týsdagur 16. desember 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
Sosialurin
Tú hevur rætt til at fáa eina við
bót fyri starvsaldur, tá ið tú hevur
arbeitt innan sama øki í 3 ár. Ar
beiðarafeløgini hava starvsaldurs
viðbøtur fyri 3 ár, 5 ár, 7 ár og 9 ár.
Um tú skiftir frá einum arbeiðsplássi
til eitt nýtt arbeiðspláss, flytir tú
starvsaldurin við tær um tað er innan
sama øki.
Bið tín fyrrverandi arbeiðsgevara um
eina váttan, tá ið tú skiftir arbeiðspláss,
hetta hevur arbeiðsgevarin skyldu at
útflýggja tær.
Skiftir tú til dømis frá einum
laksavirki til eitt flakavirki ella
uppisjóvarvirkið, so fylgir starvs
tíðin í fyrra arbeiðnum við tær.
Skiftir tú hinvegin arbeiðsøki,
og fert frá t.d. at vaska skúla til
at vera dagrøktari ella skiftir frá
fiskivinnuni til at vera bussførari,
so fylgir starvsaldurin ikki við, tí
tað er eitt nýtt starvsøki, har tú
ikki hevur royndirnar við tær.
Starvsaldurin
fylgir
eisini
við, um tú tekur ein steðg frá
arbeiðnum, og byrjar aftur, um
steðgurin er minni enn 7 ár.
Vilmund Jacobsen
Í januar verða tvey ár, síðan 41 ára
gamli sandingurin, Suni Vatnsdal,
fór umborð á línuskipið Sandshav,
sum er heimahoyrandi á Sandi.
Teir eru gjarna 14 mans við
hvønn túrin, og gingið verður seks
tímar vakt, og síðan er frívaktin
eisini seks tímar.
Hetta er ein skipan, sum mann
ingini dámar væl, og tað kemur
mest sum ikki fyri, at menn noyðast
at bróta vakt.
– Ætlanin var at fara út aftur og
gera ein stuttan túr aftrat fyri jól,
men veðrið hevur verið so ólagaligt,
at hetta nú verður av ongum. Skipið,
sum nýliga hevur verið á beding til
botnmáling og skiftan av zinkum,
liggur klárt at loysa.
Hann væntar ikki, at Sandshavið
loysir aftur fyrr enn fyrst í komandi
ári.
Eitt veldugt skip
Suni Vatnsdal, sum eisini hevur
verið við øðrum línuskipum, eitt nú
Havsøka og Eysturoyingi, heldur, at
Sandshavið er eitt veldugt skip.
– Hetta er fyrrverandi Fugl
túgvan, sum í sínari tíð varð long
við seks metrum. Skrokkurin á
Kvikki, sum er fyrrverandi Saturn
III, er hin sami, sum skrokkurin á
Sandshavinum, men Sandshavið er
nakað longri.
Hann sigur, at Sandshavið hevur
eitt stórt og arbeiðssligt dekk,
umframt at skipið roynist ótrúliga
væl í sjónum.
– Hetta ger, at tað eisini er ar
beiðsligt umborð og ikki so møðs
samt, sum tað annars hevði verið,
um skipið rullaði illa. Eg haldi ikki, at
tað er so likamliga strævið umborð.
Tað hevur so nógv at siga, at tú kanst
standa stillur og arbeiða, uttan at
skula halda tær í rulli alla tíðina.
Suni sigur, at umborð á Sands
havinum eru fimm dekkarar á vakt
í senn.
– Ein maður er í lastini, og fýra
eru á dekkinum. Tveir mans eru í
skúrinum, ein kryvur og ein stendur
við rulluna. Er nógvur fiskur, fær
maðurin, sum kryvur, hjálp. Vit
skiftast alla tíðina um uppgávurnar,
soleiðis at eingin stendur leingi á
sama posti út í eitt.
Umborð á Sandshavinum eru
tvey fýramanskømur og eitt tvey
manskamar til dekkararnar.
Letur væl at
Suni Vatnsdal letur væl at gongdini
í ár og heldur, at Sandshavið liggur í
betra endanum millum línuskipini.
– Jú, eg haldi, vit kunnu siga, at
tað hevur gingið rímiliga væl í ár.
Umframt at royna undir Før
oyum, var Sandshavið eisini ein túr
á Flemish Kap, har teir fyltu skipið
eftir umleið fimm samdøgrum.
Sandshavið var eisini eitt skifti
í Íslandi, og her gjørdu teir nakrar
túrar, áðrenn teir vendu skipinum
henda vegin aftur.
– Vit gjørdu nakrar túrar í Íslandi
uttan at koma heim ímillum, og vit
landaðu veiðina sjálvir, leggur hann
aftrat.
Suni Vatnsdal heldur, at hann
hevur verið einar fýra túrar í landi
í hesum árinum.
– Tað ber ikki til at vera við
hvønn túr, tá tú hevur børn, sigur
hann.
Á landi og sjógvi
Í trý ár - árini 1993-1993 – var Suni við
línuskipi úr Vestmannaoyggjunum
í Íslandi, og hann heldur, at Vest
mannoyggjarnar er eitt deiligt stað
at vera í.
– Tá flakavirkið á Sandi læt upp í
1997 og fór at virka saltfisk, arbeiddi
eg á virkinum øll árini, til virkið læt
aftur.
Suni Vatnsdal trívist væl umborð
á línuskipi og soleiðis, sum árini eru
gingin, hevur hetta verið hansara
lív í eini 15 ár tilsamans.
– Einastu ferð, eg havi verið til
skips og ikki havi verið við línu, var
tveir túrar, eg var við trolbátinum
Norðleivi, sum tá var træbátur,
ið Kjartan Joensen í Leirvík átti
og sum beiggi mín tá førdi, sigur
fryntligi sandingurin.
Suni trívist væl
umborð á línuskipi
- Sandshavið er eitt gott og rúmligt línuskip. Tað hevur nógv at siga, at tú kanst standa stillur
og arbeiða, uttan at skula halda tær í rulli alla tíðina, sigur sandingurin, Suni Vatnsdal
Suni Vatnsdal hevur verið við línuskipinum Sandshavinum í tvey ár. – Mær dámar væl at fiska
við línu, og eg haldi, at Sandshavið er eitt veldugt línuskip, sigur hann
Hevur tú sum limur í Føroya
Arbeiðarafelag fingið skriv um at
inngjøldini eru steðgaði og at tú
verður skrásettur sum passivur
limur, so kann orsøkin vera:
At arbeiðsgevarin hevur
ikki flutt gjøldini
•
Kanna lønarseðilin og tosa við
arbeiðsgevara tín. Set teg í sam
band við fakfelag títt um gjøldini
framvegis ikki verða flutt
Tú ert ikki til arbeiðis vegna
sjúku ella arbeiðsloysi
•
Limur, sum gerst sjúkur ella
arbeiðsleysur kann halda fram
í tryggingini, um hann sjálvur
hvønn mánað rindar trygg
ingargjald og hetta skal gerast
innan 3 mánaðir frá tí at limurin
er givin at arbeiða. Minnist til, at
løntakarin eigur at byrja at rinda
beinanvegin hann/hon gerst
sjúkur/arbeiðsleysur, men vit
hava givið limunum eina freist á
3 mánaðir at fáa hetta í rættlag
(tvs gjalda eftirstøðurnar) og at
um nevnda 3 mánaða freist ikki
verður hildin, so er limurin ikki
umfataður av lívstryggingar
skipanini.
Tú ert farin í skúla
•
Boða okkum frá hesum, soleiðis
at vit fáa skrásett teg rætt í
skipan okkara.
Tú ert farin í starv innan
annað sáttmálaøki
•
Tú
verður
skrásettur
sum
passivur limur, tí tú ert ikki
umfataður av sáttmálaøki og
lívstryggingarskipan okkara.
Eftirlønargrunnur FA’s
Hvønn rætt havi eg
til starvsaldur?
Hann hevur bæði arbeitt uppi á
landi og hevur verið sjómaður
í fleiri ár - umborð á føroyskum
og íslendskum línuskipum