Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-16, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. desember 2014 · Nr. 144 8 Sosialurin Um mynstraður fiskimaður verður sjúkur á túri, og hetta verður vátt­ að av skipara og lækna, eigur við­ komandi rætt til sjúkratrygd. Um­ sóknarblað fæst frá Trygdargrunni Fiskivinnunar tlf. 35 30 20 ella á www.trygdargrunnurin.fo. Varir sjúkan longri enn 75 dagar, tekur dagpeningaskipanin við fram til 280 dagar, frá tí sjúkan byrjaði. Dagpeningaskipanin gevur kr. 4.145,- um vikuna, men munurin upp til sjúkratrygd verður gold­in av Trygdargrunni Føroya Fiski­manna­ felags tó max. 20%.  Sjúkratrygd Sambært lóg nr. 30 frá 19. mai 2004 verður veitt fiskimonnum sjúkra­ trygd:  Veitt verður mynstraðum fiski­ monnum sjúkratrygd, um teir fara sjúkir í land, og hetta verður váttað av skipara og lækna.  Sjúkratrygdin er frá 1. mai 2014 kr. 563,63 um dagin umframt frítíðarløn. Sjúkratrygdin kann veitast í mesta lagi í 75 samfeldar dagar og í mestalagi 180 dagar í einum álmanakkaári. Innlatingarfreistin er 60 dagar og freistin fyri fyrsta læknaviðtalu er 14 dagar eftir heimkomu. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgd­ina av, at tíðarfreistirnar verða hildnar. Tá sjómaður gerst sjúkur umborð Manning á farmaskipi, sum gerst sjúk í tænastu, eigur løn í tríggjar mánaðar og í fýra mánaðar, um hann hevur 5 ára starvstíð. Somu reglur eru galdandi fyri barnsburð.  Tá fiskimaður gerst sjúkur heima Tá fiskimaður gerst sjúkur heima, kemur hann undir dag­pen­inga­skip­ anina, um hann kann fáa vátt­an um inntøkutap. Frá dag­pen­ingaskipanini fæst dag­peningur í upp til 40 vikur í einum 12 mán­aðarskeiði. Nú verður goldið frá 1. degi.  Hægsta upphæddin er kr. 4.145,- (íroknað frítíðarløn) um vikuna, men munurin upp til Sjúkratrygd verður goldin av Trygdargrunni FFs, tó mest 20%. Serliga fyri dagpeningaskipanina er umráðandi at søkja skjótast gjør­ ligt. Her er tó gjørd tann broyting í 2001, at freistin, sum var 12 dagar, er sett til 30 dagar. Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka.  Við sjúku longri enn 280 dagar Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 280 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella fyritíðarpensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannaverkið.  Tá fiskimaður gerst sjúkur umborð Fáa tit eitt barn hava tit rætt til at vera heima hjá barninum í 52 vikur. Barsilsskipanin rindar tó bert barsilspening í  38 vikur, eftir at barnið er føtt. Mamman hevur rætt til barsils­pening tær fyrstu 14 vikurnar eft­ir føðing og pápin hevur rætt til 4 vikur eftir føðing. Hartil hava foreldrini rætt til barsilspening í 20 vikur, sum tey kunnu býta sínamillum. Pápar kunnu tó lata 2 vikur til mammur soleiðis, at teirra barsilsfarloyvistíðarskeið  kann vera upp í 36 vikur. Um talan er um einlig foreldur, hevur viðkomandi rætt til allar vikurnar. Foreldur, sum fáa tvíburar ella fleiri børn undir sama barnsburði, fáa 4 vikur eyka, sum foreldrini kunnu býta sínámillum. Samlaða barns­burðarfarloyvi er tá 42 vik­ ur. Foreldrini kunnu býta 20 vikur millum sín, herav hevur pápin rætt til 4 vikur. Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í 56 vikur eftir móttøku av barninum, men barsils­ peningur verður bert útgoldin í tilsamans 42 vikur eftir móttøku av barninum og 4 vikur undan móttøku av barninum. Útgjaldið úr barsilisskipanini er 100% av tíni lønarinntøku, tó í mesta lagi 25.000 kr um mánaðin. Tú fært nærri upplýsingar við at venda tær til barsilsskipanina, sí eisini www.barsil.fo Hvussu leingi kann eg vera í barsils­ farloyvi, og hvat útgjald fái eg?