leygardagur 26. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004
TINGHELLAN
Kári á Rógvi
Nú frættist at stjórnar-
leiðarar í ES eru samdir
um uppskot til nýggja
stjórnarskipan - grundlóg
fyri ES. Sjálvt uppskotið
til ES-grundlóg er langt og
torskilt. Europeiska Sam-
veldið hevur ikki fingið
nakra stutta og fynduga
stjórnarskipan, sum fólk
flest lættliga fara at kunna
taka til sín. Tær ætlaðu
fólkaatkvøðurnar í fleiri
limalondum - ikki minst
við ES-valúrslitinum í
huga - fara eisini at kunna
fella uppskotið til nýggja
skipan.
Men hví seta orð sum
„grundlóg” ella „stjórnar-
skipan” á sáttmála millum
fleiri ríki, ið bert semjast
um at halda fram at sam-
starva sínámillum? Enda-
málið er helst at geva sam-
veldinum størri dám av ríki
heldur enn samstarvi. Men
eyðkenni av grundlóg hava
longu leingi verið har í
ártíggju. Teir sáttmálar, ið
frammanundan hava verið,
hava allir havt grundlógar
eyðkenni. Teir hava skipað
stjórnarstovnar, býtt vald
teirra millum, og givið
teimum heimildir, eisini
heimildir at geva lógir, ið
binda stovnar og borgarar í
limalondunum.
Serliga innan atomfel-
agskapin, ið var ein av
teimum upprunaligu euro-
peisku felagskapunum við
egnum sáttmála, var týði-
ligur dámur av tøttum yvir-
statsligum samveldi longu
fyri nærum hálvari øld síð-
ani. Síðani hevur bylgja
nakað fram og aftur, men
talið av málsøkjum, ið flutt
eru samveldinum, saman
við øktum fíggjarvaldi og
styrktum stovnum hava
gjørt tað Europeiska Sam-
veldið til tað sterkasta
veldið í heiminum, ið ikki
hevur fullveldi.
Vald og fullveldi
Nógvar misfatanir eru av
Europeiska Samveldinum.
Føroyingar kenna til
danska orðaskiftið, ið ofta
snýr seg um at ‘flyta full-
veldi (suverinitet) til ES.’ §
20 í donsku ríkisgrund-
lógini verður tikin fram
sum tann ásetingin, ið
heimilar at flyta ES
fullveldi.
Hetta kjakið byggir á
grundleggjandi misfatan av
hugtøkum sum fullveldi,
sjálvræði og valdi. Sjálv
ásetingin sigur seg heimila
at flyta „beføjelser,” tað er
heimildir ella vald. Full-
veldið verður verandi hjá
danska ríkinum. Danski
hægstirættur hevur eisini
sagt, at tað er fólkatingið
sum má meta um, hvørt
ES hevur tikið sær ov nógv
„beføjelser” mótvegis
Danmark. Í hesum liggur
helst, at kemur danska
ríkistingið eftir tilmæli frá
stjórnini til, at ES er farið
útum heimildir sínar, so fer
tingið av røttum at kunna
seta seg upp ímóti ES; og
danskir stovnar, eisini
rættirnir, løgregla og fyri-
siting, fara at gera sum
tingið og stjórnin siga,
heldur enn eftir ES-boðum.
Evsta valdið er hjá Dan-
mark.
Hvussu torskilt kjakið
um vald, sjálvræði og
fullveldi er, kenna vit eis-
ini frá kjakinum um full-
veldið hjá Iraq. Vit hava
hoyrt um, at ‘fullveldið
verður handað iraqisku
stjórnini.’ Tað vísir í sjálvir
sær, at ‘fullveldi’ er fyri-
brygdi, ið fyrst og fremst
er til í tilvitskuni hjá fólki.
Sjálvsagt ber ikki til at
leggja iraqiska fullveldið í
eskju, goyma tað eina tíð,
og síðani handa iraqum tað
aftur. Onkur kundi enntá
sagt, at onki fullveldi er til,
og at hetta alt samalt bert
er spurningur um vald.
Men fullveldi er til. Á
sama hátt sum rættvísi,
tjóðskapur og ognarrættur
er fullveldi grundleggjandi
hugtak, sum fólk flest taka
undir við og fata at hava
ávist innihald. Tí eru hesi
hugtøk serstakliga verulig.
Danska ríkið fatar seg
sjálvt at hava fullveldi; og
onnur ríki við fullveldis
sjálvsfatan taka undir við,
at Danmark hevur fullveldi
í merkinginin ‘evsta vald,’
eisini vald til at fara úr
aftur samveldi við onnur
ríki. Kemur tað hartil, at
ES ger seg inn á danskt
sjálvræði, ella at danir
broyta støðu til ES, kann
Danmark við undirtøku frá
øðrum ríkjum taka seg úr
ES. Danmark kann eisini
seta seg ímóti at fylgja ES-
boðum.
Føroyskt vald
Føroyingar hava sjálvir ta
fatan, at føroyingar hava
vald til at taka fullveldi og
loysa Føroyar frá Dan-
mark. Danir og danskir
juristar viðurkenna hesa
fatan, umenn teir viðhvørt
koma í rasshaft av jurid-
iskum hugtøkum.
Kemur tað til skarpsker-
ingar Danmarkar og Før-
oya millum um vald og
heimildir, kann tað eisini
enda við, at Føroyar taka
seg úr samveldi sínum við
Danmark.
Men eins og danska
støðan er mótvegis ES, so
er eisini føroyska støðan
mótvegis danska ríkinum.
Valdið at taka seg úr er
har. Valdið at nokta at gera
eftir boðum er har. Men
politiskt er tað ikki altíð
hugsandi at brúka slíkt
vald.
Tíðarskeiðið frá 1998 til
2004 førdu Føroyar alment
loysingarsinnaðan politikk.
Føroyar vildu loysa seg frá
danska ríkinum, men tordu
ongantíð at taka tey stig,
sum vanliga vísa eina loys-
ing í verki. Føroyar hildu
ikki fólkaatkvøðu ella
gjørdu tingsamtykt ella
lýstu seg sum fullveldi
mótvegis útlondum. Før-
oya landsstýri samráddist
og fyrireikaði seg, men tók
ongantíð nóg kraftmikil
ella einsíðug stig.
Vit kunnu hugsa okkum
nakað tað sama hendi, um
danir fóru at rassast og
vilja sleppa sær úr ES.
Danir kunnu fella uppskot
um broytta ES-skipan ella
ES-gjaldoyra, danir kunnu
senda ES-mótstøðufólk á
ES-ting, men trupult hevði
verið at tikið seg úr ES ella
í verki at sett seg upp ímóti
ES.
ES-limurin Bretland
hevur alsamt verið mest
ivasama ES-ríkið. Summi
vilja vera við, at Bretland
hevur havt minni ávirkan á
rikna ES-politikkin enn
hini stóru ES-ríkini. Onnur
halda, at Bretland tvørtur-
ímóti hevur dugað at kravt
sítt og tryggja síni áhuga-
mál.
Føroyar hava á sama hátt
verið tann ivasami limurin
í danska samveldinum.
Grønlendingar hava lept í
seg allan blokkin og hava
samráðst við teirri greiðu
fortreyt, at danska ríkið í
alla eygsýniliga framtíð fór
at kunna breggja sær av at
hava grønlendska full-
veldið í varðveitslu.
Ímeðan hava føroyingar í
tíð og ótíð broytt almennu
støðu sína.
Eins og bretar hava vit tó
verið verandi hóast ónøgd-
ina, og eins og bretar eru
vit tí kanska viknaði í
ávirkan. Í spurningum um
ríkislóggávu, yvirtøkur,
hvalaveiði og fiskivinnu-
rættindi, og ikki minst
marknaðaratgongd og
aðrar avtalur mótvegis ES,
kann vera, at føroyingar
høvdu staðið seg betur og
høvdu fingið betri stuðul
frá dønum, um føroyingar
viðhvørt hildu nøkulunda
somu kós eitt skifti.
Føroyar og ES-
grundlógin
Taka vit støði í føroysku
fatanini av, at Føroyar
kunnu taka seg úr sam-
veldinum við Danmark, og
at heimastýrisskipanin
setur mørk fyri, hvørji
„beføjelser” danska ríkið
hevur í Føroyum, so er
nýggja ES-stjórnarskipanin
onki at óttast. ES kann ikki
fáa vald frá Danmark, sum
Danmark ikki hevur, og ES
kann ikki taka av føroyska
sjálvræðið.
Afturfyri er ongin ivi
um, at sjálvt um tað ikki er
heimilað ella rættvíst,
kunnu ES-myndugleikar
hugsast fara at taka á seg
heimildir, teir av røttum
ikki hava, ella gera seg inn
á sjálvsavgerðarrætt
føroyinga.
Tú nýtist bara at hava
verið í holt við eina miðal-
hampa føroyska kommunu
fyri at vita, at tað vanliga
ikki forðar myndugleikum,
at teir mangla heimildir
ella at teir traðka á rættind-
ini hjá øðrum. Tá krevst, at
onkur hægri myndugleiki
kemur uppí leikin, og tað
er heldur ikki altíð at slíkir
gera tað, sum rætt er.
Tí er vandin í nýggju
ES-grundlógini ikki tann,
at ES fær heimildir, sum
Føroyar í dag hava, men at
ES-stovnar óheimilað og
órættvíst taka sær vald.
Hesin vandin er sjálvsagt
størstur, um felagsmál eftir
heimastýrisskipanini verða
flutt ES. Danskir stovnar
kunnu hugsast at ansa verri
eftir, um ES er farið um
sínar heimildir mótvegis
Føroyum, enn føroyskir
stovnar sjálvir gera tað.
Vandin veksur eisini so
hvørt sjálvsfatanin hjá ES-
stovnunum veksur. Føroy-
ingar sita longu sum er
yvirav ES-fólki, heldur enn
dønum, í ávísum málum,
og sum árini líða kann
hetta økjast.
Amerikanska Samveldið
- USA - var eisini frá upp-
runa samveldi millum lond
við fullveldi, og tó at
amerikonsku londini enn
fata seg sum fullveldi, er
tað í øllum førum úteftir
USA, sum hevur evsta
vald, og USA, ið er ST-
limur og ger sáttmálar við
onnur ríki. Um eina øld
ella so, kann politiska
tyngdarpunktið hava for-
skotið seg somikið, at ES
og ikki limaríkini tykjast
hava fullveldi.
Avbjóðingin hjá føroy-
ingum er at fylgja við og
standa seg í tilgongdini.
Nýggjasta ES-stjórnar-
skalið, verður tað samtykt
hóast allar vandarnar, fer
ikki einsamalt at broyta
støðu Føroya. Men við ES-
grundlógini økist trýstið á
Føroyar at gera støðu sína
greiða, hvussu vilja Før-
oyar halda fram í samveldi
við Danmark, sum sam-
stundis er í samveldi við
hinum ES-ríkjunum, og
hvønn týdning hevur tað
fyri málsøki og sjálvræði
Føroya? Krevur tilgondin í
ES kanska, at vit antin
loysa okkum frá Danmark
ella í øllum førum taka
greið fyrivarni um sjálv-
ræði og sjálvsavgerðarætt?
Tvinnanda Samveldi
-Avbjóðingin hjá føroyingum er at fylgja við og standa seg í tilgongdini. Nýggjasta ES-stjórnarskalið, verður tað samtykt hóast allar vandarnar, fer ikki einsamalt
at broyta støðu Føroya. Men við ES-grundlógini økist trýstið á Føroyar at gera støðu sína greiða, hvussu vilja Føroyar halda fram í samveldi við Danmark, sum
samstundis er í samveldi við hinum ES-ríkjunum, og hvønn týdning hevur tað fyri málsøki og sjálvræði Føroya? Krevur tilgondin í ES kanska, at vit antin loysa
okkum frá Danmark ella í øllum førum taka greið fyrivarni um sjálvræði og sjálvsavgerðarætt skrivar Kári á Rógvi í Tinghellugreinini í dag.
Sosialurin Nr. 120 - 26. juni 2004
7
LÓG OG REGLUR
Victoria Absalonsen
Fartelefon gott
ella ringt
Eg helt meg vera lógliga -
kom so hampulig koyrandi
gjøgnum Havnar bý. Júst
sum eg fari um ljóskurv-
arnar í J. Patursonargøtu
ringir fartelefonin. Eg helt
tað vera børnini og skund-
aði mær at taka hana. Men
í hinum endanum var
mamma mín. Bíða eitt bil
sigi eg, leggi telefonina í
fangið, meðan eg hugsi
um, tá eg mitt í novembur
koyrdi júst somu leið, tá
snakkandi í telefon.
Vatn - ein basalur
tørvur
Eg skal ikki pussa nakra
gloriu og lata nakran fáa
tað fatan, at eg ikki havi
tosað, meðan eg koyri.
Tað havi eg, og uttan
nakra serliga orsøk, men
henda góða novemburdag
var tað „ein erlig sak”.
Frensapissarin var tómur,
rúturin so skitin, sum hann
kann blíva, tá man koyrir í
vátum veðri aftanfyri last-
bilar og annað gott til
Havnar úr Leirvík. Sýnið
var so ringt, sum tað kann
verða, tá sólin skínur beint
inn á ein skitnan rút. Tískil
tók eg telefonina og ringdi
til eina vinkonu, sum var
ávegis ímóti mær, og
skuldi koyra við mær. Ætl-
aði at fáa hana at taka eina
fløsku av vatni við.
Løgreglan
Nú kom sólin beint á
skitna rútin, og eg sá ikki
fram um nøsina. Eg blink-
aði inn til síðuna og stillaði
meg at bíða eftir vinkon-
uni. Við eitt fer hurðin
upp, og ein løgreglumaður
setur høvdið inn í bilin. Tú
hevur tosað í telefon, með-
an tú koyrdi, sigur hann.
Ja, har er onki hjá mær at
gera, tað kann eg ikki
mótmæla.
Ongin góða mamma
Góðtekur tú tað, spyr hann
so. Jú, sjálvandi, sigi eg.
Ja, vit sóu teg báðir, sigir
hann so, líka sum at stað-
festa, at har er onki at
gera. Tað ljóðar næstan,
sum hann er skuffaður av,
at eg ikki royni at sleppa
mær undan skuldsetingini.
Men eg royni kortini at
tosa til hansara góðvilja,
og greiða frá, hvat trupul-
leikin er. Men her hjálpir
ongin góða mamma. Bótin
verður skrivað og harvið
verður tað.
Maðurin , drongurin
og omman
Við hesi hending í minn-
inum, koyri eg til nærmasti
plássið, har eg kann seta
bilin eina løtu, so eg fái
tosað við mammu. Vit tosa
um leyst og fast, og sam-
stundis eygleiði eg tað,
sum gongur fyri seg rund-
an um meg. Ein gomul
omma fer so fitt við einum
beriposa gangandi framvið.
Ein drongur við einum
bólti rennur oman eftir
vegnum. Og har kemur ein
maður spákandi oman eftir
gongubreytini. Eg hugsi
um, hvussu hugnaligt tað
er. Mitt í allari ferðsluni
eru hesi menniskju, sum
mynda Havnina. Sjálvt um
alt tykist at fara fram við
fullari ferð, so eru tey
prógv um, at vit liva. Með-
an eg soleiðis siti og hugsi,
gongur samtalan við
mammu víðari.
ES og Føroyar
Men við eitt vekk verður
hurðin á bilinum ript upp.
Eg blívi eitt sindur illa við,
tað má eg siga. Kenni ikki
mannin, men síggi at tað er
maðurin, sum eg júst hevði
eygleitt. Hann hyggur
beint í eyguni á mær, og
sigur við andakt í røddini:
„Sambært ES-reglunum er
bert loyvt, at hava bilin í
tómgongd í ein minutt”
Hart tikin, men tó so mikið
at mær komin, at eg við
einum smíli geri honum
greitt, at vit ikki eru í ES.
Her ráði eg
Onki hjálpir, hann blívir
við, og biður meg aftur um
at sløkkja motorin. Eg
haldi tó uppá mítt, og sigi,
at eg ikki sløkki bilin fyri
hansara skyld. Nú kemur
hann hálvur inn í bilin og
bjóðar seg til at sløkkja
fyri meg. Men eg eri
støðuføst og sigi, at tað er
bert ein skipari á Polo. So
fer hann avstað, og eg siti
eftir sum Kánus.
Bjálkin og flísin
Men knappliga leggi eg til
merkis, at eftir honum
hongur ein deymur av
tubbaksroyki. Nú eri eg
hørm um, at eg ikki var
nóg kvik. Mær vitandi, er
til dømis í ymsum statum
yviri í Amerika, ikki loyvt
at roykja alment. Og so er
royking eisini vandamikil
fyri heilsuna. Men alt hetta
kom mær ikki í huga fyrr
enn ovseint. Hetta fekk
meg at hugsa um, hvussu
skjót vit eru at síggja feil-
irnir hjá hinum og mintist
orðatakið um bjálkan og
flísina.
Enn einaferð bleiv eg
mint á, at eg havi nóg mik-
ið við meg sjálva - og at
vit jú ongantíð verða før
fyri at frelsa allan
heimin…
Lóg og skil við skili
Tað eru løgreglumenn, sum eru settir at ansa eftir, at lógir landsins verða
fylgdar. Tað er gott og tryggjar okkum ordan og landaskil. Men so eru tað
volanterarnir, tey, ið hava fingið sum kall, at tala at øllum tí skeiva, tey síggja á
teirra leið gjøgnum lívið
C
M
Y
K
29
28