týsdagur 16. desember 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144
Sosialurin
Sonja J. Jógvansdóttir
Skipanin við at fáa útgjald úr Als
vegna umvæling av skipum hev
ur verið í gildi síðani 2009. Kortini
eru alt ov fá sjófólk, ið hava fing
ið gagn av henni, tí skipanin er
ov avmarkandi vegna lágt inn
tøkumark, tá ið útgjaldið úr Als
støðgar.
Støðan er tískil, at alt ov fá sjó
fólk lúka treytirnar fyri útgjaldi
úr Als, tá ið skip teirra er til um
vælingar.
Sum tað sæst á talvuni her á
síðuni, so skal inntøkan ikki vera
serliga høg fyri at inngjaldið verður
skert ella heilt er burtur. Hetta er
ikki nøktandi fyri sjófólk, ið verða
rakt av hesum, og tískil heldur
nevndin í Samtak, at hetta má
broytast, so sjófólk eisini kenna, at
tey veruliga er partur av Als-skip
anini.
Broytið mótrokningina
Nevndin í Samtak sendi fyrst í
september mánaði bræv til Als-
stýrið, har heitt var á stýrið, um
at gera ymiskar broytingar í skip
anini.
Mælt verður til at varðveita
dagatalið nær tú fært útgjald vegna
umvæling, og hvussu leingi tú kanst
fáa útgjald, men at broyta markið
nær mótroknað verður úr 240.000
kr upp í 350.000, og lækka sum
áður við 0,5% fyri hvørjar 1000 kr,
sum útrokningargrundarlagið hjá
sjófólkinum fer uppum 350.000.
Ógreitt er, hvussu nógv ein
tílik skipan hevði kostað, men
mett verður ikki, at kostnaðurin
er ovurstórur.
Fyri einstøku sjófólkini, ið
vera rakt av, at skipini eru til
umvælingar omanfyri 30 dagar
hevur
hetta
stóran
týdning
at kunna hava okkurt slag av
inntøku.
Nevndin í Samtak metur, at
broytingin, sum skotin verður
upp omanfyri, betri er í tráð við
upprunaliga ætlanina, tá ið sjófólk
komu inn í skipanina.
Kelda: www.als.fo talvan er
eisini av heima síðuni hjá Als.
Sjófólk og ALS
Feløgini í Samtak hava skrivað til
stýrið í Als, og heitt á stýrið um at
gera broytingar í skipanina, tá ið gjald
verður ásett vegna umvæling av skipum.
Skipanin í dag er ov avmarkandi, og
tað eru alt ov fá, sum fáa útgjald tí
inntøkumarkið nær tú kanst fáa er ov lágt
A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar tilsamans kr 240.000 kr 300.000 kr 350.000 kr 400.000 kr 425.000 kr 440.000
Fyrstu 253 útgjaldsdagar
Útgjald fyrstu 253 útgjaldsdagar
kr 16.000
kr 14.000
kr 9.000
kr 4.000
kr 1.500
kr 0
Útgjald eftir fyrstu 253 útgjaldsdagar
Útgjald um mánaðin
kr 15.000
kr 12.750
kr 9.000
kr 4.000
kr 1.500
kr 0
FAKTA
§ 20a. Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg
um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul
goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin
og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr.
1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í §
16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.”
Útgjaldið verður roknað við støði í A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Fyrstu 253
útgjaldsdagarnar fæst 80% av A-inntøku upp til kr. 240.000 seinastu 12 mánaðirnar.
Fyri útgjaldsdagar eftir 253 fæst 75% av A-inntøkuni seinastu 12 mánaðinar upp til kr.
240.000
Um A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar er hægri enn 240.000 kr., verður sambært §20
A-inntøkan skorið sum talvan vísir niðanfyri.