Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 120 - 26. juni 2004 Nikolina fingið sáttmála í Spania Landsliðsleikarin, Nikolina Eyðbjørns- dóttir úr VÍF, hevur fingið sáttmála við eitt lið í næstbestu sponsku hondbólts- deildini, og hon fer nú at royna seg sum yrkisleikari burturav HONDBÓLTSSÁTTMÁLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kviki vongspælarin hjá VÍF-kvinnunum seinnu árini, Nikolina Eyðbjørns- dóttir, hevur sum fyrsti føroyski hondbóltsspælarin nakrantíð fingið sáttmála við eitt spanskt felag. Ein gamal dreymur Nikolina sigur, at tað er ein gamal dreymur hjá henni, sum nú verður veruleiki. Liðið, sum hon skal spæla við, eitur Bazetizuazo og spælir í næstbestu sponsku deildini. Í farna kappingar- ári gjørdist liðið nummar fýra, og málið hjá felagnum er avgjørt, at tær skulu rykkja upp í bestu deildini komandi ár, sigur Nicolina Eyðbjørnsdóttir. Tað er Daniel Rapa, ið hevur fingið avtaluna hjá Nikolinu í lag. Hann kendi onkran rumenskan spælara í felagnum, og á henda hátt fekk hann samband við felagið. Nøkur videobond av dystum hjá VÍF-kvinn- unum vóru send til Spania, og nú er sáttmálin so fingin í lag. Spanska felagið hevur heimstað einar átta kilo- metrar uttan fyri kenda bý- in Bilbao í norður Spania, og Nikolina greiðir frá, at hon fer fyri fyrst bara at spæla hondbólt og so kanska at ganga á mál- skúla, so at hon kann læra seg málið sum skjótast. Sáttmálin millum Nicolinu Eyðbjørnsdóttir og Baze- tizuazo er galdandi í eitt ár, og vestmannakvinnan skal byrja í Spania síðst í august mánaða. Nicolina Eyðbjørnsdóttir úr VÍF skal næsta árið royna seg sum yrkisleikari í sponskum hondbólti Ikast/Bording til Føroya Sterka kvinnuliðið hjá Ikast/Bording kemur til Føroya fyrsta vikuskiftið í august. Stjørnan og kvinnulandsliðið sleppa at royna seg ímóti danska liðnum FØROYAVITJAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Vikuskiftið 6.-7. august fáa hondbóltsfjepparar í Føroy- um ein gyltan møguleika at síggja eitt av fremstu kvinnuliðum í Evropa í Føroyum. Hondbóltssam- bandið og Stjørnan hava í felag fingið sterka kvinnu- liðið hjá Ikast Bording til Føroya at leika tveir dystir. Eftir ætlan spæla føroya- meistararnir úr Stjørnuni og Ikast/Bording fríggja- kvøldið 6. august í Klaks- vík, meðan føroyska kvinnulandsliðið sleppur at royna seg leygardagin 7. august í Havn. Dýrt upplivilsi Á tíðindafundi fríggja- morgunin greiddi formað- urin í Hondbóltssamband- inum, Eivind Jacobsen frá, at ætlanin við dystunum er fyrst og fremst at geva før- oyskum hondbóltsáskoðar- um møguleikan at síggja eitt av fremstu kvinnulið- unum í Evropa royna seg móti føroyingum. Spurdur, hvussu stórur kostnaðurin var at fáa danska liðið til Føroya, svaraði Eivind Jacobsen, at ferðin fer at kosta um 100.000 krónur. – Vit rinda einki fyri at fáa Ikast/Bording til Før- oya, men ferðing og uppi- hald kostar nakað, sigur formaðurin í Hondbólts- sambandinum. OL forðar Kvinnuliðið hjá Ikast/- Bording er ikki hvør sum helst í evropeiskum høpi. Liðið vann í fjør evropeisku kappingina, EHF, og á danska liðnum teljast fleiri landsliðsleikarar. Ikast/- Bording hevur í løtuni fýra landsliðsleikarar á danska landsliðnum, sum seinni í ár skal verja OL-gullmerk- ini frá leikunum í 1996 og 2000. Kristine Andersen, Jose- fine Touray, Karin Morten- sen og Line Daugaard eru millum berandi kreftirnar á danska landsliðnum, men tíverri verða hondbólts- snillingarnir á Ikast/Bord- ing-liðnum ikki millum leikararnar, ið koma til Føroya fyrst í august mán- aði. Allar fýra verða knýttar at donsku landsliðsleguni, sum skal royna seg í OL í Athen í august mánað. Føðingardagsgáva – Vit fylla 100 ár í ár, og tí hava vit leitað eftir eini føð- ingardagsgávu frá Stjørn- uni til klaksvíkingar. Við hesum liðnum haldi eg, at vit hava funnið eina góða føðingardagsgávu Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, er fegin um, at tað hevur eydnast at fáa Ikast/Bord- ing til Klaksvíkar at spæla ímóti føroyameistarunum úr Stjørnini. Kristoffur Ragnarsson duldi ikki fyri eftir kapp- ingarlok í fjør, at hann vónaði, at tað fór at eydnast at fáa ein útlendskan av- bjóðara til Stjørnuna, og hann fegnast um, at tað loksins er eydnast. Venjingarstøðan Føroyskur hondbóltur hev- ur ligið í dvala síðan fyrst í apríl mánaði, og fyrireik- ingarnar hjá teimum flestu liðunum eru ikki byrjaðar enn. Svein Rógvi Nielsen er bæði venjari hjá Stjørn- uni og føroyska hondbólts- landsliðnum, sum bæði skulu undir eina rættiliga stóra avbjóðing í august mánaði, tá Ikast/Bording vitjar oyggjarnar. Spurdur, um hann ber ótta fyri venjingarstøðuni hjá leikarunum hjá Stjørn- uni og kvinnulandsliðnum, svarar Svein Rógvi, at sjálvsagt hevði verið ynski- ligt at møtt danska liðnum, meðan føroyska kappingin var í hæddini. – Eg ætli mær at leggja nógv fyri ar fáa leikararnar í so góða venjingarstøðu sum gjørligt til dystirnar ímóti Ikast/Bording. Eg ætli so ikki hava sitandi á mær, at leikararnar ikki megnaðu at renna við Ikast/Bording, og tí fara vit at venja miðvíst ímóti dyst- unum í august mánað, vísir Svein Rógvi Nielsen á. Hann leggur afturat, at farið verður alt fyri eitt undir venjingina hjá bæði Stjørnuni og føroyska kvinnulandsliðnum til stóra avbjóðingina í august. HB skal til Georgia HB fær eina langa ferð til Georgia, tá ið teir skulu spæla við í fyrsta innleiðandi umfarinum í Champions League. Mótstøðuliðið verður FC Wit FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Fríggjadagin var lutakast- ið til tvey tey fyrstu inn- leiðandi umførini í Champions League. Eitt føroyskt umboð er við í hesi kapping á hvørjum ári, og tað spælir við í fyrsta innleiðandi umfar- inum. Lutakastið hevði við sær, at HB skal langa leið fyri at spæla altjóða dyst í ár. Luturin fall á FC Wit úr Georgia, og fyrri dyst- urin verður í Georgia 14. juli. Seinni dysturin verð- ur spældur í Føroyum eina viku seinni, tann 21. juli. Hetta var neyvan eitt ynskimótstøðulið hjá HB, men nógv eystureurope- isk lið eru við í fyrsta inn- leiðandi umfarinum, og tí er sannlíkið fyri at møta slíkum liðum stórur. HB hevur einaferð áður spælt ímóti einum georg- iskum liði, og tað var ein strævinum uppgáva. Hitin var øðiligur, tá ið HB tapti 6-0 á útivølli, og alt var við at hvørva í mjørka, tá ið tapið á heimavøllið varð hálverað. Lutakast skuldi eisini verða til UEFA CUP í gjár, men áðrenn evsta- mark á blaðnum, var tað ikki greitt, hvørjum B36 og B68 skuldu spæla ímóti. C M Y K 20 Nr. 120 • leygardagur • 26. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Sorgardagur í Hesti Lesið síðu 4-5 í vikuskiftinum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Nú eru kvæðarockararnir í Týr aftur farnir á ferð. Bólkurin hevur verið ein tann virknasti føroyski bólkurin í útlandinum seinastu árini, og í summar skulu teir spæla í fleiri londum. Í hesum døgum eru teir á konsertferð í Íslandi, og hóskvøldið høvdu teir fyrstu framførsluna, tá ið teir spældu í Sjallinn á Akureyri. Í gjárkvøldið spældi Týr á Akranesi, og í kvøld stendur Grand Rokk í Reykjavík á skránni. Síðani gongur leiðin til Ísafjørð, Húsavík og Egil- staðir, har seinasta framførslan verður mikukvøldið. Týr hevur fleri ferðir áður spælt í Íslandi, har teir gjørdust landskendir við Orminum Langa fyri góðum tveimum árum síð- ani. Týr setti ferð á eitt føroyskt rák í Íslandi, sum hevði við sær, at fleiri føroyskir bólkar fingu møguleikan at spæla haryviri. Síðani er eisini Eivør Pálsdóttir vorðin kend í Íslandi, men ís- lendingar hava ikki gloymt Týr, og nú spæla teir aftur fyri íslendingum. Festivalar í Týsklandi Týr skal ikki bara spæla í Íslandi í summar. Teir hava havt fleiri framførslur í Føroyum, og í juli mánaði skulu teir aftur uttan- lands til spennandi uppgávur. Tá skal Týr verða við á tveim- um rockfestivalum í Týsklandi. Tann fyrri er í døgunum frá 9. til 10. juli, og hann kallast Head- bangers Open Air Brande. Tann seinni festivalurin er frá 16. til 17. juli, og hann gongur undir navninum RockTown Open Air Bebra. Tónleikurin hjá Týr kemur víða, hann verður ummældur í rockbløðum og á internetsíðum kring allan heim, og eisini í Týsklandi er tað onkur, sum hevur fingið oyruni upp fyri Týr. Tað hevur havt við sær møgu- leikan at spæla á rockfestivalum undir opnum himli í Týsklandi. Týr skal eisini hava onkra framførslu í Danmark í summar. Manningin broytt Fyrstu ferð nakar hoyrdi um bólkin Týr var í Prix Føroyar tónleikakappingini fyri góðum trimum árum síðani. Bólkurin kom tá rættiliga fram við teirra rockútseting av Orminum Langa, sum gjørdist ársins hitt í Føroy- um tað árið. Síðani hevur bólkurin gjørt nógv um seg. Hann hevur givið tvær fløgur út, hevur verið á konsertferð ymsastaðni uttan- lands og hevur eisini staðið seg væl í onkrari danskari tónleika- kapping. Manningin í bólkinum er broytt fleiri ferðir, síðani bólk- urin kom fram, og aftur í ár er ein nýggjur maður komin upp í bólkin. Tað er íslendski gittar- spælarin Ottó P. Arnarson, sum fekk møguleikan, eftir at Týr alment leitaði eftir nýggjum gittarspælara. Málið hjá tónleikarunum í Týr er at gerast yrkistónleikarar, og teir siga seg vita, at tað skal nógv stríð til, áðrenn málið verður rokkið. Og í summar taka teir kanska nøkur fet rætta vegin. Týr eltir dreymin Føroyski rockbólkurin Týr er farin á konsertferð í Íslandi, og seinni í summar skal bólkurin eisini spæla á rockfestivalum í Týsklandi. Tónleikararnir vilja verða yrkistónleikarar og stríðast áhaldandi fyri tí Týr Tónleikararnir í Týr spældu fyrstu ferð saman í 1998, men teir fingu gjøgnumbrot í Prix Føroyum í 2001. Manningin í bólkinum er broytt nakað hesi árini, og nú spæla hesir í bólkinum: Heri Joensen - sang og gittar Ottó P. Arnarson - gittar Gunnar H. Thomsen - bass Kári Streymoy - trummur Týr skal næstu dagarnar spæla fyri íslendingum, og seinni gongur leiðin til Danmarkar og Týsklands. Mynd: Jens Kristian Vang 21