Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vilmund Jacobsen Svenning Sørensen, sum býr á Viðareiði, er 53 ára gamal. Hann siglir sum dekkari við verk­smiðju­ skipinum, Norðborg. Áðrenn hann fór umborð á Norðborg, sigldi hann við Christiani í Grótinum árini 2006-2009. Men, tá Norðborg kom sum nýbygningur í mai mánaði í 2009, og Jón Rasmussen, skipari, beyð manningini at koma við sær umborð á Norðborg, var Svenning ikki í iva og tók av. – Mær dámar sera væl Jón sum skipara. Hann er ógvuliga blíður og dugnaligur og er ein maður við báðum beinunum á jørðini, sigur við­oyingurin. Men, Svenning hevur ikki altíð verið nótamaður. Fara vit longu aftur í tíðina var hann í nógv ár knýttur at flaka­ trolaranum, Ennibergi. Hann fór umborð á Enniberg longu í 1980 við Mortani Johannesen sum skipara, og hann var knýttur at Ennibergi flestu árini frá 1980 til 1997 - við undantaki av eitt nú tveimum árum, tá hann var við Akrabergi. – Árini 1999-2004 var eg við trol­bátinum, Fiskakletti, sum var ein træbygdur 50 tonsari, og árini 2004-2006 var eg við Skálabergi, har eg eisini slapp at royna meg sum verksmiðjuformaður. So, man hevur roynt eitt sindur av hvørjum, sigur Svenning Sørensen. Eitt vælsignað skip Norðborg telist millum nýggj­astu og av sínum slag mest fram­komnu fiskiskipum í føroyska skipa­flot­an­ um. – Hetta er eitt vælsignað skip - ja, eitt róligt og rúmligt skip við allar bestu arbeiðsumstøðum, sum hugsast kunnu. Fólkið, sum er ein blandingur av tilkomnum, miðal­ aldrandi og ungum monnum, er fram­úr, og stemningurin umborð er góður. Ein so góður skipskjansur verður ikki skippaður, og tí fara menn ikki av uttan nakað víðari. Hetta ger, at manningin spennir víða í aldri, og tað haldi eg riggar óføra væl. Svenning Sørensen sigur, at tá Norðborg er á makrelveiði, liggur manningartalið vanliga um 28, og tá teir eru á sildaveiði, eru teir um 30-31 menn við skipinum. – Vit ganga átta tímar vakt og hava síðan frívakt í átta tímar. Hetta er ein vaktarskipan, sum vit sóu, at íslendingar brúka, og eg haldi, at allir eru vælnøgdir við hesa skipan. Hetta gevur eitt sindur longri deksvakt og longri frívakt. Um­borð á Norðborg kenna vit einki til at bróta vakt. Tveir á hvørji vakt Dekkið á Norðborg er rættiliga stórt og arbeiðsligt, og her hevur tú sum dekkari eitt gott yvirblikk. Leikluturin hjá Svenningi er á dekk­ inum, tá trolið verður koyrt út, og tá hálað verður. – Vit eru bara tveir á dekkinum á hvørji vaktini, og tað er nóg mikið. Skiparin á brúnni passar spøl og annað. Tað tekur kanska bara eitt korter at koyra trolið út, men tá hálað verður, kann tað - alt eftir, hvussu nógv er í - taka umleið hálv­ an annan tíma, til trolið er koyrt útaftur. Er talan um eitt hál á eini 200-400 tons, tekur tað sína tíð at pumpa fiskin úr trolposanum og um­borð á skipið. Svenning sigur, at teir, sum eru dekkarar við Norðborg, fara á verk­ smiðjuna at arbeiða, tá arbeiðið á dekkinum er liðugt. – Á verksmiðjuni eru vit eitt sindur runt allastaðni og hjálpa til, har ástendur. Annars er tað soleiðis á verksmiðjuni, at allir “rotera” og standa á sínum plássi í hálvan ella heilan tíma í senn. Alt gongur upp á skift, og tað ger - haldi eg - at menn ikki troyttast á sínum plássi, og arbeiðið verður eisini effektivari, leggur hann aftrat. Vanliga eru teir, sum sigla við Norðborg, umborð einar tríggjar ella fýra túrar í senn, og síðan eru teir í landi einar tveir ella tríggjar túrar. – Vit hava eina eftir mínum tykki ógvuliga góða avrokningarskipan, soleiðis at allir menninir - líka mikið, nær teir eru umborð - hava somu dagløn, tá árið er úti. Reiða­ríið fylgir neyvt við, hvussu gongd­in er, og hvat hvør einstakur maður eigur inni. Tí fært tú eisini hýru, meðan tú ert í landi. Tá árið er úti, eigur tú gjarna eitt sindur av upp­tjentum til góðar, og tað ger, at tú eisini fært hýru, tó at tú kanska ikki ert umborð fyrstu túrarnar av árinum. Fitness og sauna Umborð á Norðborg eru í allar mát­ ar bestu umstøður, og her hevur manningin eisini góðar møguleikar at íðka fitness og fara í sauna. – Í fitness-rúminum hava vit eitt nú rennimaskinu og rógvimaskinu, og vit hava vektir. Tað eru fleiri, sum dagliga brúka hesar møguleikar, og ikki minst sauna verður nógv brúkt. Svenning Sørensen sigur, at kømrini hjá dekkarunum eru tvey-manskømur, men tað er altíð soleiðis, at teir, sum hava kamar saman, ganga á hvør sínari vakt, og soleiðis hevur maðurin, sum hevur frívakt, kamarið einsamallur. – Hetta eru góð kømur við vaski, brúsu og wc og við hita í gólv­in­um. Net og sjónvarp er eisini í hvørj­um kamari, sigur dekkarin við Norð­ borg. Tá sjólívið er ein dreymur Mikudagur 17. desember 2014 Sosialurin – Vit hava eina eftir mínum tykki ógvuliga góða avrokningarskipan, soleiðis at allir menninir - líka mikið, nær teir eru umborð - hava somu dagløn, tá árið er úti, sigur Svenning Sørensen