Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004 MINNISVARÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Serliga eru hetta sorgar- søgur hjá teimum, ið van- lukkan rakti, men hjá lítl- um bygdarsamfelagi sum hesum í Hesti, varaðu so at siga øll av. Øll høvdu mist. Hetta sannaðist mest skaðadagin, 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar við ellivu monnum gingu burtur. Pól á Kletti segði, at eftir minningargudstæn- astuna í kirkjuni alla- halgannasunnudag, 5. november 1995, har Høgni Poulsen, prestur, prædik- aði, varð farið norður higar at avdúka minnisvarðan. Sæbjørn Johannesen, formaður í minnisvarða- nevndini, segði fyrst nøkur orð, og síðan avdúkaðu 87 ára gamla, Sanna Joensen og ommudóttirin, Guðrið, limur í minnisvarðanevnd- ini, varðan. - Hetta var ein heldur ófýsligur dagur, dimm- viðrað og slavið. Á ein hátt kunnu vit siga, at hann var ein ímynd av teimum hendingum, sum minnis- varðin umboðar – tær ferðirnar, menn í illveðri ikki bóru boð í bý og fingu sína vátu grøv. Søgan aftanfyri Pól visti at siga, at fyrsta ítøkiliga stigið at reisa minnisvarðan, varð tikið við ársbyrjan 1974, tá ið bygdarfólkið í Hesti eitt sunnukvøld varð kallað til fundar í skúlanum. - Leingi hevði verið tosað mann og mann ímill- um um at reisa teimum, sum vóru farnir av skaða- tilburði á sjógvi og í bjørg- unum, ein varða. Heitt varð á fimm fólk um at standa fyri hesum arbeiði, Tinu Nybo, Ansgar Lenvig, Jørmund Zachariasen, Óla Joensen og Klæmint Johannesen. Hesi skipaðu seg við minnisvarðanevnd, har Tina gjørdist formaður. Nú var bara at fara til verka og fremja ætlanina í verki. Hetta árið vóru liðin 55 ár, síðan skaðadagin mikla, tá teir tveir bátarnir gingu burtur. Síðst í mars 1974 stóð ein áheitan í bløðunum, har heitt varð á fólk um at stuðla tiltak- inum. Hann segði, at hestfólk, sum vóru búsetst á øðrum plássum í landinum, átóku sær at ganga við list- um, har fólk høvdu høvi at seta seg fyri eini ávísari upphædd at stuðla tiltak- inum. - Væl varð tikið undir við hesum, bæði av fólki, sum varaðu av bygdini ella á annan hátt høvdu tilknýti til hennara. Men eisini onnur vóru fús at rætta eina hjálpandi hond. Ein tann fyrsti at gera vart við seg, var gamla háskúla- móðirin, Sanna av Skarði, sum tá var elligomul. Hon var farin av teimum 100, tá hon doyði. Pól segði, at ein av spurningunum var, hvar varðin skuldi setast. Tað mest náttúrliga var kanska Niðri á Veggi, sum er í nánd av keiini niðri á Hellu og syðru bátahavn- ini. - Men tá ið ein varði helst skal hava nakað av fríøki rundanum, var hetta ikki hildið at vera heppið, tí frammanundan var ikki ov nógv pláss. Síðani varð leingi hildið uppá økið í nánd av kirkjuni. Men eis- ini tað varð slept. Hann segði, at ungfólk í ungmannafelagnum, Randarsól, seinni tóku um endan at fáa minnisvarðan reistan, og tá varð avgerð eisini tikin um at seta varðan norðuri á Hálv- mørk, sum er eitt sindur burtur frá húsum. Tó er hetta eitt frítt og friðsælt stað við góðum útsýni. - Tað er Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, sum hevur høgt varðan og pláturnar við teimum 24, sum eru falnir í bjørgunum og sjólátnir síðan 1894. Á niðaru síðu er høgd mynd av bjargamonnum; á ovaru av bátsmanning. Báðumeg- in er krossur. Pól segði, at hann í fyrst- uni helt hetta vera eitt sindur øvut, tí sjálvandi átti bátsmanningin at verið tí megin, ið vendi út móti sjónum. Men alt hevur sína frágreiðing, og soleiðis er eisini við hesum. - Staddur omanfyri varðan hevur bátsmann- ingin sína røttu bakgrund, sjógvin - og staddur niðan- fyri hava bjargamenninir sína røttu bakgrund, sum er fjallið og leiðirnar, teir fóru til bjarga. Hann segði, at ein av spurningunum, ið leingi var uppi og vendi, var, hvussu langt aftur í tíðina, farast skuldi, tá ið nøvnini skuldu skrivast á pláturnar. - Onkur visti um menn, sum vóru gingnir burtur í 1700-árunum, eitt nú Dánjal Símunarson, bónda í Andrasstovu. Men hvørjir bátsfelagarnir vóru, fekst ikki greiði á. Annað ivamál var, at í bjørgunum var onkur fallin, sum var úr aðrari bygd. Eisini var onkur hestmaður fallin í bjørgunum aðrastaðni. Pól nevndi, at Heindrikur í Pálsstovu, sum var húskallur á Sandi, fall í sandsbjørgum, og hann seg vita, at navn hansara er á minnis- varðanum á Sandi. So, Heindrikur er ikki gloymd- ur. - Ikki bar altíð til at fáa nóg álítandi upplýsingar. Vit hava kirkjubøkurnar at leita í, men tær vátta oftast bert deyðsorsøkir, um lík av umkomnum verður funnið aftur og jarðað. Teir, sum ongantíð spurd- ust aftur, eru mangan eitt óskrivað blað. Tí varð av- gjørt ikki at fara longur aftur í tíðina enn 100 ár, har tú við fullari vissu hevði álítandi eyðmerk- ingar, og eru teir fyrstu í hesum tíðarskeiði, Pól í Sakrastovu og Jens á Nýlendi, sum fullu bjørg- unum inni í Barmi 2. juni 1894. Hann visti at siga, at fyri aldskiftið 1900 vóru tveir danskir læknar í Føroyum – A. Berg og Emil Madsen Hoff, sum í síni embætistíð gjølla hava upplýst um vanlukkutilburðir í Føroy- um í nítjandu øld. Seinni hevur Hanus Debes Joen- sen, landslækni, savnað gjølligar upplýsingar. - Læknin, A. Berg, vísir á sannroyndina: »I virke- ligheden forekommer der langt flere ulykkestilfælde på Færøerne og Island end i Danmark.« Danmark er slætt landbúnaðarland, føroyingar og íslendingar búðu í fjallalendi og høvdu bjørgini og tað mangan lúnuta havið sum granna og sum matkova. Berg greiðir eisini frá, at Hoff lækni hevur latið honum tøl fyri árini, 1817-1868. Her eru kirkjubøkurnar so nøkulunda eftirfarandi. Hesi stívliga fimmti árini doyðu tilsamans 6.265 føroyingar – 3.282 menn og 2.983 kvinnur. Av hes- um 3.282 monnunum fór- ust 339 - ella 10% - av vanlukkuávum. Pól segði, at yvirlitið hjá Hoff lækna røkkur 20 ár longri fram í tíðina – til 1888. - Her sæst, at fram til 1888 økjast vanlukkurnar í Føroyum skjótari enn fólkavøksturin. Hetta er tann tíðin, tá ið skips- fiskiskapurin tekur seg Á útoyggjastevnuni í Hesti seinasta leygardag, segði Pól á Kletti, sum er ættaður úr Hesti, nøkur orð við minnisvarðan á Hálvmørk, ið bygdarfólkið hevur reist yvir teir, sum gingnir eru burtur á útróðri ella eru falnir í bjørgunum í einum hundrað ára tíðarskeiði frá 1894 til 1994. Pól segði frá teirri sorgarsøgu, sum logar uppi við ein slíkan minnisvarða Tá helvtin av útróðrar- monnunum í Hesti gingu burtur Væl av fólki hevði leitað sær til minnisvarðan norðuri á Hálvmørk í Hesti seinasta leygardag, tá ið Pól á Kletti helt røðu fyri stevnugestunum. Mynd: Vilmund Jacobse upp. Í yvirliti hansara sæst, at nógv teir flestu, sum doyggja av vanlukku, eru sjólátnir. Í tíðarskeiðinum, 1876-1888, eru 234 sjó- látnir, 25 omandotnir, 10 útideyðir og 4 deyð av øðrum orsøkum. Og Pól á Kletti helt fram: - Kannar tú skaðasøg- una, sannar tú skjótt, at bæði bjørg og hav hava kravt sítt av Hests bygd. Og tey fyrstu tvinni tíggju- árini av undanfarnu øld fórust mangir mans - teir flestu í bestu árum. 11 mans fórust Í samband við, at tað í ár eru liðin 85 ár, síðan áður- nevnda fýramannafar og seksmannafar gingu burtur, nýtti Poul høvi at taka afturíaftur hesa sorgarsøgu, sum hendi skaðadagin, 1. apríl 1919. - Í Hestsøgu sigur Jóan Kristian Poulsen, at tað var harðasti streymur og mysing, men ørgrynni av fiski. Hetta var beint eftir fyrra heimsbardaga, tá eingir bretskir trolarar høvdu verið her um leiðir, so grunnarnir høvdu fingið frið og stóðu nú fullir av fiski. Tað hendi seg, tá ið nógvur fiskur var at fáa, at bátarnir vóru tvær ferðir at landi sama dag og av- reiddu. Á útróðri henda dagin vóru úr Hesti tvey seksmannafør og eitt fýra- mannafar. Hendan dagin drógu allir skjótt uppí bát- arnar og settu segl aftur at landi. So mikið var av vestanvindi, at hann var um at taka leyst innanfyri, sum teir gomlu plagdu at taka til. Pól segði, at tá ið annað seksmannafarið, Roysn- ingurin, var komið nakað inn, helt ein á bátinum seg síggja fýramannafarið, Hestoyggin, sigla langt undan teimum, og var leið- in hjá teimum inn á Hælin. Vestfalskyrrindi vóru, og teir munnu helst ikki hava hættað sær at leggja á Kolturssund fyri íðuni, ið væntaðist at vera í tann dagin. - Bæði seksmannaførini fóru inn á Kolturssund og komu fram í øllum góðum. Tá ið Roysningurin var komin at landi, og teir sóu, at fýramannafarið ikki var komið, kom ótti á teir. Men lítið varð tosað, tí eingin vildi leypa ræðslu á tey, ið avvarðaðu. Tá ið hálvmyrkt var, og enn eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at eitthvørt mundi vera hent teimum. Hann segði, at nú tóku sjey menn seg saman at fara og leita. Lykt høvdu teir við sær, og um ta tíð- ina, tá teir ætlandi eru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bølaniða, at einki sást burtur frá sær. Menn halda, at teir tá hava rógvið seg á land. Men Jóan Kristian nevnir í Hestsøgu eisini møguleik- an, at seinni báturin kann vera komin í takføri við hin fyrra, og at menninir sostatt eru umkomnir undir bjargingini. - Hetta við bølaniðuni havi eg aðra frásøgn, ið váttar, at talan var um eitt óvanligt myrkur hetta sama kvøldið og náttina. Pól vísti á, at hann í trý ár búði í Hósvík, meðan hann gekk í skúla á Oyrar- bakka. - Har í húsinum var gamal maður, ið nevndist Andrass Hansen. Einaferð, vit báðir komu á tal um henda skaðadagin í Hesti, sigur hann, at hann tá var við Súluni – eini slupp, sum tá hevði heimstað í Havn. Hetta kvøldið vóru teir á veg til lands av Før- oyabanka. Vanliga, tá tú kemur úr ljósi og út í myrkur, gongur bert lítil løta, til tú venist við mykrið og sær eitt sindur burtur frá tær. Men Andrass segði, at tað var so myrkt, at tú valla sást hondsbreidd frá tær. Tað var hættisligt at vera á dekkinum, og tú mátti trilva teg spakuliga fram, so tú ikki meiddi teg ella fór fyri borð. So, tað kann vera, at náttúran hevur verið úti um seg og í øllum førum verið seinna bát- inum – honum, ið fór at leita, at bana. Bløðini skrivaðu Pól segði, at tey bæði bløð- ini, sum tá komu regluliga út, Dimmalætting og Tingakrossur, nevna skaðatilburðin. Dimma- lætting kom tá tvær ferðir út um vikuna, mikudag og leygardag, og Tingakrossur kom eina ferð um vikuna, leygardag. - Dimmalætting nevnir skaðatilburðin longu dagin eftir, at hann var hendur. Frásøgnin er stutt og sigur bert, at ein stór ólukka er hend Hests bygd, at tveir bátar við tilsamans ellivu monnum eru burturgingnir. Leygardagin, 5. apríl, hava Dimmalætting og Tinga- krossur eina gjølligari frá- søgn um tað, ið hent var. Tingakrossur skrivar, at „Týsdagin…. var feigdardagur fyri Hest- bygd. Sum vanligt vóru allir bátar á útróðri; gott var veðrið og fiskurin óføra nógvur. So, teir høvdu brátt fullan farm. Um miðdagsleitið lá Esmar Poulsen (á fýra- mannfarinum, Hestoyggin) sjálvur fjórði og avhøvd- aði. Havnarmenn, ið vóru staddir í nánd, siga frá, at báturin longu tá hevði so nógv innanborða, at hann toldi ikki meir. Esmar og ein annar hestbátur fylgd- ust inn av havinum; hin fór á Kolturssund og kom vegin fram, men Esmar fór inn um Hælin. Har hevur verið ógvuliga óslætt av streyminum, og har er bát- urin sokkin. Klokkan 10 um kvøldið fóru 7 menn við 8-mannafari út at leita. Tá var vindur vestaneftir og útrák, og teir hava tí róð fram við landinum. Lykt høvdu teir í bátinum. Glámlýsi hevur blindað teir, og teir hava so róð seg upp á land. Har er forberg, og teir fingu tí ikki bjargað sær. Pól vísti á, at bæði bløð- ini siga, at tað var 8- mannafar, sum fór at leita eftir fýramannafarinum. Men fólk í Hesti hava staðið fast við, at tað var seks- mannafarið, Roysningurin, sum fór at leita. Jóan Kristian tekur so- leiðis til í Hestsøgu: »Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafar- inum ella seksmannafar- inum.« – So skuldi tað ivamálið verið komið upp á pláss, helt Pól fyri. Tá ið hesin seinni bát- urin heldur ikki kom aftur, var onkur, sum eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum. Men tá segði ein maður, ið hevði mist son á tí seinna bátinum, nei, tí sum hann segði, at um ein bátur fór avstað aftrat, so kom hann heldur ikki aftur. - Út ímóti lýsing varð farið til gongu út á Hæl og rópt, um nakar var har. »Men har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teir, ið farnir vóru,« sigur Jóan Kristian Poulsen í Hest- søgu. Pól segði, at á morgni hendan, 2. apríl, varð bátur mannaður at leita. Uttan fyri Hvannagjógv fleyt stýrið av fýramannafar- inum við stýrisvølinum í. Tætt við land, innan fyri Sáturnar, sum eru tveir knokkar, ið standa úr sjónum millum Skútan og Streymagjógv, fleyt ein ár, fótalunnar og tiljur av báð- um bátunum. - Dimmalætting skrivar leygardagin eftir vanlukk- una, at eitt róður av báti var rikið á land í Vágum, nærindis Sørvági, segði Pól á Kletti, sum síðan las upp nøvnini á teimum, ið fórust hendan feigdardag. Við fýramannafarinum, Hestoynni: Esmar Poulsen á Teigagarði, einkjumaður, 46 ár, Hans Poulsen í Sakrastovu, 46 ár; eftir sótu einkja og trý børn, ein sonur og tvær døtur, Jóhannes Pauli Poulsen, 17 ár (sonur Hans í Sakra- stovu) og Jóan Dánjal Danielsen á Nýlendi, 46 ár; eftir sat einkja við tveimum døtrum. Við seksmannafarinum, Roysningi: Jógvan Joensen upp í Stovu, 53 ár; eftir sótu einkja og tríggir synir, Hjalgrím Hentze, 33 ár; eftir sat einkja við soni og dóttur, Jóan Jákup Zachariasen norðanfyri Garð, 37 ár; eftir sótu einkja og sonur, Sámal Johannessen norðanfyri Vegg, 17 ár, Jógvan Joensen í Kova, 33 ár, ógiftur, Antinis Colbjørn- sen úr Pálsstovu, 26 ár; eftir sat einkja og at enda Frants Danielsen á Stykki, 19 ár. Gudstrúgvin - Hetta var helvtin av út- róðrarmonnunum í Hesti, sum eftir einum degi vórðu ryktir burtur. Teir vóru 22 frammanundan. Nú vóru bert ellivu eftir. Og Pól helt fyri: - Vit kunnu spyrja: Hvussu fótaði ein lítil bygd sær aftur eftir eitt slíkt ógvusligt hóttafall? Eina- ferð, eg hitti góða bygdar- mann mín, Tóra Zacha- riassen, sum vit her í bygdini nevndu, Tóra á Teigagarði og talaði við hann um skaðadagin, 1. apríl 1919, tá ið hann sjálvur var 7 ára gamal, nevndi hann tvinnar for- treytir. Tann fyrra var hjálpsemi, hin seinna guds- trúgvin. Fólk tóku hond í hjá hvørjum øðrum, bæði við torvi og hoyggi og øðrum fyrifallandi. Í trúnni funnu tey sálarfrið - og ikki fellir ein spurvur til jarðar uttan vilja Guds. Pól á Kletti segði, at meðan teir prátaðu, nevndi Tóri ommu sína, Malenu norðanfyri Garð, sum var ein gudsóttandi kvinna. Hon hevði mist mann og son í bjørgunum, tveir synir og versonur vóru sjólátnir. Men alt legði hon í Guds hond. - Soleiðis litu tey ger- andisstrevið – bæði á sjógvi og landi – í hansara hendur, sum øllum ræður, segði hann at enda. Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004 5 Í ár eru liðin 85 ár, síðan herviliga skaðadagin í Hesti, tá ið eitt fýramannafar og eitt seksmannafar við tilsamans 11 monnum gingu burtur. Um hetta mundið vóru 22 útróðrarmenn í Hesti, og nú vóru bert 11 eftir. Í røðu síni við minnisvarðan nýtti Pól á Kletti høvi at taka afturíaftur hesa sorgarsøgu. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 27 26