Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 19. desember hava hjúnini Sigrid og Absalon Jacobsen í Vági diamantbrúd­leyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmanna­ felagnum J. H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn, frá kl. 17–22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 02.01.2015 hava Ingibjørg & Eyðfinn Mørk gullbrúdleyp. Vælkomst verð­ur í Missións­húsinum í Vági frá kl 14.00 - 18.00. Tey í ynskja at heilsa uppá gull­brúðar­parið verða vinar­liga biðin um at boða frá inn­an 29.12.2014 á tlf 373278, 212065, 224888. Gullbrúdleyp Hey tit, nú vit skjótt hava ver­ið gift í 50 ár, hevði tað glett okk­um at hátíðarhildið dagin sam­an við familju, vinum og kenn­ing­um. Dagurin verður hildin á Skúla­heiminum við Marknagil leygar­dagin 10. januar kl. 16. Tit, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin um at tekna tykkum seinast leygardagin 27. des. á tlf. 313424 ella 257187. Vinarliga Arnhild og Hilmar Johannesen Gullbrúdleyp Fríggjadagin 26. desember (2. jóladag) hava hjúnini Jónvá og Carl Joensen gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 28. desember fyri innboðnum. Brúdleyp Leygardagin tann 27. desember, giftast Pauline Petursdóttir Kjærbo, Kambsdalur og Sveinur Eyðálvsson Nielsen, Runavík. Vígslan verður í Rituvíkar kirkju kl. 11.00. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 14.00. Opið hús verður á Dugna á Kambs­ dali frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Sunnudagin 28. desember giftast Ása Sólbrún Høj, Strendur og Petur Tummasson Joensen, Skála. Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði. Døgurði verður fyri innbodnum. Dagin eftir, 29. desember verður opið hús í Kelduni frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Brúdleyp Leygardagin 27 desember 2014 giftast Lilian Hellisdal, Tórshavn og Áki Hansen, Kollafjørður. Vígslan verður í Havnar kirkju kl 13.00. Døgurði verður fyri inn­boðnum. Vælkomst verður í bygdar­húsinum í Kollafjørði frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 3. januar giftast Maria Danielsen, Toftir og Henning Gleð­ is­heygg Joensen, Vágur. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl. 12. Eftir vígsluna verður høvi at heilsa uppá brúðarparið í kirkju­ kjallaranum, har kaffi o.a verður at fáa, øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður á Svangaskarði kl. 18.30 fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 3. januar giftast Nelly Petrina Poulsen, Toftir og Flóvin Váðklett, Klaksvík. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl. 13. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, vera vinar­ liga biðin um at siga frá áðrenn 18. desember á tlf 265653 ella 257521. Merkisdagar