Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK JULI 2004 TILTØK JULI 2004 Framsýningin „Veiðimentan“ er á Etnografisk Museum í Stockholm til 23. september 2004. Framsýningin „Atlantic Visioner“ (F) í Mikkelberg, Suðurslesvig endar 04. juli 2004. Summarframsýningin 2004, við átta føroyskum listafólkum, er í húsinum til 30. juli 2004. MIKUDAGUR 07. JULI Kl. 19.30 Summartónar 2004, Konsert Atli Ellendersen, violin (FO) og Sune Brogaard , klaver (DK). Skráin sæst á www.nlh.fo. Atgongumerki á kr. 80.-. eru at fáa í NLH og Kunningarstovuni.í Havn. LEYGARDAGUR 10. JULI Kl. 22.00 Føroysk Dansinátt: Fyriskiparar: Sláið Ring og Norðurlandahúsið. Atgongumerki á 90.- kr. fáast við dyrnar. Sunnudagur 11. juli Kl. 15.00 Gjáarkonsert: Wärme Kvartetten (S/DK) í kirkjuni við Gjógv. Mezzosopran, accordeon, fløjta og cello. Kl. 17.00 Gjáarkonsert: Wärme Kvartetten (S/DK) í bygdahúsinum við Gjógv. Mezzosopran, accordeon, fløjta og cello. SUNNUDAGUR 18. JULI Kl. 16.00 Fólkatónleikarastevnan 2004 Markamot (FO) við Janus Trúgvason, Eyðun Hansen, Finnur Hansen, Arnold Ludvig. Angelika Nielsen (FO), Gemma Donald (Het), Heðin Z. Davidsen við Mikal Blak og Høgna Lisberg. Atgongumerki á kr. 125 eru at fáa í NLH og Kunningarstovuni í Havn. Sunnudagur 25. juli Kl. 16.00 Konsert við Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen Atgongumerki á kr. 100 eru at fáa í NLH og Kunningarstovuni í Havn. MIKUDAGUR 28. JULI Ólavsøkuaftan, húsið er opið frá 14.00-20.00 HÓSDAGUR 29. JULI Ólavsøkudagur, húsið er opið frá 14.00-20.00 FRÍGGJADAGUR 30. JULI Húsið er opið frá 14.00-18.00 Broytingar kunnu koma fyri! Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00 og sunnudagar kl. 14.00-18.00 NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790 www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo FÓLKATÓNLEIKARASTEVNA Síðstu árini hevur Fólkatónleikarastevnan ligið saman við G!-festivalini, og í ár verður einki undantak. Konsertin í Norðurlandahúsinum verður tann 18. juli, dagin eftir rokið á Gøtusandi. Konsertin, sum er sunnudag klokkan 16, fevnir um fleiri áhugaverd føroysk og útlendsk nøvn. Føroysku luttak- ararnir verða Angelika, Markamót og HZD. Úr Hetlandi koma Gemma & Isobel, og Malang Trio kemur úr Finnlandi og Senegal. FØROYSK DANSINÁTT FYRI 14. FERÐ Dansinátt: Fjúrtanda árið á rað skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri dansinátt Leygarkvøldið 10. juli klokkan tíggju verður farið upp á gólv í Norðurlandahúsinum, og dansað verður í minsta lagi til klokkan tvey um náttina. Er dansurin góður verð- ur hildið á til klokkan trý, lova fyrireikararnir. Tað var helst við útlendskum ferðafólki og útisetum í summarfrí í huga, at Norðurlandahúsið og Sláið Ring í 1990 tóku stig til at hava eina dansinátt í Norðurlanda- húsinum í juli mánaði. Alt vetrarhálvárið høvdu dansifel- øgini dans á skránni, meðan lítil og eingin dansur var um summarið. Og tikið varð væl ímóti tiltakinum. Serliga fyrstu árini varð væl vitjað, og seinnu árini hava hópin av útlending- um verið við. Dansurin hevur øll árini verið á einari góð- ari leið, og fyrireikararnir vóna, at nógv dansihugað fara at møta í ár. Dansináttin verður 10. juli, og atgongumerkið kostar 90 krónur. TVÆR KONSERTIR -TVÆR FRUMFRAMFØRSLUR Gjáarkonsert: Tróndur Bogason og Kristian Blak fáa hvør sítt verk frumframført, tá ið Wärme Kvartetten heldur konsert í Gjógv sunnudagin 11. juli sum lut í ársins Summartónum Svenska-danska Wärme Kvartetten fer at hava konsert bæði í kirkjuni og í bygdarhúsinum við Gjógv hendan sunnudagin í juli, og tað verður eitt serligt upplivilsi, sum tey, ið møta, fara at fáa. Wärme Kvartetten varð stovnað í 1994 við tí fyri eyga at festa núlivandi kvinnulig tónaskald úr Norðurlondum á fløgu. Gjøgnum árini hevur bólkurin umboðað nýggjan norðurlendskan kamartónleik á nógvum konsertum inn- an- og uttanlanda. Óvanliga samansetingin á bólkinum hevur givið mongum tónaskøldum íblástur til at royna nógvu møguleikarnar at bera fram tónleikin. Eva Bruun Hansen er mezzo- sopran, Lena Bust Nielsen spælir floytu, Marie Wärme spælir accordeon (harmoniku) og Anne Hall spælir cello. Í kirkjuni fer Wärme Kvartetten at frumframføra „Stone Forest“ eftir Kristian Blak, og í bygdarhúsinum tveir tímar seinni verður verkið „Wer herrscht“ eftir Trónd Bogason frumframført. Harumframt verður tónleikur við bæði japonskum og norðurlendskum íblástri spældur, har sangari og tónleik- arar skiftast um at vera solistar. Konsertin í kirkjuni við Gjógv verður sunnudagin 11. juli klokkan 15.00 og í bygdarhúsinum klokkan 17.00. Listastevnan: Jostein Gaarder hevur skrivað heimskendu skaldsøguna „So- fies verden“. Í august kann hann upp- livast í Norðurlandahúsinum Tað varð nógv gjørt burturúr og eydn- aðist væl, tá ið Fay Weldon vitjaði í Føroyum í fjør. Aftur í ár hevur eydn- ast Listastevnuni at fáa ein heims- kendan høvund at práta, lesa upp og greiða frá sínum skaldskapi. Jostein Gaarder breyt av álvara ígjøgnum skaldsliga ljóðmúrin, tá ið hann í 1991 hevði skrivað og útgivið skaldsøguna „Sofies Verden“. Hann væntaði ikki stórvegis hóvasták av bókini sjálvur, tí hann helt, at bara ein serligur lesaraskari fór at geva heim- spekiliga innihaldinum gætur. Hann fór skeivur. Í 1995 var „Sofies verden“ mest selda skaldsøgan í heiminum. Higartil eru hon týdd til 49 mál og seld í meira enn 25 milliónum eintøkum, og haraftrat er søgan gjørd til film. Á sjálvari Listastevnuni tann 6. au- gust kemur bókin út á tí 50. máli- num: Føroyskum! Edvard Olsen hevur týtt, og tað er Bókadeild Føroya Lær- arafelags, ið gevur út. Sama dag kemur ungdómsbókin „Appelsingent- an“ eftir sama høvund út, sum Laura Joensen hevur týtt. Bókadeildin hevur áður útgivið bøkurnar „Jólagátan“, „Kabalgátan“ og „Sum í spegli, sum í gátu“. Tiltakið við Jostein Gaarder verður skipað á sama hátt sum við Fay Wel- don. Hann lesur upp úr egnum verk- um, og Laura Joensen lesur upp úr síni egnu týðing. Ivan Niclasen verður vertur og setir spurningar, og høvið verður eisini hjá áhoyrarum at spyrja um alt millum himmal og jørð. Tað munnu nógv, sum hava lisið „Sofies verden“, hava hug til, tí bókin er sera hugvekjandi. Jostein Gaarder verður bólkaður mill- um barna- og ungdómsrithøvundar, men hann røkkur nógv longri enn til hendan avmarkaða málbólk. Hann varð føddur í Oslo tann 8. august 1952, og longu sum smádrongur var hann hugtikin av heimspeiki, og tað sæst aftur í hansara bókum. Honum dámdi at seta spurningar, sum ongin dugdi at svara, og í heiminum varð tosað um heimspeki, politikk, trúgv og mentan. Eisini gjøgnum ungdómárini upptóku teir stóru spurningarnir um lívið og deyðan hann, men tað órógv- aði hann ikki, at hann einki endaligt svar fekk. Fyri Jostein Gaarder var meiri umráð- andi at finna spurningar enn svar, og tað gjørdi hann til heimspeking ella teinkjara. Hann gjørdist lærari í heim- speki, men setti sær seinni fyri at skriva burturav, og tað gjørdist hann víðagitin fyri. Á sínum egna føðingardegi, tann 8. august, kann hann upplivast í Norður- landahúsinum. Gospel: Áskoðararnir á konsertini hjá Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen 25. juli, kunnu vænta sær eitt bland av jazz, gospel og poppi Sigrið Rasmussen man vera ein av okkara allar frægastu gospelsangarum og hevur áður drigið stóra fjøld til sín, tá ið hon hevur havt konsertir í Føroyum. Sunnudagin 25. juli hevur hon konsert saman við kompo- nistinum, sangaranum og klaverleikaranum Gunnar Gutte- sen í Norðurlandahúsinum, og lítil ivi er um, at hendan konsertin beint upp undir ólavsøkuna man vera eitt av mongu musikalsku hæddarpunktunum í summar. Tey bæði hava roynt seg í Føroyum og uttanlands síðstu árini, og størstu umrøðuna hevur Sigrid Rasmussen fingið fyri sín leiklut í norska gospelbólkinum Grace, sum gjørdi nógv um seg til hann gavst í 2000. Sigrið hevur annars eisini verið við í gospelkórinum „Romerikes Gospel Kor“, sum nú kallast Norwegian Gospel Voices, har hon var ein av høvuðssolistunum 1995-2002. Sigrið Rasmussen hevur annars lært at spæla og spælir violin. Nú býr hon í London, har hon gongur á universiteti- num og kann um eitt ár skriva „BA Degree in Popular Music and Performance“ á sítt visittkort. Musikalskt rann saman millum Gunnar og Sigrið í føroyska gospelkórinum United Voices. Gunnar Guttesen var millum annað konsertferð við United Voices í 2001, har tey fram- førdu bæði Tivoli og Musikhuset í Århus. Nú er Gunnar or- kesturleiðari. Sigrið og Gunnar hava áður havt konsert saman í Norður- landahúsinum í 2001, og ta ferðina vórðu tey stórliga fagnað av trúgvu gospeláhoyrarunum. Enn er skráin ikki løgd fyri hesa summarkonsertina, men tey bæði siga, at tað verður eitt bland millum jazz, gospel og popp, ið verð- ur einfalt skipað fyri klaver og sang. Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen syngja og spæla 25. juli í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkini fáast í Kunningarstovuni og í Húsinum. LISTASTEVNAN VÆL STUÐLAÐ Arbeiðið við Listastevnuni 2004 gongur væl. Listastevn- an takkar fyritøkum, stuðlum og listastevnuvinum, ið borga fyri høgum listarligum upplivingum „Listastevnan fegnast um ta stóru undirtøku, sum hon hevur fingið frá borgarum landsins. Hetta størsta mentanartiltak her á landi hevur fingið dyggan stuðul frá fyritøkum, stovnum, listastevnuvinum og samstarvsfeløgum, sum sostatt eru við til at geva okkum føroyingum listarligar upplivingar á høgum støði,“ sigur samskiparin á Listastevnuni, Oddvá Nattestad, sum hevur úr at gera við at fyrireika Listastevnuna mest sum alt árið. Listastevnan hevur verið við til at lyft føroyska mentan, síðan hon kom, men uttan góðar stuðlar hevði tað ikki borið til, sigur Oddvá Nattestad. Listastevnan vil fegin takka Føroya Sparikassa fyri at vera høvuðsstuðul til Listastevnu Føroya 2004. Lista- stevnan takkar Flogfelag Føroya, Atlantic Airways, Hotel Føroyum, Dimmalætting, Tórshavnar Býráð og Men- tanargrunninum. Og Listastevnuvinunum 2004: Føroya Lívstrygging, Føroya Tele, Kaupting Føroyar, Postverk Føroya, MBM, SEV, Sirri P/f, SMS P/f, Tryggingarfelagið Føroyar. Summartónar: Fuglfirðingurin Atli Ellendersen kemur heilt út Brasilia at framføra Summartónar saman við dananum Sune Vejlby Brogård. Teir framføra bæði føroysk og útlendsk verk, og ein forkunnug frumframførsla er eisini á skránni. Summartónar 2004 fóru av bakka- stokki 19. juni og hildið verður fram til 11. juli. Spældur verður klassiskur og nýtímans tónleikur, har siður er, at føroyskir tónasmiðir fáa síni verk framførd av dugnaligum tónleikarum hiðani og uttan úr heimi. Konsertin hjá Atla Ellendersen og Sune Vejlby Brogård 7. juli er ein partur av Summartónum 2004. Teir spæla fleiri føroysk verk á konsertini, eitt nú eina frumframførslu av einum verki eftir Edvard Nyholm Debes. Verkið, sum kallast „Trees and Birds“, er skrivað í 2004. Edvard Nyholm Debes er úr Havn og er kendur sum bassistur í nógvum ymiskum høpi. Hann hevur eitt nú spælt og útgivið bæði jazz og blues, men haraftrat spælir hann kontrabass í Føroya sym- foniorkestri. Á konsertini hjá Atla og Sune eru eis- ini verk eftir Kára Bæk og Sunleif Rasmussen. Kári skrivaði „Afturundir- gerð“ fyri soloviolin í 1998, og Sunleif gjørdi „Echoes of the Past“ fyri solo- violin í 1992. Annars er eisini tónleik- ur eftir M. Camargo Guarnieri (1907- 1993), Sergei Prokoviev (1981- 1953) og Cèsar Franck (1822-1890) á skránni, ið geva Atla Ellendersen og Sune Vejlby Brogård høvi at vísa síni kynstur á ávikavist violin og klaver. Atli Ellendersen er úr Fuglafirði. Fyrstu fióltímarnar fekk hann frá Alexi Sólstein, og hann helt fram við síni tónleikaútbúgving í Danmark hjá violin- istinum Arne Svendsen. Síðan fór Atli á Universitetið í Keypmannahavn, har Nina Gade tók sær av honum, og seinni gekk leiðin til Sveis, har hann fekk undirvísing hjá Max Rostal. Nógv góð fólk hava sostatt givið honum gott í beinið. Atli Ellendersen hevur búð í Brasilia síðan 1989, har hann hevur spælt saman við Blumenau Kamarorkestri- num og Aurcaria Kvartettini. Hann hevur stjórnað og verið konsertmeist- ari og verið listarligur leiðari hjá Curi- tiba Kamarorkestrinum. Sune Vejlby Brogård er úr Birkerød í Danmark. Hann er útbúgvin á Konga- liga Danska Musikkonservartoriinum, har hann lærdi hjá Frederich Gurtler, Stanislav Knor og Amalie Maling. Hann hevur eisini gingið til master class hjá Robert Riefling, Conrad Hansen og Tatiana Nikolayeva. Atli Ellendersen og Sune Vejlby Bro- gård hava fleiri ferðir áður framført saman í Føroyum. Konsertin verður í Høllini í Norðurlandahúsinum 7. juli 2004 kl. 19.30, og kostnaðurin er 80 krónur. HEIMSKENDUR RITHØVUNDUR Á LISTASTEVNUNI FUGLFIRÐINGUR Í BRASILIA SPÆLIR SUMMARTÓNAR SIGRIÐ OG GUNNAR AFTUR Í HÚSINUM C M Y K 25 24