týsdagur 16. desember 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
4
Sosialurin
Sonja J. Jógvansdóttir
Í eini limakanning hjá Føroya Ar
beiðarafelag, sum felagið hevur
gjørt millum limir sínar, sæst, at ein
stórur partur av limunum høvdu
arbeitt meir, um fleiri tímar vóru
til teirra.
Tá ið hugt verður at arbeiðstíðini
hjá limunum sæst, at tað er knapt
helvtin, sum arbeiðir fulla tíð,
summi arbeiða meir enn hetta, men
ein stórur partur arbeiðir niður
setta tíð.
Sum tað sæst á talvuni, so er
knapt fimti hvør, sum arbeiðir
minni enn fulla tíð vegna rávørutrot
ella av veðrinum. 7% arbeiða hálva
tíð og tíggindi hvør arbeiðir minnið
enn hálva tíð.
Vit síggja, at nógvir av okkara
limum fáa ikki fulla arbeiðsviku,
sigur Georg F. Hansen, formaður í
Føroya Arbeiðarafelag. Hann vísir
á, at høvdu fólk havt møguleika, so
høvdu tey eisini arbeitt meira.
Nógvastaðni er ikki meir ar
beiði til okkara fólk, og tað er ein
trupulleiki. Fólk eru røsk at arbeiða,
og taka hvønn tíma tey fáa, kortini
koma tey sjálvdan upp á eina fulla
arbeiðsviku, og tískil er trupult at
lívbjarga sær. Tað er bæði í tæn
astuvinnu, byggivinnu og fiskiv
innu, at vit síggja, at arbeitt verður
niðursetta tíð, og sjálvsagt er eisini
ymiskt eftir árstíðini. Trupulleikin
er bara, at rokningar og annað skulu
rindast hvønn mánaða, og henda
árstíðin, sum nú er, er dýr, skalt
tú fylgja við, leggur formaðurin í
Føroya Arbeiðarafelag afturat.
Vilja arbeiða meir
Limakanningin vísir, at 36% ella
meir enn triði hvør í Føroya Ar
beiðarafelag kundi hugsað sær at
arbeitt meira. 24% ella fjórði hvør
halda, at tey arbeiða nóg mikið sum
er, 2 av 5 ella 40%, kundu ikki hugsa
sær at arbeitt meir.
Eg vildi ynskt, at vit høvdu
arbeiðstímar til tey nógvu fólkini,
sum kundu hugsað sær at arbeitt
meir. Eg eri eisini sannførdur um,
at hevði arbeiðið verið betri lagt til
rættis á onkrum støðum, so kundi
hetta verið møguligt, sigur Georg F.
Hansen, og vísir á støðuna í pørtum
av fiskivinnuni og alivinnuni.
Sjálvsagt mugu vit taka hædd fyri
rávøruni, og at veðrið er ikki altíð
til vildar, men onkutíð kundi betri
langtíðarplanlegging verið gjørd, so
limirnir vistu, hvat teir høvdu tá ið
ein mánaði byrjaði.
Formaðurin í Føroya arbeiðara
felag vísir á, at eisini nógv eru,
sum arbeiða í vaktum og nógvar
familjur eru, har annar parturin
arbeiðir á sjónum ella uttanlands.
Vit mugu heldur ikki gloyma,
at nógvir av okkara limum eru
familjufólk við børnum, og tískil
er ikki altíð gjørligt at arbeiða
uttanfyri
vanliga
arbeiðstíð.
Hetta rakar serliga kvinnurnar.
Tað
eru
eisini
sera
nógvar
arbeiðarafamiljur,
har
annar
parturin hevur sítt livibreyð á
sjónum ella uttanlands, og tí er
ikki gjørligt at arbeiða meir.
Nógv tímalønt vilja
arbeiða meira
Sambært limakanning hjá Føroya Arbeiðarafelag, er tað ein stórur partur av limunum, sum
vilja arbeiða meir um tey fingu møguleikan. Nógv tímalønt fáa ikki fulla arbeiðsviku, tí fleiri
tímar eru ikki til teirra sum er, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at nógvir av limunum í Føroya Arbeiðarafelag kundu hugsað sær at arbeitt meira,
og at arbeiðsfólkini taka hvønn tíma tey kunnu fáa. Hjá nógvum er talan um parttíðararbeiði, tí tað eru ikki fleiri arbeiðstímar tøkir. Tað
eru nógv vaskifólk, nógv í fiskivinnuni og aðrastaðni við, sum gleðiliga høvdu arbeitt meir, um tey sloppu. Vit mugu heldur ikki gloyma,
at hjá nógvum familjum, ber ikki til at arbeiða meir, tí annar parturin er á sjónum ella arbeiðir uttanlands, leggur hann afturat.