnsætlanin hevur havt hægstu raðfesting síðstu árini. Vit tóku ábyrgd fyri heilsu, vælveru og trivn­ aði hjá borgarunum í komm­ ununi, og ikki einans tí ein kunn­gerð ásetir hetta. Lovar eitt í dag, og eitt heilt annað í morgin Eingin langtíðaríløguætlan er enn at hóma. Hinvegin skjóta brádliga íkomin populist­isk mál seg upp sum hunda­lond frá degi til dags, meðan langtíðarætlanir, sum hava koyrt í nógv ár í trygg­ari legu, verða skotnar nið­ur. Borgarar fáa lovað eitt í dag og annað í morgin. Bara í ár kann eg nevna dømir um umraðfestingar, har borg­arar verða hildnir fyri gjøldur. Íløgan til fjarhita og dagføringar av Sundsvegnum vórðu í vár umraðfestar til judo og badminton. Í heyst er so aftur ein umraðfesting á skránni, tí nú verður játt­ anin aftur tikin frá judo og badminton og ístaðin flutt til ein fótbóltsvøll í Hoyvík. Á komandi býráðsfundi er enn ein onnur umraðfesting á skránni. Nú er tað golf, sum stendur fyri skotum, tí har skulu 1 mió. krónur takast av. Hetta eru bara nøkur fá dømir um óskilið og vánaliga handalagið hjá býráðsmeirilutanum. Einki yvirskipað og eingin stýring, men ein skúta, sum rekur fyri vág og vind. Tómt lyfti til Havnar Svimjifelag Fleiri dømi kunnu nevnast um vantandi kósina hjá meiri­ lutanum í Tórshavnar býráð við borgarstjóranum á odda. Eini 100-200 fólk hjá Havnar Svimjifelag vóru vitni til undir 75 ára føðingardegnum seint á heysti 2013, at borgar­ stjórin á trappuni í forhøllini kunngjørdi, at nú fingu tey ein langhyl, og at hesin skuldi standa liðugur um tvey ár. Nú er meira enn eitt ár farið, og her sæst ikki skuggin av nøkrum sum helst. Eingin verkætlan um nakran langhyl er nær námind til at verða sett í verk. Nei, her kemur eingin langhylur enn á sinni, ei heldur betri umstøður til judo, badminton ella golf, tí meirilutin raðfestir fótbólt fram um allar aðrar ítróttargreinar. Í júst samtykta fíggjar­ ætlanini fara 20 mió. krónur til Tórsvøll, og harumframt verður farið undir at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík, sum allarhelst fer upp um 30 mió. kr. Smávegis glottar at hóma í seinastuni Hóast mínar atfinningar og stúran, so gleðist eg kort­ini um, at meirilutin broytti fíggjarætlanina til síðstu viðgerð, soleiðis at lendi­sgøturnar komu inn aftur á íløguætlanina. At frítíðarskúlin til 3. flokk kom innaftur, at játtan varð útvegað til børn við ser­ligum tørvi, og at pen­ ingur varð settur av til ein sálarfrøðing afturat til Barna­ verndartænastuna. Eins og fleiri stórar verkætlanir eru at gleðast um, ið farnar eru í gongd ella eru ávegis. Við býráðskvøðu Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar býráð er samtykt við hesum ódámligu fortreytunum. Nevniliga at læna meira, lata vera við at rinda avdráttir og oman á tað heila at seta í verk skattalætta. Tað munnu vera tey fæstu, ið eru so ábyrgdarleys í sínum húsarhaldi, sum býráðsmeirilutin í Havn er.