Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 6 Sosialurin Vilmund Jacobsen 21 ára gamli sandvíkingurin, Her­ álvur Thomsen, sum er sonur Ólav og Heidi Thomsen, er dekkari um­ borð á lemma-og frysti­trolaranum, Sjagakletti í Hvalba. Hugurin til sjógvin hevur altíð verið stórur, og bæði pápin og abbin vóru sjómenn. Pápin var í mong ár við djúpvatnstrolaranum Steintóri, og hann fór longu við har, tá Steintór kom á Hvalba sum nýbygningur tollaksmessudag í 1985, tvey ár, áðrenn Niels Pauli kom á Hvalba sum nýbygningur, eisini tollaksmessudag í 1983. Abbi Herálv, Trúgvi Thomsen, sum doyði í 1995, var eisini við Steintóri. – Eg kann næstan siga, at eg vaks upp umborð á Steintóri, og eg var við skipinum nógvar ferð­ ir, tá eg hevði frí úr skúlanum. Áðrenn eg gjørdist liðugur sum studentur á sumri í 2013, hevði eg eisini verið umborð á Niels Paula og partrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi. Tað var tí ikki ein óroyndur ung­ lingi, sum júst liðugur við studenta­ skúlan fór umborð á frystitrolaran, Gullberg, feigdartúrin á sumri í 2013. Sjógvurin fossaði inn – Eg fekk ein avloysarakjans við skipinum og tók av. Vit høvdu verið úti í nakrar dagar, og henda dagin høvdu vit júst hálað. Veðrið var eink at siga til. Tað var gott. Trolið lá á dekkinum, og væl av fiski hevði verið í. Vit vóru til arbeiðis niðri á verksmiðjuni. Menn vóru í góðum hýri, og seks tímar vóru eftir av vaktini, tá alarmurin bráddliga fór at ýla. Herálvur sigur, at alt gekk so skjótt fyri seg, at hann neyvan fekk stundir til veruliga at hugsa og reagera. Eftir at maskinmeistarin hevði verið niðri í maskinrúminum og hevði staðfest, at sjógvur fossaði inn í skipið, var tað skiparin, sum kom niður á verksmiðjuna at siga frá, hvussu vorðið var. – Tað kendist sjálvandi sum ein tryggleiki, tó at sjógvur nú fossaði inn í skipið, at Sjagaklettur, sum vit partrolaðu saman við, umframt at fleiri onnur skip, vóru nærindis. Her var eisini Steintór, sum pápi mín var við, Niels Pauli og eitt russiskt móðurskip. Tóktist óveruligt Herálvur Thomsen sigur, at skip­ ini, sum vóru um teirra leiðir, settu út sínar mobbátar og komu manningini á søkkandi skipinum til hjálpar. – Tveir mans - teir elstu umborð á Gullbergi - fór fyrst av skipinum og í mobbátin, og tá teir næstu tríggir fóru, var eg millum hesar. Alt gekk fyrimyndarliga væl, og menn vóru róligir. Her var eingin panikkur. Eingin ynskir eitt skipsbrot, men skuldi nakað slíkt henda, var - um man so kann siga - hetta frægasta veður, tú kundi hugsað tær í slíkari støðu. Tað var ein løgin sjón hjá mann­ ingini á Gullbergi, sum nú var komin umborð á Sjagaklett, at síggja, hvønn veg tað bar, og hvussu skjótt tað gekk við skipinum, sum teir júst vóru farnir av. – Hetta tóktist púrasta óveruligt. Tað kundi ikki bera til, at skipið fór at søkka, og eg trúði tí ikki. Eg trúði tí heldur ikki, tá skipið lá við framendanum upp úr sjónum. Men, vit fingu annað at síggja. Skjótt hvarv skipið og sakk niður í dýpið. Herálvur sigur, at hóast pápin var umborð á Steintóri og sá, hvat gekk fyri seg, ringdi hann fyrst til mammu sína, tá teir vóru komnir umborð á Sjagaklett. – Eg vildi ikki, at mamma skuldi hoyra tað frá øðrum, at skipið, sum eg var við, var sokkið. Eg segði henni, at vit allir vóru bjargaðir og høvdu tað gott. Hann sigur, at frá tí, at skiparin segði teimum, at sjógvur fossaði inn í skipið, til skipið sakk, gekk ikki long tíð. Leyp aftur í tað Tað gingu bara nakrir fáir dagar, so fór Herálvur Thomsen aftur til skips - hesaferð við systirskipinum til skipið, sum júst var sokkið undan honum og restini av manningini á Gullbergi. – Eg helt, at eg kundi tað sama leypa í tað aftur, sum at krúpa í tað, so eg fór avstað aftur beinanvegin. Hann sigur, at síðan Gullberg sakk á sumri í 2013, hevur hann verið við Sjagakletti. – Vit vistu jú ikki, hví Gullberg fór at leka so knappliga, og í fyrstuni hugsaði eg kanska eitt sindur um, at hetta var systirskipið. Men, eg haldi ikki, at eg havi latið hetta fylt serliga nógv. Eg havi held­ ur ikki hugsað serliga nógv um, hvat tað veruliga var, sum hendi við Gullbergi. Herálvur sigur, at síðan hann fór umborð á Gullberg, hava teir fiskað við lemmum, og tað hevur gingið væl. – Meginpartin av tíðini hava vit fiskað svartkalva, undantikið tá vit í fjør vár vóru á Flemmish Kap. Vit hava havt eitt gott ár í ár og vóru bæði í fjør og í ár eisini í Vesturgrønlandi. Ikki navigatørur Herálvur heldur, at sjólívið umborð á Sjagakletti er gott. – Tá vit eru á svartkalvaveiði, eru tóvini rímiliga long, og eg haldi ikki, at hetta er serliga strævið. Vit eru vanliga 10 mans við skipinum, og øll veiðan verður fryst umborð. Hvussu framtíðin fer at síggja út, dugir hann ikki at siga í løtuni, men fyribils verður hann verandi við Sjagakletti. – Eg kann ikki fara á naviga­ tiónsskúla, tí eg eri litblindur. So er spurningurin, um eg kanska fari at lesa innan maskinfakið. Í familjuni er traditiónin at sigla, og hetta hevur altíð verið mín dreymur, sigur ungi sandvíkingurin, Herálvur Thomsen. Tá skipið sakk undan Herálvi - Hetta tóktist púrasta óveruligt. Tað kundi ikki bera til, at skipið, sum vit júst høvdu arbeitt umborð á, fór at søkka. Men, vit fingu annað at síggja. Skjótt hvarv Gullberg og sakk niður í dýpið, sigur Herálvur Thomsen í Sandvík – Eg kann næstan siga, at eg eri uppvaksin umborð á djúpvatnstrolaranum, Steintóri, sigur 21 ára gamli, Herálvur Thomsen Herálvur Thomsen saman við familju síni. Pápin var við Steintóri longu, tá skipið fór á sín fyrsta túr, og umborð á Steintóri sá pápin eisini skipið, sum Herálvur var við, søkka niður í havsins dýpi - Hetta tóktist púrasta óveruligt. Heldur ikki, tá skipið lá við framendanum úr sjónum, trúði eg, at skipið kundi hvørva. Men, skjótt hvarv skipið og sakk niður í dýpið, sigur Herálvur Thomsen