týsdagur 16. desember 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
2
Sosialurin
Ingolf S. Olsen
At gerast sjúkur ella verða fyri van
lukku er ikki tespiligt fyri nakran
løntakara, tí tá er inntøkumissurin
vísur. Men serliga illa fyri eru før
oysku fiskiskimenninir, tí hvørki
vanlukkutrygging ella almenna
dagpeningaskipanin taka atlit til
teirra serligu arbeiðsstøðu.
– Dagpeningaskipanin riggar
væl til fólk á landi, ella sjófólk í
farmasigling, sum eru umborð í
frammanundan fastløgdum tíðar
skeiðum. Men hon riggar stak illa
hjá fiskimonnum og –kvinnum, tí
hon tekur yvirhøvur ikki atlit til
teirra óskipaðu arbeiðstíðir, og tað
ger sjúkratrygdin, sum annars er
serliga ætlað sjófólki, heldur ikki,
sigur Jan Højgaard, formaður í Før
oya Fiskimannafelag.
Intensivt arbeiði
Ein fiskimaður arbeiðir hvønn dag,
tá hann er umborð, og hevur so frí
millum túrar, ella tá hann tekur
ein frítúr. Arbeiðstíðin – tíðin har
hann forvinnur sína inntøku – er
sostatt trunkað saman í intensiv
og lutfalsliga stutt tíðarskeið. Men
sleppur fiskimaðurin ikki avstað
vegna sjúku, so fær hann sjúkra
dagpening, sum um hann arbeiddi á
landi, og fær tískil ikki pengar fyri
heiligdagar og aðrar fastar frídagar
á landi. Samstundis eru somu regl
ur galdandi fyri fiskimenn sum
fyri arbeiðsfólk á landi, at sjúkra
meldingin og rætturin til sjúkra
dagpengar ella sjúkratrygd endar
beinanvegin, tá persónurin aftur
er vorðin arbeiðsførur. Tá er tó ofta
enn leingi, til skipið kemur innaftur,
so hann kann sleppa umborð aftur.
Alt hetta ger, at fiskimenn missa
lutfalsliga væl meira í inntøku, tá
teir eru sjúkrameldaðir, enn fólk, ið
arbeiða á landi.
– Á henda hátt gera skipanirnar,
ið annars skulu eitast at vera ein
samhaldsfastar, stóran mun á fólki,
alt eftir um tey arbeiða á landi ella
umborð á fiskiskipi. Hetta er eitt
órættvísi, sum politikararnir mugu
og skulu taka hond um og broyta,
sigur Jan Højgaard.
Eftirregulering
Fiskimannafelagsformaðurin held
ur, at tað er neyðugt at nýta heilt
aðrar hættir at gera inntøkumissin
upp hjá fiskimonnum, tá teir í eina
tíð verða óarbeiðsførir vegna sjúku
ella skaða.
– Tað ber jú ikki til at býta ar
beiðsárið hjá einum fiskimanni
upp í átta tímar arbeiðsdagar, sum
um tað var vanligt arbeiði á landi.
Ein fiskimaður vinnur kanska alla
sína ársløn við at vera umborð
næstan uttan íhald eina lutfalsliga
stutta fiskivertíð. Tá skal hann
helst tjena væl av pengum, tí hann
hevur onga inntøku hina tíðina av
árinum. Tað sigur seg sjálvt, at tað tí
vil vera ein fíggjarlig vanlukka fyri
fiskimannin, um hann verður sjúkur
ella fær skaða mitt í vertíðini og so
skal dúva upp á sjúkradapening ta
tíðina – tí hann fær framvegis lítla
ella onga inntøku, tá vertíðin er av.
Hann nevnir sum dømi eina
kvinnu, sum fyri nøkrum árum
síðani sigldi við táverandi svart
kjaftaverksmiðjutrolaranum Næra
bergi, men gjørdist sjúk, júst tá
svartkjaftavertíðin var í hæddini.
– Hon var sjúkrameldað so stutt,
at hon bara fekk 11.000 – 12.000
Fiskimenn og teirra familjur eru ofta um ein háls, tá teir fáa skaða umborð ella gerast
sjúkir, og mugu sjúkrameldast, tí hvørki vanlukkutryggingin, sjúkratrygdin ella almenna
dagpeningaskipanin hóska til arbeiðsplássini umborð á fiskiskipunum. Hesi viðurskifti verða
eisini partur av komandi sáttmálasamráðingum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Samtak var stovnað fyri 7 árum síðani av Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiski manna
felag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hildu, at nú var stundin komin, at fáa yvir
skipað fakfelagsligt samstarv. Seinni komu so bæði Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag við í Samtak, og umboðar felagið umleið 1/3 av
løntakarunum.
Orsøkin hjá feløgunum til at stovna Samtak var at fáa ein sterka savnandi rødd fyri
fakfeløgini.
Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti
sum heild, og at økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna.
Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum.
Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum, og ber
javnan tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum.
Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum, og ger tilmæli til
politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar.
Tey fimm feløgini handan Samtak vóna við tíðini at kunna savna fleiri fakfeløg í
Samtak.
Um Samtak
Fiskimannafelagið
vil hava betri
sjúkratrygd
og trygging