leygardagur 26. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004
3
2
Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
– Eg hugsi ikki um, at eg eri
sjúk. Tað, sum mær vantar lik-
amliga, havi eg í staðin fingið í
sinnið. Og tá sinnið er lætt, kann
vinnast á øllum, sigur 42 ára
gamla, Leila Solmunde.
Sum blaðung genta fekk hon
staðfest liðagikt, og eftir at
sonurin var føddur í 1983, tók
sjúkan rættiligt dik á seg, og í
dag er hon bundin at koyristóli.
– Tá fólk siga við meg, at tað
er gott, at eg havi okkurt at tak-
ast við, má eg flenna og hugsi
um, at eg havi eitt nógv ríkari og
fjølbroyttari lív enn tey, sigur
hon.
Leila sigur, at júst tað, at hon
gjørdist sjúk, hevur givið henni
eitt ríkt lív og avbjóðingar, hon
annars ikki hevði fingið møgu-
leikan at roynt.
Í samfull 16 ár hevur hon
verið formaður í Giktafelag
Føroya, og í tí sambandi hevur
hon hitt mong menniskju, bæði
her heima og uttanlands.
– Í mínari verð ber alt til, og
mítt motto er, at har viljin er til
staðar, kann alt lata seg gera.
Lívið myndað meg
Tað er hugnaligt og fjálgt í heim-
inum hjá Leilu á Kambsdali. Tað
einasta, ið vitnar um, at her býr
ein rørslutarnaður persónur, er
lyftan.
Leila er prátingarsom, og
lívsgleðin og áræðið lýsir av
henni.
– Eg havi verið ígjøgnum
ringar tíðir, men eg hevði ikki
viljað býtt mítt lív um við nakað.
Tryggi uppvøksturin og bar-
lastin, foreldur míni góvu mær,
er mín grundvøllur.
– Tá tey søgdu mær nei, tók
eg tað altíð sum eitt kærleiks-
svar. Eg visti, at tey bara vildu
mær tað besta, sigur hon.
Heilar tíggju ferðir noyddist
Leila á skurðborðið at skifta lið
og mjadnar. Allar kostaðu tær
henni tár og pínu. Men hon fór
gjøgnum alt hetta við góðum
treysti.
– Tá tú hevur eina slíka sjúku,
sum eg, mást tú ofta taka truplar
avgerðir um sjúkuviðgerðina.
Ofta eru fleiri sløg av heilivági at
velja ímillum, hvørt við verri
hjáárinum enn annað. Tá er tað,
sum at velja millum pest og kol-
era.
– Alt tað, sum mær hevur
verið fyri, hevur myndað meg og
gjørt meg til tað menniskja, eg
eri í dag.
– Tað er bert ein hending, eg
hevði viljað sloppið undan - tað
er missinum av soninum.
– Allar skurðviðgerðirnar, eg
noyddist ígjøgnum, gjørdust
lættari at bera, tí eg hevði sonin
at stríðast fyri og visti, at tær
gjørdu meg betur føra fyri at
taka mær av honum.
– Men tá eg misti hann, gjørd-
ist alt so nyttuleyst. Eg náddi enn
ikki at gerast omma, og tað var,
sum endaði mín framtíð við hon-
um, tí eg átti bara hann.
Á bróstinum hongur ein mynd
av vakra og smílandi ungling-
anum.
Pauli var bert 18 ára gamal, tá
hann tíðliga ein leygarmorgun í
juli 2001 - á veg til hús úr Vest-
manna - koyrdi útav vegnum og
doyði á staðnum.
– Tað gjørdist so tómt og frið-
arligt í húsinum, og tað ber ikki
til at seta orð á sorgina og
saknin, tú kennir, tá tú missir títt
einasta barn.
– Eg haldi, at hevði eg ikki frá
barni av lært at trúgva, at tað er
ein, ið eg kundi fara til við øll-
um, hevði eg helst verið ein
beisk kvinna í dag.
Hóast sorg og sjúku er Leila
ein lívsjáttandi persónur at vera
saman við, og við fjálga skemt-
ingarlagi sínum megnar hon at
skapa ein góðan stemning.
– Eg hevði ein knaga, ið eg
kundi heingja sorgina uppá, um
eg kann siga tað so, og eg visti
mær eingi onnur ráð, enn at
søkja mær hjálp frá Gudi.
– Eg veit, at ein dag fái eg at
vita, hví tað mátti verða so.
Lívsmót hóast mótgongd
– Tá fólk síggja meg ella onnur,
sum feila nakað, so fokusera tey
beinanvegin uppá sjúkuna og tær
forðingar, hon hevur við sær.
Men eg havi verið so leingi sjúk,
at eg kann siga, at sjúkan og eg
hava silvurbrúdleyp skjótt.
– Men eg siti ikki her á Kams-
dali og taki synd í mær sjálvari.
Tá ein hurð fer aftur, letur ein
onnur seg upp. Tað einasta, eg
má hugsa um, eru mínir hjálp-
arar, og tí er neyðugt hjá mær at
leggja mær dagin til rættis.
– Fyrrverandi danski sosial-
málaráðharrin, Palle Simonsen,
sigur í eini áhugaverdari grein, at
brekaðan er nakað, sum samfel-
agið ger teg til av tí, at ov nógvar
forðingar eru.
– Ti er tað so umráðandi í ein-
um lívi sum mínum, har forðing-
ar eru ein dagligur lutur, at søkja
loysnir heldur enn at stara seg
blindan í forðingum.
– Eg eri fødd og uppvaksin í
Trongisvági, men har kundi eg
ikki verða verandi, skuldi eg liva
væl við sjúku mínari. Tað er
trupult at ferðast heilt úr Suð-
uroy, tá tú hevur so nógv brúk
fyri lækna sum eg.
– Tað fall mær tí lætt at fara til
Fuglafjarðar aftaná systir mínari,
sum býr har. Eg fall til í Fugla-
firði, og seinni bygdu vit á
Kambsdali.
– Her er ógvuliga gott at
búgva, og eg trívist væl. Vit
liggja miðskeiðis í landinum, og
mær nýtist sjáldan at fara í bát
longur.
– Tvær ferðir um árið ferðist
eg til hini norðanlondini í ar-
beiðsørindum, og av og á ferðist
eg suðureftir í heitu londini
saman við manninum.
– Maður mín og øll mín fam-
ilja eru mær einastandandi stuðl-
ar. Tað er sjálvsagt, at teirra
hjálp er við til at gera tað møgu-
ligt hjá mær at fáast við míni
áhugamál.
Stórar avbjóðingar
At vera talsmaður teirra veiku í
samfelagnum er ikki nøkur løtt
uppgáva, men krevur sanniliga
sína kvinnu. Í formansstarvinum
í MBF verða tung tøk at lyfta,
men tað fer Leila undir við góð-
um treysti og greiðum málum.
– Nú, tá eg eri farin inn í ar-
beiðið sum formaður í MBF, er
tað við tí í huga, at arbeiðið fyri
tey, ið bera brek, er nakað, ið
krevur hugburðsbroytingar.
– Sum formaður fari eg fyrst
og fremst at leggja meg eftir, at
tað skal verða gott at vera lima-
felag í MBF. Eg ætli at syrgja
fyri, at orðaskiftið innanhýsis er
gott, soleiðis at tingini eru tosaði
ígjøgnum, áðrenn vit alment fara
út við teimum.
– Vit skulu verða væl fyrireik-
að við góðum grundgevingum,
og ikki trína fram sum gráti-
konur.
– MBF skal eisini verða eitt
gott stað hjá politikarum at koma
til, har teir kunnu fáa ta vitan,
teir hava brúk fyri í síni støðu-
takan.
– Eg vildi ynskt, at aðalráðini
vóru sína uppgávu vaksin, hvørt
á sínum øki. Tað eru alt ov
mong, ið skjóta handikappmál
yvir á almannamál, men tað er
sanniliga ikki bara eitt mál hjá
Almannamálaráðum. Innan øll
øki finnast fólk við breki, og tí
eigur hvørt ráðið at taka okkum í
fullum álvara.
Síðani Leila gjørdist formaður
í MBF, hava fólk spurt hana,
hvat hon kann geva felagnum.
- Eg síggi ljóst uppá lívið og alt er møguligt
– Eg eri væl fyri at taka mær
av hesum arbeiði, tí eg kenni til
at vera frísk og seinni at gerast
bundin at koyristóli. Eg havi ein
heilt annan vinkul at arbeiða út-
frá, tí eg havi í eina fjórðings øld
kent á mínum egna kroppi, hvat
tað merkir at vera rørslutarnað.
– Síðani havi eg í 16 ár verið
formaður í Giktafelag Føroya, so
eg havi eisini sitið hinumegin
borðið.
– Saman við dugnaligu starvs-
fólkunum í MBF-húsinum fari
eg í góðum treysti undir hesa
stóru avbjóðing, sigur Leila
Solmunde at enda.
Fakta um Leilu:
Fødd í Trongisvági tann
5.februar 1962
Foreldur: Palma Solmunde, fødd
Mortensen úr Trongisvági og
Jørleif Solmunde úr Søldarfirði
Maður: Mourits Simonsen úr
Fuglafirði
Formaður í Giktafelag Føroya í
16 ár
Vald til formann í MBF 15.maj
2004
Tók realskúlaprógv í 1979 og
handilsskúlaprógv í 1981 og 82
Eisini hevur hon tikið einstakar
greinar á HH og HF
MBF hevur 23 limafeløg
Umframt, at arbeiða í MBF-
húsinum 2 dagar
um vikuna, ger Leila eina rúgvu
av arbeiði heima.
Eisini ferðast hon kring landið
og heldur fyrilestrar
um eitt nú, hvussu tú kanst læra
at liva við tíni sjúku.
Fødd í Trongisvági tann 5.februar 1962
Foreldur: Palma Solmunde, fødd Mortensen úr
Trongisvági og Jørleif Solmunde úr Søldarfirði
Maður: Mourits Simonsen úr Fuglafirði
Formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár
Vald til formann í MBF 15.maj 2004
Tók realskúlaprógv í 1979 og
handilsskúlaprógv í 1981 og 82
Eisini hevur hon tikið einstakar greinar á HH og
HF
MBF hevur 23 limafeløg
Umframt, at arbeiða í MBF-húsinum 2 dagar
um vikuna, ger Leila eina rúgvu av arbeiði heima.
Eisini ferðast hon kring landið og heldur fyrilestrar
um eitt nú, hvussu tú kanst læra at liva við tíni sjúku
FAKTA
- Tá tað ber til at fara upp á mánan, ber eisini til at
skapa møguleikar hjá teimum, ið bera brek, sigur Leila
Solmunde, sum í mai mánaða varð vald til formann í
MBF. Bert 18 ára gomul fekk hon liðagikt at dragast við
- og hvussu náðileys deyðans kalda hond kann vera,
hevur hon eisini fingið at kenna. Men hóast mótgongd,
megnar hon við sínum lætta og ljósa sinni at spreiða
gleði og lívsdirvi uttanum seg
Fleiri ferðir um dagin fær Leila vitjan av vinmanni sínum, 8 ára gamla, Hera, sum hevur Down Syndrom. Felagið
Javni er eitt av feløgunum í MBF og kemur nú undir veingjabreiði hjá Leilu
– Í mínari verð ber alt til, og mítt motto er, at har viljin er til staðar, kann alt
lata seg gera, sigur nýggi formaðurin í MBF, Leila Solmunde. At vera
talsmaður teirra veiku í samfelagnum er ikki nøkur løtt uppgáva, men krevur
sanniliga sína kvinnu. Í formansstarvinum í MBF verða tung tøk at lyfta,
men tað fer hon undir við góðum treysti og greiðum málum
C
M
Y
K
23
22