týsdagur 16. desember 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er, at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp
til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ ella arbeiði” og fyri at røkka visjónini,
hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.“Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar”. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir
Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Dugni hevur 4 deildir og tilsaman 19 ársverk, ið eru mannað av 30 starvsfólkum. Les
meira á www.dugni.fo
Okkum tørvar ein deildarleiðara, sum:
· trívist við at røkja umsitingarligu uppgávurnar á
skúla num, og sum sær, hvussu innihaldið av tí, ið
skúlin býður, kann skipast í dygga og hóskiliga legu,
sum speglar ta samtíð vit liva í.
· kann tryggja, at neyðugu fakligu fortreytirnar í út búgv
ingar og námsfrøðiligum høpi verða framdar.
· hevur hjarta fyri næmingum við serligum avbjóðing um
og heilhugaður hevur førleika og tolsemi til at stuðla tí
einstaka gjøgnum samrøður og samstarv við viðkom
andi samstarvsfelagaðar hjá næminginum.
· hevur avlopsmegi at eggja øðrum at fremja tað, ið er/
verður sett út í kortið sum stavnhald fyri virksemið á
skúlanum.
· kann standa á odda fyri starvsfólkabólkinum og menna
hann at gera eitt væl úr hondum greitt arbeiði fyri
tann einstaka næmingin, eitt arbeiði, ið samsvarar við
endamál og ætlanir hjá Dugna.
· skoðar virksemið á skúlanum tvørgreinaliga, og sum
hugaður og kveikjandi kann leiða og byggja upp eitt
mennandi toymisarbeiði.
· sær týdningin av at geva sítt ískoyti til at víðka leiðslu
førleikarnar hjá Dugna – m.a. í leiðslubólkinum.
· dugir væl at orða seg á føroyskum bæði í skrift og
talu.
Hevur tú hesar eginleikar, ert tú møguliga tann rætti
ella tann rætta til starvið, og vit gleða okkum at fáa
umsókn frá tær.
Setanartreytir
Tann, sum sett ella settur verður, hevur tilvísing til
stjóra og viðkomandi tekur við starvinum 1. febuar
2015 ella skjótast tilber. Starvið verður at seta sam
bært sátt mála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
fakfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mána dagin 05. jan 2015 kl. 12, og samrøður verða
avgreiddar í viku 3.
Áhugað, ið hava okkurt at spyrja um, kunnu venda sær
til Hedvig Johansdóttir, virkandi stjóra á tlf. 29 29 80
millum kl. 16 og 18.
Umsókn, saman við prógvi o.ø. verður at senda til:
Dugni, Boks 301, á Hjalla 7A, 110 Tórshavn ella á
teldupost: dugni@dugni.fo
Hevur tú miðallanga útbúgving, sum t.d. fólkaskúlalærari ella aðra viðkomandi útbúgving,
og hevur tú leiðsluútbúgving og royndir, so ert tú møguliga tann rætti ella tann rætta at
vera deildarleiðari á skúlanum hjá okkum.
Brúdleyp
Leygardagin 27 desember 2014
giftast Lilian Hellisdal, Tórshavn og
Áki Hansen, Kollafjørður. Vígslan
verður í Havnar kirkju kl 13.00.
Døgurði verður fyri innboðnum.
Vælkomst verður í bygdarhúsinum
í Kollafjørði frá kl. 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin
20/12-2014
kl.12:00,
giftast í Fuglafjarðar kirkju, Ester
Weihe, Hoyvík og Steinar Jacobsen,
Fuglafjørður. Eftir vígsluna verður
drekkamunnur í kirkjukjallarinum.
Øll eru vælkomin. Veitslan verður
hildin fyri innbodnum í Dansifrøði,
Tórshavn, kl.18:00.
Brúdleyp
Fríggjadagin 2. januar giftast Miri
am Hentze Haraldsen, Sørvágur,
og Rógvi Johannesen, Miðvágur, í
Miðvágs kirkju. Vígslan byrjar kl.
11, borðhald er fyri innbodnum um
kvøldið. Brúðarhús verur 3. januar í
Missiónshúsinum Libanon í Sørvági
frá kl.18 har øll eru hjartaliga væl
komin.
Brúdleyp
Leygardagin 27. desember 2014
kl.
12.00
giftast
í
Sandavágs
kirkju André Hentze Johansen
Sandavágur og Jórun Myllhamar
Sandavágur. Veitslan verður fyri
innboðnum..
Brúdleyp
Leygardagin 20. desember kl 12
giftast í Leirvíkar kirkju Helena
Kannuberg úr Leirvík og Brandur
Sjúrðarson úr Miðvági. Veitslan
verður hildin fyri innbodnum í
Skótahúsinum við Løkin.
60 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9. januar 2015 verð ur Ludvík
Petersen (Bil fríðk an) seksti. Dagurin
verður hildin á Hotel Føroyum sama dag kl.
18.00. Skyldfólk, vinir, óvinir, kenningar og
fyrrverandi viðskiftafólk, sum vilja gleðast
og hugna sær saman við honum hendan
dagin, verða biðin um at siga frá innan
2. januar á telefon 217300 - 217308
ella á telduposti LP@ognir.fo
Merkisdagar