týsdagur 16. desember 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
Sosialurin
krónur í sjúkradagpengum, men
skipið var úti í ein mánaða, og
hesa tíðina var manningarparturin
110.000 krónur. So hon fekk ein
álvarsaman fíggjarligan lúsing.
– Fyri at leggja upp fyri slíkum
støðum, hevði tað kanska verið eitt
hugskot, at sjúkradagpeningurin og
sjúkratrygdin blivu eftirregulerað,
tá árið var útið, og tað bar til at
siga, hvussu nógv tann sjúki hevði
mist í ársinntøku í mun til sínar
starvsfelagar, ið høvdu verið við
skipinum alt árið, sigur formaðurin
í Fiskimannafelagnum.
Vánalig trygging
Hann heldur eisini, at tvungna
vanlukkutryggingin, sum reiðaríini
skulu hava fyri manningina, er alt
ov vánalig.
– Tað rætta var, at vanlukku
tryggingin eisini var ein trygging
ímóti veruliga inntøkumissinum,
ella í øllum førum einum høgum
prosentparti av honum. Í dag dekk
ar tryggingin bara vanligu sjúkra
dagpengarnar og mist arbeiðsføri,
um skaðin er so álvarsligur. Men ar
beiðsskaðar henda, tí okkurt kiksar
við trygdini umborð, og tí er tað í
prinsippinum altíð arbeiðsplássið,
ið eigur ábyrgdina. Men kortini
fær ein skaddur fiskimaður onki
endurgjald fyri mista inntøku, sjálvt
um manningin kanska tjenar fleiri
hundrað túsund krónur, meðan
hann má ganga sundurbrotin heima
í kanska mánaðir, tí trygdin ikki var
nóg góð á arbeiðsplássinum, sigur
Jan Højgaard.
Sáttmálasamráðingar eru fyri
framman, og vegna virðing fyri
mótpartinum vil hann ikki fara í
smálutir um krøvini til nýggjan
sáttmála, sum Fiskimannafelagið í
januar fer at handa reiðarunum.
– Men tryggingar út um tær
lógarkravdu eru heilt greitt ein
sáttmálaspurningur, og tað er ongin
loyna, at ynskið um betri tryggingar
stendur ovarlaga á ynskilistanum
hjá Fiskimannafelagnum, sigur Jan
Højgaard.
Tá fiskimaður gerst sjúkur umborð:
Um mynstraður fiskimaður verður sjúkur á túri, og hetta
verður váttað av skipara og lækna, eigur viðkomandi rætt
til sjúkratrygd í 30 dagar frá Trygdargrunni Fiskivinnunar.
Veitingin er 565,63 krónur um dagin umframt frítíðarløn,
so leingi sjúkan varar.
Sjúkratrygd kann veitast í mesta lagi í 75 samanhangandi
dagar í senn og í mesta lagi 180 dagar tilsamans í einum
álmanakkaári.
Varar eitt sjúkutíðarskeið longri enn 75 dagar, tekur
dagpeningaskipanin við fram til 280 dagar frá sjúkubyrjan.
Dagpeningurin verður roknaður út við støði í inntøkuni
undan sjúkrameldingini, men kann í mesta lagi verða
4.145 krónur um vikuna, tá frítíðarlønin er tald við.
Er dagpeningurin minni, enn sjúkratrygdin hevði verið
fyri sama tíðarskeið, rindar Trygdargrunnur Føroya
Fiskimannafelags munin upp til sjúkratrygdina, tó so, at
íkastið frá hesum grunni ikki kann verða meira enn 20
prosent av sjúkratrygdini.
Tá fiskimaður gerst sjúkur heima:
Tá fiskimaður gerst sjúkur heima, kemur hann undir
dagpeningaskipanina, um hann kann fáa váttan um
inntøkutap. Frá dagpeningaskipanini fæst dagpeningur
í upp til 40 vikur í einum 12 mánaðar skeiði. Hægsta
upphæddin er 4.145 krónur íroknað frítíðarløn um vikuna,
men eins og við sjúku, sum er íkomin umborð, rindar
Trygdargrunnur Føroya Fiskimannafelags munin upp til
sjúkratrygdina, tó í mesta lagi 20 prosent av henni.
Við sjúku longri enn 280 dagar:
Fiskimenn, sum eru sjúkir longri enn 280 dagar, mugu
annaðhvørt leita sær hjálp frá forsorgarskipanini, fáa
avlamispensjón ella framskundaða fólkapensjón.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, krevur, at sjúkratrygdin og
almenna dagpeningaskipanin verðaskrúvað saman, soleiðis at tær eisini takar
atlit til serligu arbeiðsviðurskiftini hjá fiskimonnum og –kvinnum. Og betri
tryggingar av fiskimonnum verða eitt evni í sáttmálasamráðingunum.
Eftirlønargrunnur Føroya Arbeið
arafelags er stovnaður av Føroya
Arbeiðarafelag og er eftirlønar
gjaldið ein partur av sáttmála
sømdunum hjá limum okkara.
Fyri at gera brúk av eftir
lønargrunninum, skulu øll lima
viðurskifti verða í rættlagi, t.v.s. at
arbeiðsgevarin skal flyta limagjald
til Føroya Arbeiðarafelag, limagjald
til lokalfelagið, lívstrygging og
eftirløn, sí www.fafelag.fo
Sum limur í fakfelag fær tú
sambært sáttmálanum 10 % afturat
lønin í eftirløn.
Sambært nýggju eftirlønarlógini
skulu øll gjalda inn til eftirløn, og
vit hava staðfest, at tað eru nógvir
arbeiðsgevarar, sum antin einki
gjalda ella, at eftirlønargjaldið, sum
sambært lógini í løtuni er í minsta
lagi 1% , verður trekt av lønini.
Sambært lógini hækkar lógar
kravda
eftirlønargjaldið
við
1
% hvørt ár, og fyri at tryggja, at
løntakarin ikki sjálvur kemur at
gjalda hesi eftirlønargjøldini, so er
umráðandi at allir løntakarar eru
limir í fakfelag, soleiðis at felagið
kann tryggja, at løntakarin fær
eftirløn frá arbeiðsgevara sínum,
og at eftirlønargjaldið ikki bert er
1% ella 2 %, men 10 %, soleiðis sum
sáttmáli okkara ásetir.
Minnist til:
At lógarkravda eftirlønargjaldið er
1%
At sáttmálakravda eftirlønar
gjaldið er 10 % og at hetta skal ar
beiðsgevarin gjalda.
Eftirlønargrunnur FA’s
Um illa vil til, og ein limur hjá ar
beiðarafeløgunum doyr, sum í
minsta lagi hevur starvast í 1 ár
hjá verandi arbeiðsgevara, meðan
hann/hon er í starvi, eigur eftir
sitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella
børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk
hevur skyldu at uppihalda, rætt
til eftirsitiløn fyri tann mánaðin,
tá viðkomandi doyr, og 3 mánaðir
fram.
Nær hava vit rætt
til eftirsituløn?